hósdagur 6. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
23
Summardáar
í sukur-sitrón
laka
Mamma Onnu Maluna, Joan
Sørinardóttir, hevur gjørt
hesa uppskriftina. Tað er
ikki av ongum Anna Malan
hevur fingið sína vitan og
kretivitet. Bæði omman Disa
og mamman Joan arbeiða
nógv við plantum og mati.
Joan arbeiðir í løtuni
við eini kókibók til børn.
Uppskriftirnar eru allar
við plantum úr føroysku
náttúruni. Men slíkt tekur
tíð. So fram til tá ið tann
bókin kemur á søluhyllarnar,
kunnu tit njóta hesa
uppskriftina:
5 dl av vatni
1 dl
1 sitrón í skivum
5 nevar av
sumardáahøvdum
Kóka vatn og sukur í eini
grýtu, til sukurið er upployst.
Stoyt sukurlakan útyvir
summarsdáar og sitrón.
Kann goymast leingi í eini
krukku.
Smakkar serstakliga væl
utyvir ís. Møguliga eisini
útyvir yogurt? Tað havi eg
ikki roynt enn, men Joan
sigur at tað er gott. Og Joan
trúgvi eg.
Eg gleði meg at royna at hesar summardáarnar í vetur. So
verður tað summar mitt um veturin. Eg veit ikki um tað fer
at hóska seg, men eg fari at royna tað. Og gleði meg. Gott at
duga at gleðast um tað smáa.
Hugskot:
Royn at frysta nakrar ísterningar við summardáum. Eg
havi ikki roynt tað, men bara ímyndin av hvussu vakurt tað
mann vera, fær meg at gleðast.