hósdagur 6. august 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
19
gøtunøvnunum, greiðir hon frá.
Ringvegur millum
menn og kvinnur
Fyri at fáa eina gøtu, skal ein hava
avrikað okkurt heilt serligt. Nólsoyar
Páll er til dømis uppkallaður í ikki
færri enn trimum bygdum, Nólsoy,
Klaksvík og í Havn og eita hesir
vegir ávikavist Pálsgøta, Nólsoyar
Pálsgøta og Nólsoyar Páls gøta.
Aðrar søguligar hetjur eru Tróndur
í Gøtu, Sigmundur, Sjúrður o.s.fr., ið
eisini ganga aftur í teimum bygdum,
teir hava havt eitthvørt tilknýti
til. Hyggja vit at Havnini, liggja
allar hesar gøturnar í miðbýnum
og teljast tær sostatt millum eldru
gøtunøvnini. Fyri at finna teirra
kvinnuligau makar, skulu vit heilt út
um Ringvegin og niðan í Turiðargøtu
og Tórugøtu, og við øðrum orðum
heilt fram til 1970 árini.
Verður farið av Ternuryggi
og yvir á Flat eru Onnugøta og
Marinargøta uppi á Flat, uppkallaðar
eftir gentubørnum í familjuni, ið
búleikaðist á Hoyvíksgarði, haðan
økið er útstykkjað.
Sjálvsagt eru fleiri kvinnur
uppkallaðar, eitt nú Marita Pet
ersen, okkara einasti kvinnuligi
løgmaður. Maritugøta er ein av
løgmannagøtunum, sum allar liggja
uppi í Hoyvík.
Har hevur kommunan valt at
arbeiða við einum tema, kann man
siga, har nøvn á løgmonnum eru tikin
í brúk, og har man elsti løgmaðurin
stava heilt afturi úr miðøld. Og fert
tú yvirum til Karlamagnusarbreyt,
finnur tú upp aftur eitt annað evni,
nevniliga Karlamagnusarkvæði. Í
nýggja býlinginum eru persónar úr
okkara kvæðamentan uppkallaðir
í Ólivantsgøtu, Rólantsgøtu og
Gortrugøtu.
Fara vit oman aftur í býin, finna
vit nógvar gøtur, ið eru uppkallaðar
eftir mentafólki. Eitt nú Jóannes
Paturson,
Fríðrik
Petersen,
Lucas Debes og ikki minst V. U.
Hammershaimb, ið hevur lagt navn
til gøtuna, har Føroyamálsdeildin
heldur til, umframt at hann hevur
fingið eina sentrala plasering í
Sandavági, har hann varð føddur.
Men okkara størsta skald, William
Heinesen, hevur enn onga gøtu
fingið, hóast hann doyði í 1991.
Standmyndin Tarira í Viðarlundini
er sett til at heiðra Williami Heinesen
at vísa á hansara týdning fyri býin,
og í veruleikanum er eitt gøtunavn
ofta at meta sum ein standmynd.
Og so ber eisini til at gita sær til, at
gøturnar nærhendis heimi hansara
uppi undir Varða hava fingið nøvn
við íblástri frá hansara skaldskapi,
sigur Kristin og peikar á gandakendu
gøtunøvnini Vættrastígur, Álvastígur
og Dvørgastígur.
Ovari og niðari vegur
Tað er einki at taka seg aftur í, at
fjølbroytni í okkara gøtunøvnum
er týðiligast í Havn. Kristin greiðir
frá, at í nøkrum av teimum smáu
bygdunum hevur man hildið fast
við, at man er ein bygd og ikki ein
býur. Har verða ofta staðarnøvn
sum Uppi í Geil ella Ovari og Niðari
vegur varðveitt sum gøtunøvn. Tey
bæði síðstnevndu stava frá eini meir
einfaldari tíð, tá tað bert vóru tveir
vegir at velja í millum, áðrenn tað
bleiv stykkjað út til størri bygging.
At nøvnini eru varðveitt til nýggjar
íbúgvar, er við til at fortelja søguna
um júst hetta staðið.
Eitt dømi er Villingardalsvegurin
og tey blómunøvnini, ið gøturnar
kring Villingardalsvegin hava
fingið. Korkagøta, Brobbersgøta og
Mækjugøta vísa til haga og plantulív
í økinum.
Tórshavnar kommuna er uttan
iva skjótast vaksandi kommuna í
landinum, og ein kann ímynda sær,
at gøtunavnanevndin í kommununi
er tann, ið sostatt hevur mest at gera.
Kristin greiðir frá, at hóast økið kring
Karlamagnusarbreyt er nýtt, eru
gøtunøvnini fyri langari tíð
síðani avgjørd. Av tí at
gøturnar í Føroyum
verða navngivnar av
kommununum ella
bygdaráðum, ber til
at geva gøtunum
navn samstundis
sum
kommunan
gevur
loyvi
til
útstykkingina. Hetta
ger tað millum annað
lættari
hjá
nýgg ju
íbúgvunum
at
søkja
um rentustuðul í sambandi
við húsabygging ella keyp, tá
Húsalánsgrunnurin setur sum krav,
at ein skal hava ein bústað, áðrenn
ein søkir.
Men eg havi lagt merki til, at
í londunum rundan um okkum
gongur tað ikki endiliga fyri seg á
henda hátt. Har kunnu tað vera
privatir byggiharrar, ið seta eina
bygging í verk, og fyri at fáa fólk
áhugað til at keypa, navngeva teir
sjálvir sínar bústaðir. Tað kann til
dømis vera eitt idylliskt klingandi
navn sum ’Lykkebo’. Hvør vil ikki
búgva í Lykkebo nummar 1?
So ymiskt kann tað gerast. Men
Kristin vísir á vandan við, at privatir
byggiharrar sjálvir geva støðum
navn. Tá kann tað nevniliga henda,
at søgulig nøvn ella vitan um eitt
serligt umhvørvi ikki verða brúkt
og hvørva. Har hevði til dømis ein
kommuna lagt størri dent á verandi
nøvn og umhvørvi.
Eingin ull og eingin
skonnart
Nei, gøtunøvn eru ikki bara gøtu
nøvn. Onkursvegna eru tey ein
partur av samleikanum hjá bygdini,
býlinginum ella býnum, og í flestu
førum velur ein gøtunavnanevnd
at framhevja sínar søguligu hetjur
og síni eyðkendu staðarnøvn. Fólk
hava altíð navngivið eftir tí, tey hava
sæð, og tí ganga gøtur sum Kirkjugøta
og Skúlavegur aftur frá bygd til
bygd. Umframt at gøtunøvnini
hava til endamáls at gera tað lættari
hjá
sjúkraflutningstænastuni,
sløkkiliðnum og postútberingini
at koma fram til tín, tá tað er fyri
neyðini, kunnu gøturnar eisini vera
við til at siga søguna um júst tína
bygd.
Hyggja vit út í verðina og
eftir økjum, har tað hevur verið
ófriðarligt við landamørk, til dømis
við Berlinmúrin og londini eystan
fyri múrin, síggja vit, at gøtunøvnini
eru broytt, eftir at múrurin fall. Man
vil heilt einfalt ikki setast í samband
við eitt ávíst tíðarskeið í søguni hjá
landinum. Hetta sæst til dømis í
Kekkia og í fyrrverandi Jugoslavia.
Føroyska gøtunavnatilfarið er í
stóran mun merkt av staðbundnum
staðarnøvnum – antin í síni heild við
uppkalling ella sum íblástur til ávís
gøtunøvn. Í síni leitan í føroysku
gøtunum kundi tað ikki síggjast
burtur frá, at eingin gøta er uppkallað
eftir okkara høvuðsvinnum. Eingin
gøta er uppkallað eftir skipa- ella
bátasløgum, og einki tekin er um,
at ullin hevur verið til íblástur
nakrastaðni.
Tað er vert at hava í huganum,
hví so man vera, tá eg hugsi um, at
allar kommunurnar hava navngivið
gøturnar hvør í sær, og eingin
teirra hevur hugsað um okkara
høvuðsvinnur í hesum arbeiðinum,
sigur Kristin M. Magnussen við
einum smíli.
FAKTA:
Kristin M. Magnussen er ph.d.-studentur á Føroyamálsdeildini
Mag.art. í norðurlendskari málfrøði frá universitetinum í
Keypmannahavn
Stuðul: Granskingarráðið
Verkætlanin verður væntandi liðug um ársskiftið
Hvørjum granskar tú í?
Í summar fara vit at seta fokus á gransking í Vikuskiftissosialinum. Komandi seks vikurnar fært tú soleiðis innlit í, hvat klóku
heilarnir í landinum sita og arbeiða við. Evnini spenna víða, heilt frá gøtunøvnum til barnsburðartunglyndi, men felags fyri
allar seks granskarar er, at teir hava fingið føroyskar granskingarpengar frá Granskingarráðnum. Góðan lesihug!
Fyri at fáa eina gøtu, skal
ein hava avrikað okkurt heilt
serligt. Nólsoyar Páll er til
dømis uppkallaður í ikki færri
enn trimum bygdum, Nólsoy,
Klaksvík og í Havn
Føroyska gøtunavnatilfarið er í stóran mun merkt av
staðbundnum staðarnøvnum, sigur Kristin M. Magnussen
Myndir: Finnur Justinussen/Fotostudio