hósdagur 6. august 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
16
Serligir seinastu
tingfundir
í tingsetuni
sum endar nú
Tema
Spenningurin var høgur, hóast øll vistu, at eitt misálitisuppskot á løgmann fór at fella
Árni Gregersen
Tað var ein undarligur stemningur, tá
ið Løgtingið fyrr í vikuni kom saman
fyri seinastu ferð í hesi tingsetuni.
Løgmaður hevur skrivað nýval
út at vera 1.september, so fleiri vistu
undan fundinum, at hetta helst var
seinastu ferð tey hittust í politiskum
samanhangi.
Summi teirra stilla ikki upp til
valið komandi og onnur vita ikki um
tey yvirhøvur verða vald, hóast tey
stilla upp.
Dagsskráin
fyri
fundirnar
var eisini løgin. Ikki at lógin um
fiskidagar fyri komandi fiskiár
skuldi samtykkjast, men at tingfólk
frammanundan vistu, at tey eisini
skuldu taka støðu til tvey uppskot til
samtyktar, sum fóru at geva løgmanni
og fyrrverandi landsstýrismanninum
við innlendismálum hvør sína átalu.
Neyvan er tað lætt fyri tingfólk
at taka slíkar støður, sjálvt um ein
kanning frá einum kanningarstjóra
mælir til, at so skal verða.
Afturat hesum ljóðaði longu frá
morgunstundini, at eitt uppskot um
misálit á løgmann fór at verða lagt
fram.
Tutl í krókum
Tað var ein alt annað enn vanligur
stemningur í tinginum hendan
fyrrapartin.
Summi tingfólk virkaðu fjáltur
stungin og onnur gingu tigandi runt
í tinginum. Sjálvandi eru tey von við,
at álvarsmál verða viðgjørd av okkara