hósdagur 6. august 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
17
tjóðartingi, men í hesum føri vóru
tað mál, sum vóru tey seianstu árin
tingið fór heim.
Og val verður um stutta tíð.
Hvussu fór støðutakanin til
átalurnar at virka á veljaran – og
enn meira: hvussu skuldi atkvøðast
um misálitisuppskotið frá Thóðveldi
og Framsókn?
Tingfólk hava somu rættarkenslu
sum flestir aðrir borgarar, men
hinvegin so skulu tey veljast aftur.
Tey eru noydd at vita, hvørjar
avleiðingar hvør einstøk avgerð og
hvør einstøk atkvøða fær.
Runt í tingsalinum og úti í øðrum
rúmum sást væl, at hetta var ikki
nakar vanligur tingdagur.
Málið um fiskidagarnar fór
lætt ígjøgnum og bert tvey fólk úr
Tjóðveldi tóku orðið.
Páll á Reynatúgvu og Bjørt
Samuelsen vildu partvís hava
uppskotið um fiskidagarnar í nevnd
og partvís hava, at fiskidagaárið var
stytt.
Málið fór ikki í nevnd av tí
einføldu orsøk, at tingformaðurin
frammanundan hevði gjørt avtalu
við floksformennirnar um, at málið
fór ígjøgnum allar tríggjar viðgerðir
uttan orðaskifti og nevndarviðgerð.
Royndin at broyta fiskidagaárið
fekk heldur onga undirtøku – og
kundi heldur ikki fáa tað á avtalaðu
tingfundunum.
Fiskidagaárið er eftir lógini 365
dagar og tað byrjar 1.september.
Skal tað broytast, so skal lógin um
vinnuligan fiskiskap eisini broytast.
Átalurnar
Hans Gammeltoft-Hansen, kann
ingarstjóri mælti í sínari frágreiðing
til, at bæði Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, og Kári P. Højgaard,
fyrrverandi landsstýrismaður, fingu
hvør sína átalu.
Hesin tók tingsins formansskapur
undir við – eftir nakrar harðligar
fundir.
Tí legði tingformaðurin tvey
uppskot fram til samtyktar, sum
góvu løgmanni eina álvarsliga nøs
og Kára P. Højgaard eina nøs fyri
teirra handfaring av málinum um
Skálafjarðartunnilin.
Og tað sást at beinarbeiði í
flokkunum var gjørt til lítar. Í
báðum føri vóru uppskotini einmælt
samtykt – altso 33 tingfólk atkvøddu
fyri átalunum.
Misálitið
Nú kom so stundin, sum øll høvdu
væntað og summi stúrt fyri.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og
Poul Michelsen, Framsókm. Løgdu
uppskot fram um misálit á løgmann.
Tá ið hetta hendir, so steðgar
øll onnur viðgerð í tinginum, men
hendan daginv ar alt avgreitt áðrenn
uppskotið kom á tingborð.
Misálitið byggir á, at løgmaður
fleiri ferðir tilvitað – sambært
kanningarstjóranum – hevur borið
tinginum skeivar upplýsingar í
sambandi við Skálafjarðartunnilin
og tær samráðingar, sum fóru fram
í juni 2013.
Ongin ivaðist í, at andstøðan
fór at atkvøða fyri misálitinum,
hóast hvørki Javnaðarflokkurin ella
Sjálvstýrisflokkurin vóru við at leggja
uppskotið fram.
Spenningurin var tí meira um,
hvat samgongan fór at gera.
Skjótt var greitt, at Miðflokkurin
ikki fór at atkvøða fyri uppskotinum,
tí flokkurin helt, at átalan frá
tinginum var n óg mikið.
Fólkaflokkurin meldaði ikki út
– burtursæð frá Jákup Mikkelsen,
formnanni í tingbólkinum. Hann
boðaði frá, at hann fór at atkvøða
fyri misálitisuppskotinum.
Í Sambandsflokkinum stóð nógv
á, men lítið sannlíkt var, at nakar
í flokkinum fór at atkvøða fyri
uppskotinum.
Tá ið avtornaði vísti tað seg, at
tríggir limir í Sambandsflokkinum
atkvøddu blankt. Úr Fólkaflokkinum
atkvøddu tey eisini blankt –
burtursæð frá Jákup Mikkelsen, sum
atkvøddi fyri og Jógvan á Lakjuni,
sum atkvøddi ímóti.
Endaliga
atkvøðugreiðslan
var, at 14 atkvøddu fyri misálitis
uppskotinum, níggju ímóti og 10
atkvøddu blankt.
Fyri at eitt uppskot um misáliti
er samtykt, skulu minst 17 tingfólk
atkvøða fyri tí.
Soleiðis endaði hesin dagurin fyri
løgmann. Kaj Leo Holm Johannesen
heldur, at hann í sambandi við hetta
mál hevur veirð fyri ómetaliga
hørðum ágangi. Hann hevur eisini
biðið um umbering fyri at hava borið
skeivar upplýsingar fyri tinginum,
men kortini kom ujppskot um
misálit.
Hesin tingdagurin endaði. Ein
kann ikki siga, at tað var ein lætti.
Ongin jubil var í tingsalinum, men
fólk tóku stillisliga í hondina, hvør
á øðrum.
Nú fóru tey heim til eitt valstríð.
Eitt valstríð, sum avgerð um tey
sleppa aftur á Tinghúsvegin í Havn
eftir 1.september.