hósdagur 6. august 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
30
ítróttur
Ikki við:
Hørður Askham (lærkrikin, til
kanningar í næstum)
Leikbann:
Gestur B. Dam (fimm gul)
Ikki við:
Pál M. Joensen (knæ, óvist),
Arnbjørn T. Hansen (knæ, óvist),
Jóhan T. Davidsen(
Við aftur: Jógvan Rói Davidsen
(leikbann)
Allir mans tøkir.
Við aftur: Súni Olsen eftir
langtíðarskaða
Ikki við: Jónleif Højgaard
(fipurspreinging, 1-2 vikur)
Monrad Holm Jacobsen
(burturstaddur)
Við aftur: Haraldur R. Højgaard
(leikbann)
Ikki við: Brian Olsen (leikbann),
Egil á Bø (burturstaddur), Tóki
Johannesen (burturstaddur)
Við aftur: Niels Pauli Danielsen
(leikbann)
Tróndur Arge
U
m vikuskiftið verður 20.
umfar í Effo-deildini. Í
øllum dystunum er nógv
upp á spæl. Tað er eisini
torført, at peika á ein favoritt í flestu
av dystunum.
Størsti dysturin verður í Gunda
dali sunnudagin, tá oddaliðið B36
tekur móti nummar tvey, NSÍ. Hetta
er ein dystur millum tey bæði liðini,
sum hava spælt besta fótbóltin í
ár. Helst hevur NSÍ ikki ráð at tapa
hendan dystin, tí so blívur munurin
upp til mótstøðuliðið heili fimm stig.
Fríggjadagin verður klassisk
uppgerð í Klaksvík millum KÍ og
HB. Væntandi verður stúgvandi fult
av fólki, tí Summar Festivalurin er
somuleiðis hetta vikuskiftið. Hetta er
eisini dysturin um fjórða plássið og
seinasta atgongumerkið til Europa
League – ið kann fáa eitt virðið upp
á fleiri milliónir krónur.
Í suðri verður satt fótbóltskríggj,
tá grannarnir og arvafíggindarnir úr
FC Suðuroy og TB bresta saman. TB
hevur mest sum vunnið seg leyst av
øllum niðurflytingarprátið, meðan
FC Suðuroy verður elt av AB.
Á Argjum er Víkingur á vitjan.
Teir hava tað ikki altíð so lætt móti
argjamonnum, men ætla teir sær FM,
so verður helst neyðugt við einum
sigri.
Í Fuglafirði er botnliðið, EB/
Streymur, á vitjan. ÍF er sært og hevur
tapt tveir teir seinastu dystirnar.
Spurningurin er um tað verður ÍF,
sum reisir seg, ella um EB/Streymur
kemur við einum seinasta sprelli.
FM brakið
B36 – NSÍ Páll Augustinussen
Sunnudagin klokkan 15.00
Eitt brak, sum kann fáa avgerandi
týdning fyri FM stríðið. B36 er
oddalið, tvey stig frammanfyri NSÍ,
og hevur havt takið á NSÍ seinnu
árini. Tað er tó nógv, sum bendir á, at
NSÍ hesa ferð er í eini betri støðu enn
nakran av dystunum seinnu árini. Við
5-1 sigri á ÍF vísti NSÍ, at teir eru til
reiðar at stríðast um FM heitið.
– Seinast vit vóru í Gundadali og
spældu móti B36 taptu vit 3-0. Ta
ferðina var tað mín feilur og tann
feilin gera vit ikki aftur, sigur Trygvi
Mortensen og leggur afturat;
– Bæði eg og spælararnir gleða
okkum til dystin. Bæði liðini halda
støðið í ár, so tað verður bæði stuttligt
og spennandi, sigur venjarin hjá NSÍ.
Eyðun Klakstein, venjari hjá B36,
hevur nógv at fegnast um í ár. Felagið
liggur á fyrsta plássi og tykist hava
funnið ein framherja í Philip Lund,
sum passar væl inn í spælið.
– Vit hava vunnið tveir góðar sigrar
eftir summarsteðgin, hava hildið
málið reint í báðum dystum og hava
spælt rættiliga góðan fótbólt til tíðir.
Vit eru til reiðar at spæla toppdyst
ímóti NSÍ, og vit gleða okkum nógv
til dystin, sigur Eyðun Klakstein og
leggur afturat;
– Eg rokni við, at tað verður ein
góður og tættur dystur, har bæði liðini
fara at leggja seg eftir at vinna dystin.
B36 og NSÍ eru helst tey bæði liðini,
sum hava spælt besta álopsfótbóltin
í kappingini í ár. Liðini kunnu leypa
rættiliga treytaleyst á við góðum og
ágangandi spæli, og vónandi fara vit
at síggja nakað av tí í hesu dystinum,
sigur venjarin hjá B36.
B36 vann í fjør FM. Hópurin
er áleið tann sami, so tað kemur
ikki óvart á, at árstalsfelgið er við í
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Hóast klassikaran millum KÍ og HB, og grannauppgerð í
suðri, so verða øll eygu vend móti FM brakinum í Gundadali, har B36 og NSÍ
bresta saman. Talan er um størsta dystin í kappingarárinum higartil
Størsta
FM brakið
higartil í ár
Upptakt til Effodeildina
Jóhan Troest Davidsen er eitt av ivamálunum til klassikaran
millum HB og KÍ