hósdagur 6. august 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
12
Løgmaður átti at
lagt frá sær
Eisini veljarar, ið valdu Sambandsflokkin á seinasta
løgtingsvali halda, at løgmaður átti at lagt frá sær
Eirikur Lindenskov
Løgmaður átti at tikið avleiðingar
av kanningarúrslitinum hjá Hans
Gammeltoft Hansen og lagt frá
sær. Tað heldur fjórði hvør veljari,
sum varð spurdur í kanningini, sum
Fynd hevur gjørt fyri Miðalhúsið og
Kringvarpið.
Eitt er, at løgmaður ikki hevur
stuðul millum veljarar í øðrum
flokkum. Men eisini veljarar, sum
valdu Sambandsflokkin seinast eru
eirindaleysir: 58 prosent av teimum
halda, at løgmaður átti at lagt frá sær.
Millum veljarar, sum hesaferð
ætla sær at velja Sambandsflokkin,
halda 42,9 prosent, at løgmaður átti
at lagt frá sær, meðan 46,9 prosent
halda, at tað átti hann ikki.
Í øllum hinum flokkunum er
stórur meiriluti av teimum, sum
hesaferð fara at velja, at løgmaður
átti at lagt frá sær.
Tilsamans halda 74,6 prosent
av teimum spurdu í kanningini, at
løgmaður átti at lagt frá sær.
Vilja hava Aksel til løgmann
Sambært kanningini er eingin ivi: Aksel V. Johannsen skal verða næsti løgmaður
Eirikur Lindenskov
Hann hevur so nógv ta størstu
undirtøkuna. 35 prosent av teimum
spurdu í kanningini vilja hava Aksel
V. Johannsen til løgmann.
Næstu honum er Høgni Hoydal
úr Tjóðveldi. Men hann fær bara
undirtøku frá 9 prosentum.
Triði í røðini er Alfred Olsen
úr Sambandsflokkinum, sum fær
undirtøku frá 6 prosentum, meðan
Kaj Leo Holm Johannesen bara
fær undirtøku frá 5 prosentum av
veljarunum.
Verður hugt eftir, hvaðani
Aksel V. Johannesen fær stuðulin,
so er tað sum vera man fyrst
og fremst úr sínum egna flokki,
Javnaðarflokkinum. 48 prosent
av teimum, sum vilja hava Aksel
V. Johannesen til løgmann velja
Javnaðarflokkinum.
Men eisini tjóðveldisveljarar vilja
hava Aksel V. Johannsen til løgmann.
22 prosent av teimum, sum vilja hava
Aksel V. Johannesen til løgmann velja
Tjóðveldi.
Verður hugt hinvegin, hvønn
veljararnir í ymsu flokkunum helst
vilja hava til løgmann, so sæst, at Aksel
V. Johannese hevur størstu undirtøku
- um vera man - í Javnaðarflokkinum,
men eisini í Fólkaflokkinum. 17
prosent av teimum, sum fara at
velja Fólkaflokkin, vilja hava Aksel
V. Johannsen til løgmann. 15 prosent
vilja hava Anniku Olsen og 14 prosent
vilja hava Jørgen Niclasen.
Í Tjóðveldinum er Aksel V.
Johannesen eisini væl umtóktur
– næstan líka væl sum Høgni Hoydal.
36 prosent av tjóðveldisveljarum vilja
hava Høgna Hoydal til løgmann,
og 33 prosent vilja hava Aksel V.
Johannesen til løgmann.
Aksel V. Johannesen fær
breiðan stuðul úr øllum
flokkum sum besta boð uppá
ein komandi løgmann
veljarakanning