Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 14 Tema Evropa er l búskaparli Trupulleikin er greiður. Í minsta lagi 750 milliónir krónur fara at mangla í árliga í komandi árum, um javnvág skal verða millum útreiðslur og inntøkur í føroyska búskapinum. Loysnin er eisini greið. Vit mugu fáa meira burturúr tí, vit hava at arbeiða við. Betri atgongd til evropeiska marknaðin uttan tollforðingar er bæði svarið og óloysiligi knúturin í føroyskum politikki. Hvønn veg eiga vit at velja, og hvørjar dyr sleppa vit gjøgnum? Rógvi Nybo Haldførið í føroyska búskapinum verður uttan iva eitt av høvuðs­ evnunum, tá valstríðið av álvara tekur dik á seg. Búskaparráðið boðaði í mars frá, at fíggjarliga haldførið í almenna búskapinum peikar skeiva vegin. Hetta merkir, at útreiðslurnar og/ella inntøkurnar hjá almenna geiranum varandi skulu tillagast við fimm prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni, sum í 2015 svarar til 750 milliónir krónur. Eingin av politisku flokkunum – kanska Fólkaflokkurin undantikin – hevur hug at fremja sparingar í almenna geiranum – tað vil siga umsiting, almanna- og heilsuverki, skúlaverki v.m. – fyri slíkar upphæddir. Tí fer løgtingsvalið í stóran mun at snúgva seg um at skapa fleiri inntøkur. Tørva betri marknaðaratgongd Føroyar liva fyrst og fremst av at útflyta fisk og fiskavørur, og okkara størsti marknaður er í Evropa­ samveldinum. Okkurt um 60 prosent av samlaða útflutningsvirðinum er til Evropa. Men størsta avbjóðingin hjá føroysku fiskivinnuni, fyri at økja um útflutningsvirðið er væntandi atgongd til evropeiska marknaðin. Føroyar eru ikki partur av ES, og kunnu tískil ikki frítt útflyta til innara marknaðin. Við verandi skipan hava Føroyar ein handilssáttmála við ES, har allar fiskavørur sum eru á einum lista eru loyvdar at flyta til samveldið tollfrítt ella við avmarkaðum tolli. Hetta er tann sokallaði positivlistin. Trupulleikin við hesum listanum er, at nýggjar fiskavørur, eitt nú virkaður fiskur, niðursjóðaður makrelur og tílíkt, ikki er fevnt av listanum. Hetta merkir, at virkaður fiskur ikki verður kappingarførur á evropeiska marknaðinum, tá tollur kemur á. Í løtuni útflyta vit 85 prosent av fiskinum heilan ella sum flak. Ein kanning, sum stjórn­mála­ frøðingurin Bogi Eliasen hevur gjørt fyri fyrrverandi fólkatingsmannin Edmund Joensen, vísir at føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, varliga mett kann tvífaldast til 12 milliardir krónur, um handilsviðurskiftini við ES gerast fríari og fyritøkur fara at framleiða og útflyta virkaðar fiskavørur. Umframt at tað skapar eitt meirvirði, um fiskurin verður virkaður og virðisøktur í Føroyum, áðrenn hann verður fluttur av landinum, skapar hetta eisini arbeiðspláss og fleiri skattainntøkur til landskassan. Í Gula Álitinum, sum landsstýrið fekk gjørt í 2010 um avbjóðingar og møguleikar í framtíðar samstarvi millum Føroyar og ES, vísir Sam­tak eisini á tørvin á betri marknaðaratgongd fyri fiskavørur og ídnaðarvørur, ið Føroyar framleiða. Fýra møguleikar at velja millum Nú tað stundar til valið, fer neyvan at trota við boðskapum og uppskotum, sum botna í at vit fáa betri marknaðaratgongd til ES, og harvið økja um inntøkurnar til landið. Men hvørjir eru møguleikarnir, og hvat krevst av okkum afturfyri? Her kemur ein stuttur samandráttur av møguleikunum og hvat krevst afturfyri. 1. Føroyar gerast partur av ES umvegis Danmark Ein av møguleikunum fyri at gerast partur av EBS og fáa fría atgongd til evropeiska marknaðin, er at Føroyar verða partur av danska ES limaskapinum. Av fyrimunum kunnu nevnast, at hesin møguleiki hevði givið marknaðaratgongd og fulla luttøku í innara marknaðinum og teimum fýra frælsunum. Hetta hevði eisini givið okkum óskerda atgongd til mongu grunnarnar og arbeiðsskráirnar í ES, sum ikki eru so fáar. Samstundis høvdu Føroyar kunna verðið samansjóðaðar við Evropa eftir stuttari tíð, umframt at vit. Vansarnir við hesum møguleikanum eru hinvegin, at ríkisrættarliga støðan við heimastýrislógini ikki loyvir, at vald verður flutt til aðrar stovnar enn Føroya løgting. Hesin møguleiki merkir so eisini, at Føroyar noyðast at gerast partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, umframt at fyrisitingarligu og fíggjarligu avbjóðingarnar við at umseta, innføra og handhevja samlaða ES-lógarverkið (aquis communitaire) eru óhugnaliga stórar. Møguleikin fyri føroyskari ávirkan á ES politikk er eisini avmarkaður. Hesin møguleiki hevur avmarkaða politiska undirtøku í føroysku skipanini. 2. Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í ES Ein annar møguleiki er at Føroyar royna at fáa sjálvstøðugan limaskap í ES. Til hetta krevst tó sjálvandi, at Føroyar fyrst loysa frá Danmark, fyri síðani at søkja um og samráðast um upptøku sum limaland í ES. Fyrimunirnir eru teir somu, sum gjørdust vit partur av danska limaskapinum. Harafturat er møguleikin betri at fáa beinleiðis ávirkan á avgerðargongdina í ES, tó hetta er óvist. Vansarnir eru, at vit fyrst noyðast at loysa frá Danmark, og at hetta – og upptøka í ES sum sjálvstøðugur statur – hevur avmarkaða undirtøku. Fyrisitingarligu og fíggjarligu avbjóðingarnar eru eins stórar – um ikki størri – sum gjørdust vit partur av danska ES limaskapinum. Eisini Felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES er ein vansi fyri Føroyar, og hann sleppa vit ikki undan, fara vit upp í ES. Harafturat er óvist, um ES er sinnað at bjóða einum smástati fullan limaskap. – men hvørjar dyr sleppa vit gjøgnum?