hósdagur 6. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
22
Hvussu smakka Føroyar?
Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru so heppin at sleppa uppí part, tá ið
umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar Kommunu var latin fyrr í ár. Spurningurin
Hvussu kunnu Føroyar smakka? kann sigast at vera grundin í arbeiðinum.
Tjóðhild Patursson
S
ummardáin er eisini ein av
hesum plantunum. Ein av
teimum sum ikki smakka
av so nógvum í sær sjálvum,
men sum hevur aðrar eginleikar
ístaðin. Eginleikar sum gera matin
betur og stuttligari - tí matur er ikki
bara smakkur. Matur nemur allar
kenslur. Og summardáin kann sigast
at raka okkum júst har - í kenslurnar:
Tí ímyndið tykkum eitt summar
uttan summardáar - tað ber næstan
ikki til, ha? Nei, fyri meg eru
summardáarnir næstan ímyndin
uppá Føroyska summarið. Tá ið
onkur sigur summardáar lukti eg
gras, eg føli eitt lýtt lot kína mær um
ennið og eg merki summarsmílið
innaní. Ok, eitt vet ov romantiskt -
Men í øllum førum vekir summardáin
okkurt heitt innan í mær. Og at eta
summardáar er fyri meg sum at eta
reina gleði.
Summardáar vaksa vilt í bøi, so teir
eru lættir at fáa fatur á. Summardáin
hóskar seg sera væl at heinta saman
við børnum. Teir eru lættir at heinta,
tað er hugnaligt og teir stinga/brenna
ikki (sum notan og hvonnin). Og børn
tíma ofta nógv betur at eta mat, tey
sjálvi hava verið við at gjørt/heinta.
Ikki allar planturnar vit arbeiða við, smakka av so nógvum. Krøkjan smakkar td ikki av nøkrum
serligum, men hon er so vøkur, at hon ger at allur annar matur ‘smakkar’ betur - í øllum førum fyri eyga.
Aðrar plantur vit nýta, hava aðrar góðar eginleikar. Millum annað hevur Anna Malan brúkt
jóansøkugøtubrá í einum fantastiskum arvasalati, tí at jóansøkugøtubrá sýgur smakk til sín og gevur
eitt serstakt bit. Løgið langt navn til eina so vanliga plantu - jóansøkugøtubrá er hin plantan, sum tú sum
barn brúkti at ‘skjóta við’. Hin runda brúna.
Hvítkál við brobber
og summardáum
Myndir:Tjóðhild Patursson
Summardáarnir eiga sum sagt ikki nakran leiklut
í smakkinum her, so salatið kann gerast uttan.
Men summardáarnir gera okkrt vakurt við
rættin, og tankin um at Anna Malan hevur brúkt
tíð og orku uppá at heint hesar summardáarnar
til mín, tað gevur mær eina so góða kenslu, sum
bara vekist í mær, tá ið eg veruliga merki at
okkurt er gjørt við kærleika og umsorgan.
So leyp ikki summardáarnar um. Tak eitt av
børnunum í hondina og far út at heinta summardáar.
1/2 hvítkál
2 nevar av summardáum
1/2 neva av brobber
Saftin frá 1/4 til eina 1/2 sitrón
1 spsk av olju
Smakka til við salt
Steik hakka hvítkál á pannuni saman við
hinum. Eigur tú ikki brobber, kanst tú brúka
timian ístaðin. Men brúka tá bara heilt lítið.
Smakka til við salti.
Er gott afturvið øðrum mati, men eg kann
gott finna uppá at eta tað sum tað er.