Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 13 Ridlar undir Sambandinum og Fólkaflokkinum Nógvir av veljarunum hjá stóru samgonguflokkunum leita sær til aðrar flokkar ella ivast, hvønn tey skulu velja. Serliga letur Sambandsflokkurin nógvar atkvøður til Javnaðarflokkin, meðan Fólkaflokkurin letur til allar flokkar Rógvi Nybo Veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Kringvarpið, vísir eina greiða mynd. Veljarar hjá serliga Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum ridla, og høvdu valt aðrar flokkar ella siga seg ikki vita, hvønn flokk tey høvdu valt, um val var í dag. Sum veljaramatrisan, Hvagar fara veljararnir frá 2011, eisini vísir, eru kjarnutølini – veljarar sum valdu ein flokk seinast, og høvdu gjørt tað aftur, um val var í dag – munandi lægri hjá bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, enn tey eru hjá hinum báðum stóru flokkunum. Talvan vísir okkum, hvagar veljararnir hjá flokkunum frá 2011 fara. Hyggja vit eftir Fólkaflokkinum fyrst, letur Fólkaflokkurin millum eitt og seks prosent av veljarunum til allar hinar flokkarnar, meðan heili 15 prosent av teimum, ið valdu Fólkaflokkin í 2011, siga seg ikki vita. Hjá Sambandsflokkinum er myndin líknandi, tó við einum stórum fráviki. Av teimum 247 fólkunum í kanningini, sum søgdu seg velja Sambandsflokkin í 2011, siga heili 15 prosent seg velja Javnaðarflokkin, um val var í dag. Missurin til hinar flokkarnar er væl minni, meðan heili 14 prosent av sambandsveljarunum siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt, um val var í dag. Ein partur av ivandi veljarunum kunnu hugsast at “koma í rætt” aftur. Men bera vit hesi tølini saman við báðar teir stóru andstøðuflokkarnar, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, ivast munandi fleiri av teimum, ið valdu Sambandsflokkin og Fólkaflokkin á seinasta løgtingsvali. Framsókn leitar eftir kjarnuveljaranum Meðan teir stóru flokkarnir, og Miðflokkurin, hava rímuliga góðar kjarnuveljarar, er áhugavert at býta merki í at bæði Nýtt sjálvstýri og Framsókn – sum annars gongur nógv fram í veljarakanningunum í mun til valið – ikki kunnu sigast hava eina sterka kjarnu. Hjá Sjálvstýrisflokkinum eru tað 44 prosent av teimum, ið valdu flokkin seinast, ið siga seg velja Nýtt Sjálvstýri í dag. Ikki óvæntað letur Nýtt sjálvstýri fitt av veljarum til bæði Tjóðveldi og Framsókn. Hjá Framsókn er uppaftur verri við kjarnuni. Bert 32 prosent av teimum, ið valdu Framsókn í 2011, siga seg velja flokkin aftur í dag. Serliga letur Framsókn nógv aftur til Tjóðveldi, 28 prosent, meðan hann letur 12 prosent av veljarunum til Javnaðarflokkin. Havast skal tó í huga, at tað eru smá tøl, millum 25 og 34 veljarar, til teir smáu flokkarnar, og at lítil flyting í absoluttum tølum gevur stórt útslag í prosentum. Tískil skulu tølini í matrisunum, serliga fyri smáu flokkarnar, takast við fyrivarni, og heldur metast sum tendensir. rogvi@sosialurin.fo 1. Aksel V. Johannesen ............ 35 2. Høgni Karsten Hoydal ............9 3. Alfred Olsen ............................6 4. Kaj Leo Holm Johannesen .....5 5. Annika Olsen ...........................4 6. Bárður á Steig Nielsen ...........2 7. Jacob Vestergaard ..................2 8. Jørgen Niclasen .......................2 9. Poul Michelsen ........................1 10. Kristina Háfoss ........................1 29 % vistu ikki at svara hesum spurningi. 5 % vístu á aðrar politikarar enn ”topp 10”. Hvønn vilja veljarar helst hava til løgmann? (%) Fólkaflokkinum................................7 Sambandsflokkinum.......................5 Javnaðarflokkinum.......................48 Nýggja Sjálvstýri.............................3 Tjóðveldi........................................22 Framsókn..........................................2 Miðflokkinum...................................1 Blankt...............................................1 Ikki á val...........................................2 Veit ikki ............................................8 Ógreitt...............................................1 Tilsamans....................................100 N= ...............................................385 Hvaðani fær Aksel V. Johannesen stuðulin? (Tey 385, ið ynskja Aksel V. Johannesen sum løgmann, býta seg soleiðis, tá ið tey verða spurd um, hvønn flokk, tey ætla at velja. (%)). Hvønn vilja veljararnir í ymsu flokkunum helst hava sum løgmann? (%) A B C D E F H Aksel V. Johannesen 17 11 74 50 33 21 23 Alfred Olsen 12 13 2 0 0 0 5 Annika Olsen 15 4 0 0 1 0 0 Bárður á Steig Nielsen 0 13 0 0 0 2 0 Bjørn Kalsø 1 0 0 0 0 0 0 Bjørt Samuelsen 0 0 0 0 0 0 0 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir 1 0 0 0 0 0 0 Gerhard Lognberg 0 0 0 0 0 0 9 Gunvør Balle 0 0 0 0 0 2 0 Helgi Abrahamsen 0 1 0 0 0 0 5 Høgni Karsten Hoydal 1 1 0 0 36 5 0 Jacob Vestergaard 11 0 0 0 1 2 0 Jákup Mikkelsen 1 0 0 0 0 0 0 Jenis av Rana 0 0 0 0 0 0 14 Jógvan á Lakjuni 1 0 0 0 0 0 0 Jógvan Skorheim 0 0 0 9 0 0 0 Jørgen Niclasen 14 0 0 0 0 0 0 Kaj Leo Holm Johannesen 4 22 1 0 0 0 9 Kristina Háfoss 0 0 0 0 3 2 0 Magni Arge 0 0 0 0 3 0 0 Poul Michelsen 1 0 0 0 0 27 0 Rigmor Dam 0 0 2 0 0 0 0 Sirið Stenberg 0 0 0 0 2 0 0 Sjúrður Skaale 0 0 1 0 0 0 0 Annar/onnur 1 2 1 0 1 2 0 Veit ikki / leggi ikki í 16 23 17 36 16 34 27 Ógreitt 5 9 1 5 2 2 9 Tilsamans 100 100 100 100 100 100 100 N= 153 180 249 22 251 44 22 veljarakanning