hósdagur 6. august 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
24
løgtingsval 2015 Valgreinar
Bergun Kass
Viðv. við
merkingum
til altjóða
ratingsstovn
Moodys og
okkara støðu í ríkisfelags
skapi.
Ført verður fram, at vit
samb. Moodys eru betri fyri,
hava størri kredittvirði í
ríkisfelagsskapi og tískil fáa
lánt til lægri rentu.
Jú gamaní! Renta á lánum
lækkar í takt við trygdina hjá
lánveitara at fáa peningin
aftur, og jú størri og sterkari
lántakarin er, tess lægri rentu.
Minnir meg á tíðina í áttati
árunum, tá peningastovnar
royndu at fáa húsakeyparar
og lántakarar at stilla meiri
trygd ella meira eginpening,
enn tey megnaðu sjálvi. For
eldur borgaðu ella settu síni
hús í veð sum trygd fyri skuld
hjá børnum.
Umframt keðiligar støður
og sjálvsagdar tvístøður mill
um børn, foreldur og møgu
liga onnur børn/systkin, var
hesin lánsháttur eisini virk
andi fyri, at betra um húsa
keypiorkuna, við tí úrsliti,
at húsaprísir bara hækkaðu
og hækkaðu. Hvør vann?
Fíggjarstovnurin! ............tí
sjálvsagt fekk hann hægri
rentu- og provisiónsinntøkur
av hægri húsaprísi.
Og hvussu hugaligt tað
var/er at gjalda skuldina
aftur, kunnu vit bara meta
um.
Trygd er gott at hava, men
sigur einki um evni og vilja at
gjalda!
Og tað er hetta vit skulu
fyrihalda okkum til. Vit
skulu sjálvi gera Føroya land
‘kredittverdugt’!
Vit skulu hava vilja og evni
at gjalda!
Vera framsøkjandi og
visionær og ikki bara sita
upp afturá og kalkulera við,
hvussu vit kunnu sleppa
lættari.
Ríkisfelagsskapurin er ein
sovipúta, sum rurar okkara
raska fólk í svøvn.
Vit skulu stýra, so vit fáa
sunnu samfelagshjólini at
mala.
Vit skulu hava býtið
millum almennar og privatar
uppgávur frá 75/25 til EU tøl
- 60/40.
Og fáa ta øðrvísi tilgongd
til vinnu og meirúrtøku –
sum er, tá talan er um privat,
heldur enn alment.
Vit skulu fjálga um og fáa
størri rættindi til náttúru
ríkidømi.
Vit skulu skapa karmar
og skipa vinnu sum elur
fram dugnaligt, skapandi,
ábyrgdarfult og viljasterkt
fólk.
Eitt tíðarhóskandi sam
felag, har framtíðin er okkara!
Tá standa fíggjarstovnar í
kø fyri at lána okkum pengar
– eisini til lága rentu.
Aftursvar til Bárð Nielsen!
Bill Justinussen
valevni Miðfloksins
Eitt av valevn
um hjá Javn
aðarfloksins
ætlar sær at
skipa
sam
gongu uttan um Miðflokkin.
Orsøkin er, at hjúnabandslógin
skal broytast, so fólk av sama
kyni skulu kunna gerast hjún.
Góði veljari!
Um tú ikki tekur undir við
at broyta hjúnabandslógina,
mást tú velja Miðflokkin.
Miðflokkurin hevur í mong ár
fingið skuldina fyri, at hjúna
bandslógin ikki er broytt. Fyri
okkum í Miðflokkinum er tað
ein æra at bera hesa skuld.
Orsøkin til, at Miðflokkurin
fær hendan heiður, er einføld.
Talan er um eitt floksmál hjá
Miðflokkinum. Tað merkir, at
ØLL valevni Miðfloksins hava
somu hugsan um hendan
spurning. Tað merkir, at um
tú velir ein á lista Miðfloksins
og ein annar á listanum verður
valdur, fer hann at reka sama
politikk á hesum øki, sum
tann, tú valdi.
Tí aðalmál Miðfloksins
er at byggja land á kristna
grundvøllin, sum er hin
besti at standa á. Kristni
grundvøllurin er megin í
okkara vælferðarsamfelag.
Higartil hava føroyingar
verið samdir um stóru og
týðandi spurningarnar í
samfelagsskipan okkara. At
familjan er hornasteinur
samfelagsins, sum ST manna
rættindasáttmálin staðfestir.
At børnini eiga rætt til bæði
foreldrini, sum ST barnarætt
indasáttmálin sigur.
Men nøkur ynskja at taka
kristna grundvøllin undan
samfelagnum. Tað er vanda
mikið. Tá hvørvur kraftin í
felags samleikanum og sjálv
søkni kemur ístaðin. Har hvør
definerar rætt og skeivt eftir
egnum høvdi. Har ongin felags
samleiki er. Har hjúnarband,
familja og barnarættindi verða
umdefinerað sum best ber til.
Miðflokkurin vil tryggja
øllum føroyingum eina bjarta
framtíð, har góðu virðini verja
land og fólk okkara. Einans 18
av heimsins 193 londum hava
broytt sína hjúnabandslóg at
vera kynsneutrala. Føroyar
halda sostatt somu kós sum
174 onnur lond í heiminum.
Vit eru ikki einsamøll.
Ein samgonga uttan
Miðflokkin
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra
mamma, omma og systir okkara
Gunnvør Garred
dóttur Ragnu og Petur Sofus Hansen
ættað úr Havn, búsitandi í Oslo
andaðist týsdagin 4. august, 84 ára gomul.
Vegna tey avvarðandi
Peter, Øystein, Gunnar og Thomas Garred
og Árni Hansen