hósdagur 6. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
18
Gøtunøvn
Eingin Williams
gøta og eingin
stertur
Staðarnøvn, tjóðarhetjur og skald ganga aftur í gøtunøvnunum
í bygd og bý, men enn finst eingin gøta í Føroyum, ið er
uppkallað eftir okkara skipum, fiski ella ull, og heldur ikki
William Heinesen hevur enn fingið nakra gøtu. Eftir hvørjum
leisti verða okkara gøtur navngivnar? Og hvat leggja vit
dent á? Hesum hevur Kristin M. Magnussen granskað í.
Eilen Anthoniussen
V
it navngeva gøtur í tráð
við Adressulógina frá
2002, sum áleggur øllum
bústaðum í Føroyum
eitt navn og eitt húsanummar. Men
hvussu fer ein navngeving av eini
gøtu í veruleikanum fram?
Vit geva okkara børnum navn, og
kanska vit fáa hug til at broyta okkara
eftirnavn, men hvussu navngevur
tú eina gøtu? Tað helt eg vera ein
forvitnisligan navnafrøðiligan
spurning sum heild og setti mær tí
fyri at kanna, hvørji atlit gera, at eitt
navn verður valt í mun til eitt annað,
greiðir Kristin M. Magnussen frá.
Hon er mag.art. í norðurlendskari
málfrøði og ph.d.-lesandi á Før
oyamálsdeildini á Fróðskaparsetri
Føroya. Sum mál- og navnafrøðingur
hava staðarnøvn hennara stóra áhuga,
og er tað eisini hetta, hon seinnu árini
hevur granskað í. Tá so Adressulógin
kom í 2002, var hon ikki sein at síggja
ein granskingarmøguleika í evninum.
Av tí at lóggávan er so ung, er
siðvenjan jú eisini ung, hóast vit
hava navngivið gøtur og vegir nøkur
ár aftur í tíðina. Men fram til 2002
høvdu bert Tórshavnar, Klaksvíkar
og Fuglafjarðar kommuna sett
gøtunøvn í gildi, greiðir hon frá.
Í Føroyum høvdu bert fyrrnevndu
býir eina serstaka skipan í samband
við gøtunøvn. Úti um landið var tað
nýtt, at myndugleikarnir skuldu
seta nøvn á vegirnar. Í staðin var
tað á bygd vanligt við óoffisiellum
gøtunøvnum, sum brúkarin, vanliga
fólkið, hevði sett navn á. Í síni kanning
hyggur Kristin millum annað at, um
hesi óoffisiellu gøtunøvnini gjørdust
offisiell ella hvørji nøvn vórðu sett á
gøturnar í staðin og hví.
Fram til 2002 var mannagongdin
tann, at tað antin var bygdarráðið
sjálvt ella ein nevnd undir bygd
arráðnum, sum var mannað við
staðkendum fólki, ið kom við
uppskotum um gøtunøvn. Hesar
hava sostatt havt til uppgávu at
navngeva gøturnar í bygdini, og hvørt
ráð og nevnd er álagt at halda seg til
tær reglur, sum Umhvørvisstovan
setir fyri áseting av gøtunøvnum í
Føroyum.
Høvuðsstaðir og
høvuðspersónar
Kristin er farin til verka við at gera
millum annað spurnarkanningar til
kommunurnar ella tær nevndir, ið
hava havt til uppgávu at navngeva
gøtur og vegir í teimum ymsu
bygdunum. Har hevur hon spurt,
hvussu ymsu nevndirnar eru farnar
til verka. Hon hevur millum annað
spurt tey, hvørjum tey hava lagt seg
eftir í síni navngeving, og um tey hava
havt tørv á hjálp frá teimum lokalu.
Eisini verða øll gøtunøvnini greinað
og tilfarið kannað sum heild, og hetta
arbeiðið er hon framvegis í gongd við.
Men nakrar eygleiðingar hevur hon
kortini gjørt sær, ið tykjast at vera
ófrávikiligar.
Tað vísir seg, at nøkur evni ganga
aftur, tá tað kemur til gøtunøvn
í Føroyum. Tað eru til dømis
staðarnøvn, tjóðarhetjur og skald.
Her skilir Havnin seg burturúr sum
høvuðsstaður og við nógv flest gøtum,
ið eru beinleiðis uppkallaðar eftir
fólkum, ið søguliga og mentanarliga
hava havt týdning fyri Føroyar. Líka
sum vit síggja tað í øðrum londum.
Hon nevnir til dømis Keyp
mannahavn, har skald sum H.C.
Andersen, Oehlenschläger og
Tordenskjold eru uppkallaðir í
gøtum, sum liggja í serligum økjum av
býnum. Eitt nú liggja H.C. Andersens
Boulevard og Oehlenshlägersgade
ávikavist í miðbýnum og á
Vesturbrúgv, ikki so langt frá H.C.
Ørstedsparkini, ið liggur í sjálvari
kjarnuni av býnum. Við Kongens
Nytorv liggja Holbergsgade og
Heibergsgade upp á tvørs beint
við gamla teaturbygningin, meðan
gøturnar upp á longs úti móti
kanalini eru uppkallaðar eftir
Tordenskjold, Herluf Trolle og Peder
Skram, og vísa til menn, ið vit kenna
úr donsku skipasøguni.
Soleiðis eru gøturnar uppkallaðar
eftir søguligu økjunum í sjálvum
býnum og skapa eitt slag av
samanhangi í kortleggingina av
býnum. Tað síggja vit ikki so nógv
til í Føroyum, men í Havn eru fleiri
einstakir persónar uppkallaðir í
Kristin M. Magnussen
Tað vísir seg, at nøkur
evni ganga aftur, tá
tað kemur til gøtunøvn í
Føroyum. Tað eru til dømis
staðarnøvn, tjóðarhetjur
og skald
í nøkrum av
teimum smáu
bygdunum hevur
man hildið fast
við, at man er ein
bygd og ikki ein
býur. Har verða
ofta staðarnøvn
sum Uppi í Geil
ella Ovari og
Niðari vegur
varðveitt sum
gøtunøvn