hósdagur 6. august 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
25
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og
valevni fyri Tjóðveldi
Seinastu árini hava
vit havt søguliga góðar fyritreytir
fyri, at venda búskaparligu gongdini,
og fáa yvirskot og haldføri aftur í
føroyska landshúsarhaldið. Altjóða
rentan hevur verið metlág, lágir
oljuprísir, nýtt milliardavirði er
komið inn í búskapin umvegis størri
uppisjóvartilfeingi, høgir altjóða
laksaprísir, og alivinnan hevur heldur
ongantíð staðið seg so væl sum nú –
eina heila mia. í árligum yvirskoti.
Um landskassin ikki hevur yvirskot
í hesum døgum - nær so?
Veruliga hallið hjá
landinum als ikki
minkað – hóast søguliga
góðar fyritreytir
Veruleikin er tíverri, at hóast søguligu
góðu fyritreytirnar, og ein vøkstur í
samlaðu framleiðsluni (BTÚ) seinastu
4 árini á umleið 2,5 milliardir kr., so
hevur landið framhaldandi stórt
hall. Verður hædd tikin fyri, at
henda samgongan eisini inntøkuførir
framtíðar pensjónsskatt (byrjaði 1.
januar 2012), so er veruliga hallið enntá
als ikki minkað síðan samgongan tók
við. Tvørturímóti. Hetta ber boð um,
at førdi fíggjarpolitikkurin seinastu
árini hevur verið grundleggjandi
skeivur.
Sí mynd I
Økt skuldina við 1,1
mia. + brúkt 1 mia. í
framtíðar pensjónsskatti
Veruleikin er eisini, at í hesum
valskeiðnum (2012-2015) hava hallini
hjá landskassanum samanlagt verið
1,1 mia. kr.. Í sama tíðarskeiði hevur
landsstýrið hartil valt - umvegis
forskatting av pensjónum - at brúkt
1 heila milliard kr. av framtíðar
pensjónsskatti. Hetta er peningur, ið
kemur at mangla seinni, tá eitt alsamt
vaksandi tal av penjónistum ikki
fara at skula rinda skatt til land og
kommunur, samstundis sum tørvur
verður á alsamt fleiri eldratænastum.
Sí mynd II
Samanumtikið hevur verandi
samgonga í 4 ár brúkt omanfyri 2
milliardir kr. – í miðal omanfyri 500
mió. kr. árliga – ið hon ikki hevur
havt inntøkur til. Úrslitið er eisini,
at bruttoskuldin hjá landinum nú
er farin uppum 6 mia. kr. (sambært
Búskaparráðnum). Hækkar rentan
bara 1%, merkir hetta um 60 mió.
kr. í øktum rentuútreiðslum av
bruttoskuldini, og harvið 60 mió. kr.
minni til eitt nú almennar tænastur.
Vit eiga sjálvandi at byrja at rinda
skuld, heldur enn at økja skuldina,
sum skjótast. Og hetta ber væl til.
Sjálvandi ber væl til
at venda gongdini
Vit eru millum allar ríkastu lond
í heiminum. Pr. íbúgva helst tað
ríkasta landið í heiminum, um vit
bert gagnnýttu okkara tilfeingi til
fulnar. Síðan 1998 er framleiðsla
okkara, BTÚ, eisini farin úr 7,4
mia. kr. árliga upp í 15,7 mia. kr. Ein
vøkstur á 8,3 mia. kr. (leypandi prísir).
Okkara BTÚ var í 2014 komin upp á
heilar 314.000 kr. pr. íbúgva. Hetta er
eitt nú meira enn Ísland, sum í 2014
lá á 294.000 kr. pr. íbúgva. Okkara
stóra ríkidømi er enntá veruleiki
uttan, at vit hava gagnnýtt okkara
menningarmøguleikar. Og vit hava
ovurstórar møguleikar. Bæði við
fleiri nýskipanum, ið framhaldandi
bíða eftir at verða framdar, og eisini
um vit virðisøkja okkara fiskatilfeingi
eins nógv og fleiri aðrar tjóðir – og
fáa atgongd til fríhandilssáttmálar
ájavnt við onnur lond. Gera vit hetta,
so verður mett, at útflutningsvirði
okkara vil kunna økjast við 6 mia.
kr. Hartil eru ovurstórir møguleikar
eitt nú at menna okkara ferðavinnu,
ið longu fevnir um 4-500 størv og
hevur ein umsetning uppá um 600
mió. kr. Hetta eru bert nakrir av fleiri
menningarmøguleikum okkara fyri
framman.
Saman fram móti einum
sjálvbjargnum Føroyum
So tað er bara at koma í gongd. Men
tað krevur eina nýggja stjórn, ið
megnar og vil fremja neyðugu átøkini,
fyri at røkka einum sjálvbjargnum
og haldførum føroyskum búskapi,
ið kann verða grundarlagið undir
einum framkomnum samfelag og
vinnulívi í menning – til fyrimuns
fyri alt fólkið – og fyri bæði núverandi
og komandi ættarlið.
Tá røkka vit eisini einum sjálv
bjargnum
og
sjálvstøðugum
Føroyum saman.
Búskapartølini, ið samgongan ikki vísir tær ...
løgtingsval 2015 Valgreinar
Tað eru langt frá øll búskapartøl, ið samgongan velur at upplýsa um, nú val er í
hondum. Her eru nøkur av teimum tølum, ið samgongan ikki vil vísa tær.
146
-‐330
-‐688
-‐567
-‐322
-‐335
-‐413
-‐230
-‐140
146
-‐330
-‐688
-‐567
-‐322
-‐548
-‐660
-‐492
-‐420
-‐800
-‐700
-‐600
-‐500
-‐400
-‐300
-‐200
-‐100
0
100
200
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
Úrslit
Úrslit
u4an
forska4aðar
pensjónir
Samgngan
tók
við
í
nov.
2011
-‐2500
-‐2000
-‐1500
-‐1000
-‐500
0
2012
2013
2014
2015
Samlað
brúktur
framGðar
pensjónsska4ur
Samlað
hall
hjá
landskassanum
Mynd I. Úrslit landskassans við og uttan forskattaðum pensjónum (2007-2015), mió. kr.
Mynd II. Samanlagda landskassahallið og brúktar framtíðar
pensjónsskattainntøkur í valskeiðnum (2012-2015), mió. kr.
fæst í sølubúðum kring landið
Tú kanst eisini bíleggja hann á tlf. 341800
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Miðlahúsið • Tórsgøta 1 • 100 Tórshavn
Føroya myndakalendari 2016