hósdagur 6. august 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
20
klumman
Barbara Holm
Hví er tað mær tað er galið við?
E
g havi verið útsett fyri harðskapi,
og allíkavæl eri tað eg, sum kenni
meg illa. Soleiðis segði ein indignerað
vinkona herfyri, tá ið evnið »harðs
kapur« var havt á lofti.
Hon er ein teirra, sum hevur livað í harð
skapsraktum parlagi, men er komin burturúr
tí sterkari. Hon plagar at taka til, at klichein
»tað sum ikki drepur teg, ger teg sterkari«
veruliga er satt, tá ið umræður hennara støðu.
Harðskapurin var ræðuligur, men hon hevur
fingið tað burturúr, at hon kennir seg sjálva
betri enn hon helst annars hevði gjørt.
Orsøkin til, at evnið »harðskapur« var á
lofti herfyri, tá ið vinkonurnar hittist til ein
kaffimunn var, at Faroe Pride vikan var á
skránni. Ikki tí Faroe Pride hevur nakað sum
helst við harðskap at gera, men LGBT rørslan
leiddi tó til nakrar tankar um harðskap.
Í LGBT eru ein ørgrynna av fólki, sum
leggja andlit til rørsluna, sum trína fram og
siga sína søgu, og sum ganga á odda við at tala
søk teirra samkyndu.
Kanska er hetta tí, at Faroe Pride og øll
rørslan kring LGBT er so sterk í landinum í dag.
Tá ið umræður harðskap er støðan tó ein
onnur. Hvør hevur trinið alment fram, og
umboða tey, sum hava verið fyri harðskapi?
Hvør gongur á odda, og avtabuiserar evnið?
Hvør sigur - tað er ikki tær tað er galið við?
Almennu myndugleikarnir hava eina
harðskapsætlan, og seinastu tíðina hava vit
sæð heldur øðrvísi lýsingar. T.d. tann sum
eitur okkurt sum líkist »Hevur tú framt
harðskap móti ein av tínum nærmastu«.
Tað lýsingarkampagnuna dámar mær
ógvuliga væl, og er hon á mangan hátt sera
slóðbrótandi. Men almennu myndugleikarnir
kunnu ikki vinna slagið einsamallir. Tað
er ikki nóg mikið, at »landið« heldur, at
harðskapur er av tí ónda. Onkur má standa á
odda og tala søk teirra harðskapsraktu. Hvar
eru tey fólkini?
Henda vinkona mín er ikki tann einasta
kvinnan, eg veit um, sum hevur verið fyri
sálarligum ella kropsligum harðskapi. Og
enn liva mong í tí støðu, har hvør dagur er
ein bardagi – antin kropsliga ella sálarliga.
Og hvat er verri – sálarligur ella kropsligur
harðskapur? Eg veit ikki. Men eg minnist tá ið
bókin hjá Súsannu Skaale kom út »Um bara
hann slóð meg«. Tann yvirskriftin lýsir helst
tað, sum mangar kvinnur í harðskapsraktum
parløgum hugsa. Um bara hann gav mær
blátt eyga, so skiltu øll mína støðu. Tá sálin
er bankað sundur og saman, so sæst tað
ikki. Tú fært ikki eyga á tær harðskapsraktu
kvinnurnar tá. Tú kanst ikki hjálpa.
Tá eingin talar søk teirra harðskapsraktu,
so er úrslitið ivaleyst, at tað er ov lítið fokus á
evnið. At tað verður ov lítið upplýst um hvat
harðskapur er, hvussu ein kemur víðari frá
tí, hvussu ein varnast harðskap og hvørjar
avleiðingarnar eru.
Hendan vinkona mín, sum hevur verið fyri
ógvusligum harðskapi vísur á, at hon enn er
flov av støðuni. Hon kennir tað niðursetandi
móti sær sjálvari at seta orð á tað, sum farið
er fram. Og følir tað sum, at okkurt er galið
við sær.
Tað ljóðar løgið ha? At ein, sum hevur
verið fyri harðskapi, skal kenna tað sum
okkurt er galið við sær? Men er tað ikki júst
tað sum hendir, um vit ikki eru upplýst,
tilvitað og opin fyri, at tað kann henda fyri
øll?
Eg veit ikki. Men mín vón skal vera, at
meira fokus og størri upplýsing verður
millum fólk, tá ið umræður harðskap. At
eingin føroyingur aftur skal kenna seg illa av
at hava verið fyri harðskapi. Og at vit upplýsa
okkara ungu kvinnur og menn um harðskap,
um mørk, og um at siga frá. Tað er ongantíð
tær tað er galið við. Tað er ongantíð tíni mørk,
sum eru løgin. Tað er ongantíð okey at vera
sligin sálarliga ella kropsliga. Lat okkum bara
sláa tað fast beinan vegin.
Og at vit upplýsa okkara ungu kvinnur og
menn um harðskap, um mørk, og um at siga
frá. Tað er ongantíð tær tað er galið við
meiningar