Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 27 Komandi partur Í komandi parti verður heilsan til eina ímynd av havnarsøgu, sum verður 95 ár. stevnu á Brynjumannaborði og fáa hendan stein upp aftur á borðið. Hetta mundi vera umleið 1960. Um Jóansøkumundið var farið til gongu, og »sunnanmenninir« Hilmar, Arn­ hold, Øssur og Niels og »norðanmenninir« Georg Hansen, Siggu Jákup og Sofus Joen­sen, bróður skælingsbóndan, møttust við Brynju­ mannaborð. Vit fingu dragsað steinin upp á borðið og løgdu hann um kloyvuna. Georg Hansen helt røðu. Hann byrjaði við at siga »ein maður er ein maður, eitt orð er eitt orð«, og hann hugleiddi um roysnisbrøgd og trúfesti. Sofus Joensen tosaði um tann týdn­ing søgan og søgnin hevði fyri fedrar okk­ara og legði dent á, at »latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl«. Eitt skjal var undirskrivað av norðan og sunnanmonnum. Hetta varð goymt í eini fløsku, sum vit tyrvdu í kleivini. Vit slógu síðani ring uppi á borðinum. Í skýmingini hesa stillu summarnátt glímdi dansurin í Hunsáarbotni, undir Miðafelli, og Skælingsfjalli. Gingið var til Skælings, har vit sessaðust við búgvið borð hjá Jóhonnu og Jákupi. Reypað varð í bóndans stovu til út ímóti morgni! Røtt varð um søgnina um bardagan í Mannafellsdali. Sagt var, at bert skælingsbóndin lyfti havinum, og tá ongin annar megnaði hesum, spann øði í bóndan, hann ripaði nevan í borðið so tað klovnaði. Minniligar ferðir Eitt ári skiftu vit takið út á sethúsunum hjá Jákupi á Skælingi. Flag var á, tað tóku vit av og løgdu plátur á. Arnhold hevði eitt myndatól til smalfilm. Hann stóð í túninum og tók film av okkum, meðan vit tóku flagið av og taktu. Á myndatólinum var ein klappur fyri linsina. Tá ið hann skuldi vísa filmin, var alt svart. Hann hevði gloymt at tikið klappin av! Hendan túr nevndu tey á Skælingi fyri »klaffatúrin«. Eisini taktu vit seyðahúsið hjá Jákupi, hetta gjørdu vit vikuskiftir. Tvey flettingarborð gjørdu vit eisini. Koyrt var til Mjørkadals og so til gongu við teimum eftir Oyggjagøtuni til Skælings. Jóhanna segði, at tá hon sá okkum koma oman ímóti húsinum við teimum, var tað sum vit komu við havamøblum! Hend­an túrin nevndu tey »tá ið teir komu við hava­ møblunum.« Eina aðru ferð skuldi hurðin ímillum stov­ urnar skiftast út á Skælingi. Eg stóð á verk­ staðnum og beslóg hana, setti handtak í og karm um, hon var klár at seta í. Koyrt var til Mjørkadal og so til gongu við hurðini eftir Oyggjagøtuni um Hundsenni til Skælings. Á vegnum var støðgað, hurðin var av og á sett niður. Hon var afturlatin, vit stóðu allir uttan ein »uttanfyri«, so bankar ein og ein uppá »ger so væl kom inn« var sagt. »Innanfyri« stóð ein og beyð vælkomin við durasnapsi. Tá komið var á Skælingsskarð, kom Jákup bóndi og dótt­irin Jórun ímóti okkum. Tá bleiv hurðin sett niður. Jákup bjóðaði vælkomin innum við durasnapsi. Tá komið var til Skælings, var hurðin sett niður í túninum, tá sluppu øll innum. Vit settu hurðina í sama dag, og gingu til Havnar dagin eftir, hendan túrin nevndu tey, »tá ið teir komu við hurðini«. Nógv ár aftaná fortaldi Tordis mær, at ein á arbeiðsplássinum hevði frætt um nakrar originalar úr Havn, sum høvdu borðið eina hurð eftir Oyggjagøtuni til Skælings og bjóðað durasnaps á vegnum! Tá vit plagdu at sita í køkinum hjá Jákup og Jóhannu á Skælingi við búgvið borð, var ofta tosað um allar túrarnar, vit høvdu gjørt: Tá nevndu tey allar; klaffatúrin, túrin við havamøblunum, túrin við hurðini, tá ið vit løgdu havið aftur á Brynjumannaborð og mang­ar aðrar. Á ferð við børnunum Okkum hevur altíð dámað væl at ferðast sam­ an við børnunum. Tá Hans og Tordis vóru um­leið 7-8 ár, var eg vanur at hava tey við. Eg byrjaði tíðliga at fara á fjøllini við teimum. Vit fóru millum annað á Kirkjubøreyn, Steinafjall, Murufelli, Konufelli, Tungulíðfjall, Stígafjall, Núgvuna og til Skælings. Eg havi eina mynd frá 1973, har Hans og Tordis sita á varðanum ovast á Stígafjalli, tá er Hans 7 ár Tordis 8 ár. Tá tey vóru um 6 ára aldur, fór eg í svimji­ hylin við teimum at læra tey at svimja hjá Elnu Skylv Hansen. Svimjihylurin var uttandura, har badmintonhøllin er í dag. Tá Høgni var umleið 7 ár, kom hann ofta við at svimja. Tá vóru ofta bara vit báðir. Í 1990 fóru Høgni, Edna og eg túr á Kald­baks­ fjøllini. Farið var við bili til Tíggjará, har eg setti bilin, Tordis var við teirra bili, Øssur var við, bert ½ ár gamal. Tá eg hevði sett bilin, koyrdi Tordis okkum niðan á Oyggjarvegin. Vit fóru úr bilinum, har Hórisgøta kemur niðan á vegin. Vit fóru til gongu eftir hálsinum omanfyri Mannafellsdal og niðan á Kaldbaksfjøllini, gingu fjøllini suðureftir og fóru so oman í dalin, har tað er sera vakurt. Áin rennur so mjá og smýgur seg oman eftir, til hon hon fer omanav í Tíggjará. Frá dalinum oman til bilin er bratt og fleiri hamrar. Tað er tungt frá vegnum framvið Tíggjará niðan í dalin. Hendan túrin funnu vit á Kaldbakskambi ein sera sjáldsaman flatan stein, sum var umleið 1 cm. tjúkkur og hevði runt skap. Umleið 30-40 cm. frá kantinum var eitt runt hol. Vit skiftust um at bera hann oman í bilin. Steinurin hongur nú í kamarinum í kjallaranum. Hetta var ein sera góður túrur, sum ofta verur tikin til. Vit hava ofta øll verið túr á Kaldbaksfjøllinum bæði frá Tiggjará og frá Oyggjarvegnum, har er sera vakurt, eina mynd hava vit hangandi í kamarinum, har Hans stendur og hyggur oman í dalin. Tað vóru mangir slíkir túrar, nógvir uppá Núgvuna. Vit fóru við bili til norðaraskarð í Norðradali, niðan eftir Grønubrekku, um Einiberstíggir og niðan á toppin. Eisini var farið niðaná eftir Stefansgjónni, við hvørt fóru vit oman eftir Stefansgjónni, tá ið vit fóru heim. Har var sera bratt og illgongt. Av Núgvuni var oftani farið oman í dalin oman fyri stígar. Børnunum dámdu væl at spæla í ánni, ið rennur ígjøgnum dalin og fer niðurav við Áarstíggir, har gongt er oman í Norðradal. Farið var eisini niðan í Skorðadal, út eftir Nípuni. Við hvørt fóru vit heim aftur niðan gjøgnum gjónna í Botnafjalli og niðan á toppin, heim eftir gøtuni og oman Grønubrekku. Gleði av børnunum Edna og eg hava havt og hava stóra gleði av børnum, abba- og ommubørnum og hava tað framvegis. Barnabørnini eru nú 11 í tali. Eg sigi sum mamma mín skrivaði: Børnini trý mundi vera So tað var altíð nokk at gera Gentan ein og dreingirnir 2 Kann mann ynskja sær meir Hjartans tøkk skulu tit hava Ein vælnøgdur pápi og abbi Tøkk til Øssur Hetta er 10. og seinasti partur í hesi røðini hjá Øssur. Hetta hevur verið ein stak hugalig frá­søgn. Hetta er eisini tað, sum fleiri av lesarunum hava sagt frá. Henda frásøgnin lýsir eisini, hvussu nógv ið er broytt bert eftir einum mansaldri. Øssur er ein sannur fróðarmaður. Hann hevur skrivað fleiri hundrað síður um sína ætt, so hann kundi havt meira at greiða frá. Øssur skal hava stóra tøkk fyri, at hann hevur viljað lutað sína frásøgn við okkara lesarum. Vit ynskja honum, Ednu og øllum teirra alt tað besta. Georg Hansen heldur røðu uppi á Brynjumannaborði ..og dansurin gongur Edna og Øssur saman við sínum