hósdagur 6. august 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
15
lykilin til
gt haldføri
Skulu vit fáa betri marknaðar
atgongd til ES-marknaðin eru
fýra møguleikar at velja millum.
Grundhugsjónin og lykilin til betri
marknaðaratgongd handan tríggjar
av møguleikunum snýr seg um at
Føroyar gerast partur av Evropeiska
Búskaparliga Samstarvinum, EBS,
og harvið fáa lut í teimum fýra
frælsunum (fríur flutningur av
fólki, vørum, tænastum og kapitali)
millum limalondini í EBS. Hesi eru
tey 28 limalondini í ES og trý av
limalondunum í EFTA (frágreiðing
um EFTA sæst aðrastaðni á
síðuni). Og fyri at gerast limur í
hesum klubbanum tykist greitt,
at Føroyar noyðast at gerast
limaland í antin ES ella Evropeiska
fríhandilsfelagsskapinum, EFTA.
Fjórði møguleikin er at víðka um
verandi samstarv við ES uttan at
gerast limur í ES ella EFTA.
3. Føroyar gerast limur í EFTA og harvið EBS
Triði møguleikin er at Føroyar gerast
sjálvstøðugur limur í EFTA, og gjøgnum
EFTA gerast limur í EBS. Fyrimunirnir
eru, at hetta gevur fulla atgongd til innara
marknaðin og tey fýra frælsini, umframt
atgongd til arbeiðsskráir og grunnar.
Harafturat høvdu Føroyar ikki verið fevndar
av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES.
Vansarnir eru hinvegin, at hóast tankin um
føroyskan limaskap í EFTA sum partur av
ríkisfelagsskapinum ikki er óhugsandi, so
forðar grundlógin og danska stjórnin fyri,
at Føroyar kunnu gerast partur av EBS,
um vit sluppu inn í EFTA. Tað røkkur ikki
endamálinum um betri marknaðaratgongd,
og tí krevur EFTA limaskapur at Føroyar
fara upp í sum sjálvstøðugur statur – um
hetta yvirhøvur verður góðtikið av hinum
limalondunum.
4. Føroyar og ES víðka um verandi samstarv
Fjórði møguleikin er at Føroyar víðka um
verandi samstarv við ES. Hetta merkir
at samráðast skal um at broyta verandi
handilssáttmála. Hetta er ein leistur,
landsstýrið hevur arbeitt við. Serliga hvat
viðvíkur møguleikanum at betra um
marknaðaratgongdina fyri fiskavørur
hevur ávíst samskifti verið við ES um at
broyta positivlistan til ein negativlista.
Hetta merkir, at ístaðin fyri at allar vørur,
loyvt er at flyta út til ES marknaðin standa
á listanum, fer listin at fevna um vørur, ikki
er loyvt at flyta út ella har tollur/kvota er
á. Hetta ger møguleikarnar fyri at útflyta
nýggjar vørur smidligari. Fyrimunirnir
við hesum leisti eru, at hann krevur ongar
stýrisskipanarligar broytingar, og at Føroyar
sleppa undan at gerast partur av Felags
Fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Hartil
er hesin leisturin ikki so kostnaðarmikil
fíggjarliga ella fyrisitingarliga, sum fullur
limaskapur er. Vansarnir eru tó, at her slepst
ikki undan anti-dumping ákærum úr ES, ið
serliga kann raka alivinnuna, og at gongdin
er viðbrekin fyri innanhýsis politiskum
viðurskiftum í Føroyum og í ES.
Ein felagsnevnd, Felagsnevndin Føroyar-ES,
við umboðum fyri báðar partar, umsitur
sáttmálan og hittist, eftir áheitan, árliga at
umrøða áleikandi mál í mun til sáttmálan.
EBS
EBS stendur fyri Evropeiska
Búskaparliga Samstarvið. EBS
sáttmálin er ein sáttmáli við
32 sáttmálapørtum – teimum
28 ES limalondunum, trimum
EFTA londum og ES Nevndini.
Fyri at gerast sáttmálapartur í
EBS sáttmálanum skal eitt land
annaðhvørt vera limur í EFTA
ella í ES. Í ES hava limalondini
og Samveldið blandaðan førleika
í mun til EBS sáttmálan. Eitt nú
ræður ES í málum, sum viðvíkja
handilspolitikkinum og felags
fiskivinnupolitikkinum. Allir
sáttmálapartar í EBS sáttmálanum
skulu seta alla EBS lóggávu í
verk. Tey trý EFTA londini Ísland,
Noreg og Liktinstein kunnu bert
óbeinleiðis ávirka politikkin í
mun til EBS sáttmálan. Í EBS
sáttmálanum er mannagongd
ásett fyri, hvussu limaskapur
fæst í EBS. Sáttmálin áleggur
øllum evropeiskum statum, ið
gerast limir í ES, at søkja um EBS
limaskap. Harumframt kann hvør
evropeiskur statur, sum gerst
limur í EFTA, søkja um limaskap
í EBS.
EFTA
EFTA stendur
fyri European
Free Trade As
sociation. Hetta
er Evropeiski
fríhandilsfel
agsskapurin.
Fýra lond eru
limir í EFTA.
Tey eru Ísland,
Noreg, Liktin
stein og Sveis.
Trý teirra, Ísland, Noreg og
Liktinstein eru limir í EBS, meðan
Sveis hevur valt at standa
uttanfyri.