Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 21 Silvia Henriksdóttir, Rithøvundur M amma var her í Norra og vitjaði, tá eg fekk teldubrævið. Tað var frá danska kultur­ journalistinum Klaus Rothstein, sum eg fyri ikki so langari tíð síðani hevði verið í Danmark prátað við. Sam­røðan varð send í Danmarks Radio, og nú hevði hann ætlanir um at endursenda hana. Í tí sambandi vildi hann hava nøkur orð afturat. Hann vildi fegin vita hvat eg »går og laver nu«. Eg las teldubrævið liðugt og hugdi meg um. Mamma sat og drakk kaffi, stokkarnir glintaðu, meðan hon for­ taldi um hana og hin, sum høvdu gjørt hettar og hattar. Hon hevði longu verið her í nakrar dagar, og so skjótt hon var komin inn dyrnar, var tað sum at vera heima í Føroyum aftur. Útvarp Føroya ljómaði, skerpikjøt til morgunmat, ræstan fisk til døverða og súpan til náttverða. Og eg smíltist við tankan um at skriva brævið, sum var til Rothstein. »Jú, sært tú, Klaus, eg siti og sussi á føroyskum, orduligt slatur, meðan mamma situr við stokkunum, og vit stappa ræst í okkum frá morgni til kvøld.« Kanska ikki tað mest áhugaverda hjá donskum útvarpslurtarum. Men vitjanin úr Føroyum hevði ikki bert fingið meg til at lurta eftir Elisi og eta turran fisk. Hon hevði eisini fingið meg at hugsa. Og eitt kvøldið, eftir at mamma og eg høvdu sussað okkum liðnar, setti eg meg við telduna og svaraði Rothstein, nakað soleiðis: Hvat eg geri fyri tíðina? Eg hugsi. Eg hugsi um, hví tann føroyski samtíðarskaldskapurin er nærum ikki-eksisterandi. Meðan man í Danmark kjakast um, í hvønn mun tað er oyðileggjandi, at tað ber til at vassa í skaldsøgum, har nútíðarkvinnur útpensla alt tað, eitt kvinnulív kann bjóða av trivialitetum og problemum, er tað ikki lætt at finna skaldsøgur, ið lýsa tað, sum gongur fyri seg í teim kvinnum, ið liva í Føroyum beint nú. Tað sama er galdandi fyri før­ oyskar menn. Føroyingurin í dag er nærum ósjón­ligur í føroyskum bókmentum. Í staðin finnur tú hill eftir hill við nýskrivaðum bókum um burtur­ gingin skip, og fisk sum bæði er fisk­ aður og etin fyri áratíggjum síðani. Gamlar bygdir og staðarnøvn. Sovorðið. Og tað fær meg at gruna um, hvussu tað ávirkar føroyska sam­ felagið, at tað má klára seg uttan tann rættleiðandi leiklut, ið sam­ tíðar­skaldskapur hevur. Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um hann var til staðar? Hvussu hevði tað ávirkað poli­ tikkin, mentanina, kjakið og trivn­ aðin, tosið og menniskjuni? Hevði fosturtøkan verið frí? Høvdu tey samkyndu fingið pappír upp á teirra relatión? Hevði tað verið minni grátt skegg á løgtingi og í landstýrinum? Tað fær meg at hugsa um, hví føroyski samtíðarskaldskapurin er so rak. Og eg komi í tankar um, at eg faktiskt havi tosað við før­oy­ ingar, sum hava skrivað sam­tíða­ rskaldsøguhandrit – og lagt tey niður í skuffuna. Útgáva kemur ikki upp á tal – fyri at skána mammubeiggjar og mostrar, systkin og foreldur, nábúgvar og starvsfelagar. Hesi kundu nevniliga følt seg rakt, tí øll kenna jú øll í Føroyum, og kanska hevði onkur kent okkurt aftur ella, enn verri, misskilt og hildið, at tað snýr seg um tey. Men síðani hugsi eg, at tað jú júst er tað, ið er meiningin við sam­tíðar­ bókmentum. At fáa mammubeiggjar og mostrar, systkin og foreldur, nábúgvar og starvsfelagar at kenna seg aftur, kenna seg eitt vet minni einsamøll. At skumpa tey fram ímóti næsta degi, eitt sindur klókari, eitt sindur sterkari. Men hesin møguleiki verður also tikin frá teimum – fyri at sleppa teimum undan. Og tá rithøvundurin stappar nútíðarinnar veruleika niður í eina skuffu, yvirletur hann samstundis tað til langommubørnini at skriva um hann. Tað kunnu sikkurt spyrjast útmerkaðar skaldsøgur burturúr tí, men tað nyttar onki í dag. Bókhandlarafelagið hevur bit­ ið merki í, hvussu soltin før­oyski samtíðarskaldskapurin er, og hevur skrivað út eina samtíðar­ skald­søgu­kapping. Og so hugsi eg um, um tað fer at eydnast teimum at fáa skuffurithøvundarnar út úr skápinum, ella um teir kanska bara fara at seta enn fleiri hongilás á. Mín skuffa er ikki læst, og eg hugsi um, um eg kanska kundi nátt tað. Kanska eg kundi nátt at skriva mítt nýggja handrit um til føroyskt mál og sent tað inn til kappingina. Handritið handlar nettupp um, hvat føroyskir mammubeiggjar og mostrar, systk­in og foreldur, nábúgvar og starvs­felagar ganga og gera júst nú. Tað kundi eisini verið ein frálíkur dagur hjá mær at komið heim, dag­ urin tá tey kunngera vinnaran. Tí óansæð um tað verður mítt handrit ella okkurt annað, hevði tað verið óført at verið til staðar, tá tann føroyski samtíðarskaldskapurin verður vaktur úr dvala. Eg siti og síggi tað fyri mær. Síggi meg sjálva senda handritið avstað, mítt fyrsta á móðurmálinum. Og eg síggi ein riðil av føroyingum lata brævið upp, langir fingrar næskast, og so: Eg rívi handritið til mín. Mínir tekstir skulu ikki vera úti og kappast. Teir skulu hvørki vera vinnarar ella taparar, teir skulu bara vera til, liva. Júst sum børn míni. Føroyingar vilja ikki hava samtíðarskaldskap Føroyingar vilja heldur hoyra gamlar søgur um sokkin skip – og um gamlar bygdir og staðarnøvn. Í Danmark, har tey vassa í skaldsøgum við kvinnum, sum útpensla alt tað, eitt kvinnulív kann bjóða av trivialitetum og trupulleikum, er tað ikki lætt at finna skaldsøgur, ið lýsa tað, sum gongur fyri seg í teim kvinnum, ið liva í Føroyum beint nú. Tað sama er galdandi fyri føroyskar menn. Føroyingurin í dag er nærum ósjónligur í føroyskum bókmentum Silvia í Danmarks Radio Í mentanarsendingini »Skønlitteratur på P1« fyrr í ár var samrøða við Silviu Henriksdóttir, rithøvund úr Føroyum, sum býr í Noreg. Tað var í sambandi við aðru bók hennara, sum er skrivað á norskum, »Djevelen kan ikke lese«, sum lýsir lív í Føroyum við kynsligum ágangi og religiøsari indoktrinering. Í somu sending tann 1. juli trivu vertirnir í sendingini, Klaus Rothstein og Nanna Mogensen, aftur í samrøður gjøgnum árið, og í hesum sambandi høvdu tey biðið Silviu Henriksdóttir greitt eitt sindur nærri frá, hvat hon hevði upplivað síðani seinast. Fyrra bókin hjá Silviu, »Sig at du lyver«, varð skrivað á donskum. Sosialurin hevur biðið Silviu Henriksdóttir um brævið, sum hon sendi til Danmarks Radio: tíðargrein Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um samtíðar­ skaldskapurin var til staðar?« Silvia Henriksdóttir