Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 26 Óli Jacobsen Øssur Debes: Skotið harur í meira enn 30 ár Nú eru vit komin til endan á frásøgnini hjá Øssur. Millum hansara nógva virksemi hevur eisini verið haruveiða 10. partur Í 1953 byrjaði eg, 23 ára gamal, at skjóta harur. Tá eg var smádrongur, skeyt pápi harur í Húsahaganum. Tá ið hann var í Danmark í 1925-28 og lærdi til plantør, plantaguvirksemi, keypti hann sær eina kaliber 16 høglbyrsu. Ta byrsuna gav pápi mær. Hann kom við mær yvir á trøðna og lat meg royna hana. Vit stóðu við hoyggjhúsið, og eg skeyt til máls oman í fjøruna. Hesa byrsuna brúkti eg í nógv ár, til eg keypti mær eina nýggja úr Belgien. Eg havi báðar enn, tann gamla hongur á vegginum í kjallaranum. Niels, bróður, leigaði haruhaga frá Dánjal í Búðini, bónda á Velbastað, saman við Hilmar Dam, Arnhold Dahl Christiansen og Petur hjá Demmusi. Har slapp eg við fyrsta árið. Hagin er frá Triðingsgili niðan til tjørnuna á Norðara Skarði í Syðradali. Teir høvdu eisini frá 1949 leigað norðaru helvt av Skælingi frá Jákupi Joensen, bónda, har slapp eg eisini at vera við. Hagin var frá Skeiðs­skarði, Miðafelli, ánni í Gjáarbotni, Skælingsfjalli og Líðini norður um Skæl­ings­ bygd. Tað vóru nógvir góðir túrir, eisini nógvir sum vóru strævnir. Eg kann siga, at eg øll hesi árin havi í hvussu verið eina, ofta tvær ferðir, á toppinum á Skælingi í harutíðini. Eisini fleiri ferðir jóan­ søkunátt, tá ið siður var at fara upp á Skæling at síggja sólina rísa. Fyrstu árini var bert koyrandi niðan á Sundsháls. Seinri var koyrandi til Mjørkadal og so niðan á Sornfelli. Tá komu vit beint í hagan. Tá ið liðugt var at skjóta, var ofta farið til Skælings inn til bóndahjúnini Jákup og Jóhonnu, sum var ættað úr Kollafirði. Tey vóru sera blíð. Jóhanna plagdi at siga, at tá hon sá okkum daga ímóti sýnini á Slætthamri, setti hon seyðarhøvdini útá, so vit kundu fáa døgurða beint sum vit komu. Vit sótu so og sungu til út á náttina, tað dámdi teimum sera væl. Eisini plagdu vit at fara til Leynar at vitja bóndan, Siggu Jákup, og handilsmannin, Georg Hansen, sum eisini var formaður í bygdaráðnum. Farið var aftur til Skælings um kvøldið. Tað var eingin vegur, bert ein smøl gøta og sera bratt og bølamyrkt. Farið var aftur í hagan tíðliga morgunin eftir. Ringt varð eftir bili at koma so langt koyrandi var. Vit vóru aftur við bilin, tá vit vóru lidnir at skjóta. Tað var so uppgávan hjá Ednu at taka harurnar upp. Hetta hevði vermamman lært hana. Harutíðin var frá 1. november til 1. januar. Um tað viðraði, var farið ímillum jól og nýggjár. Tá vóru vit vanir at hava jólapakka við til børn­ini á Skælingi. Hetta gleddu tey seg til á hvørjum ári. Minnispláta fyri 25 ára haruskjóting Tá ið 25 ár vóru liðin, síðani vit leigaðu hagan, fingu vit hugskotið at seta eina plátu á Skæl­ ingsfjall sum minni um tær mongu og strævnu haruferðirnar. Avgjørt var at seta hana undir Kvígustíggj, ið er einasta veruliga uppgongd niðan á Hettuna. Vit fingu Tommy Arge, sála, at gera uppskot til mynd og tekst. Vit fingu frá honum eina frálíka tekning av Skælingsfjalli við nøvnum og árstølum. Anfinnur Debes graveraði myndina í plátuna. Ein góðan dag høvdu vit fyrireikað okkum til ferðina við plátuni. Við meitli, hamara, boltum og stórum stiga varð koyrt niðan í Mjørkadal og síðani til gongu niðan við Bláhamar, Skeiðsskar og niðan undir Kvígustíggj. Við meitli feldu vit plátuna í hamarsklettin og festu hana við ekspansjónsboltum. Við stiganum rukku vit so mikið upp, at hon sást hampuliga. Plátan er har enn. Brynjumannaborð Vit hava mangan gingið framvið Brynju­ manna­borði á Oyggjagøtuni til Skælings. Inni hjá Siggu Jákup fall prátið einaferð á Brynjumannaborð og havið, ið ikki lá har. Her koma vit til søguna um bardagan í Mannafelsdali. Oman fyri Kaldbaksbotn er Mjørkadalur. Nakað oman fyri bygdina er eisini Mannafelsdalur. Søgnin sigur, at har brustu sunnan- og norðanfjørðsmenn saman í miklum bardaga av misnøgd um skattin, katólska kirkjan legði á fólk at fíggja Múrin í Kirkjubø. Tað sigst, at grasið í Mannafelsdali litaðist reytt av tí blóði, har fleyt í bardaganum, og tað sigst vera reytt enn av blóðinum. Norðan dalin stendur Brynjumannaborð. Tað er søgn, at hann hevur fingið navn av tí, at norðanmenninir hildu sigursveitslu har, tá ið sunnanmenninir flýddu. Omaná hesum klettinum liggur ein steinur, sum norðan­ menninir høvdu til hav. Hann, ið ikki var mentur at hevja steinin upp frá undirlagnum, slapp ikki við hinum í bardagan. Tá fortelur Siggu Jákup, at tá hann sum smá­drongur við pápa sínum gekk eftir Oyggja­gøtuni og teir komu framvið Brynju­mannaborð, segði hann, at steinurin har lá, var havið. Hann lá nakað niðanfyri borðið. Avgjørt var, at vit »norðanmenn« og »sunnanmenn« skuldu seta hvørjum øðrum Siðsøga Aftur av haruveiði á Skælingi, á myndini til vinstru eru Hilmar, Harald, Arnhold, Øssur og Niels Plátan á Skælingsfjalli