hósdagur 6. august 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
31
Ikki við: Páll A. Klettskarð
(fóturin, úti restina av árinum)
Ivasamur: Kenan Hajdarevic
(slag á fótin)
Við aftur: Jonas F. Rasmussen
(leikbann)
Ikki við: Bartal Eliasen (skaddur)
Ivasamur: Bogi Reinert Petersen
Ikki við: Heðin
Stenberg(burturstaddur), Álvur F.
Christiansen(burturstaddur)
Við aftur: Dimitrije Jankovic
(leikbann)
Ikki við: Patrik Johannesen
(leikbann), Heini Mikal
Mortensen (langtíðarskaddur)
Ikki við: Christian Ibeagha
(leikbann)
oddinum. Hinvegin kemur tað eitt
sindur óvart á, at NSÍ eru so drúgvir
í ár.
–NSÍ hevur staðið seg sera væl í ár,
og teir hanga framvegis í toppinum,
hóast nógv fólk hildu, at tað fóru teir
ikki at megna í longdini. NSÍ spælir
góðan og lívligan fótbólt, og eftir
at teir dragnaðu eitt sindur áðrenn
summarsteðgin, eru teir byrjaðir sera
væl í seinnu hálvu. Eg rokni við, at teir
verða drúgvir í toppstríðnum, sigur
venjarin hjá B36, Eyðun Klakstein at
enda.
B36 hevur ráð at spæla javnt og
helst eisini tapa, meðan NSÍ helst
skal hava stig úr Gundadali hesaferð.
Dysturin um evropa
milliónirnar
KÍ – HB Lars Müller
Fríggjakvøldið klokkan 18.00
Fimm stig skilja HB á fjórða plássi og
KÍ á fimta plássi. Munurin á at enda
á fjórða plássi og fimta plássi er, at
fjórða plássið gevur luttøku í Europa
League. Tað gevur so aftur væl yvir
eina millión í kassan. Umframt møgu
leikan at vinna seg víðari til enn fleiri
pengar.
HB skuldi upprunaliga stríðast
um FM heitið, men tann møguleikan
hava teir ikki longur, nú tað er
tíggju stig upp til B36. Tí eru teir
endaðir í einum stríðið um fjórða
plássið, sum KÍ ótrúliga gjarna vil
hava fatur á. Felagið hevur økt um
fíggjarætlanina og málið tykist púra
greitt at vera Europa League. Sostatt
er hetta dysturin um Europa League
milliónirnar.
Fyri KÍ kemur tað væl við, at
liðskiparin, Jonas Flindt Rasmussen,
er tøkur eftir leikbann. Í HB hópinum
mugu tey klára seg uttan Arnbjørn
T. Hansen restin av árinum , meðan
Jóhan Troest Davidsen er ivasamur
til dystin. Jógvan Rói Davidsen er
tøkur aftur eftir leikbann.
Suðuroyggin kann
FC Suðuroy – TB Rúni Gaardbo
Sunnudagin klokkan 15.00
Í fjør fluttu bæði TB og FC Suðuroy
upp í Effo-deildina. Bæði liðini hava
higartil prógvað, at tey hvør í sínum
lag kunnu bjóða hinum liðnum í
bestu deildini av.
Serliga TB fekk eina frálíka byrjan.
Eina løtu var evropa fótbóltur ikki
bara ein fjarur dreymur í Trongisvági,
men gongdin seinastu dystirnar
hevur ikki livað upp til tað. Patrik
Johannesen hevur leikbann.
Í Vági gekk illa fyrstu umfør
ini, men FC Suðuroy hevur síðani
vunnið seg røttu megin niður
flytingarstrikuna. Somuleiðis tykist
liðið hava funnið eina javnvág, sum
ger at teir eru kappingarførir at kalla
allar dystirnar.
Vesturi á Eiðinum hava tey havt
stóra gleði av teimum trimum út
lendingunum, Mamuka Toronjadze
og Valerian Iobahvili úr Georgia,
og Christian Ibeagha úr Nigeria.
Tíverri fyri FC Suðuroy, so hevur
siðst nevndi leikbann. Tað merkir at
broytingar mugu gerast í miðverjuni.
Bæði elta onnur lið
AB – Víkingur Kaspar Sjøberg
(Svøríki)
Sunnudagin klokkan 17.15
Felags fyri AB og Víkingur er, at tey
elta onnur lið fyri at røkka sínum mál
setningi. Fyri Víking er talan um FM
stríðið, har B36 og NSÍ eru ávikavist
fimm og trý stig frammanfyri. Av tí
at hesi bæði møtast í Gundadali, so
kann Víkingur við sigri á Argjum
vinna seg inn á í minsta lagi annað
av hasum.
Súni Olsen er tøkur aftur og tað
merkir, at Sigfríður Clementsen hevur
allar mans tøkar til dystin. Vinnur B36
í Gundadali í dystinum, sum verður
spældur stutt frammanundan, so er
trýst á Víkingi at vinna inni í Vika.
Argjamenn elta FC Suðuroy og
partvís eisini ÍF og TB, meðan EB/
Streymur skal haldast aftanfyri.
Hesi fýra feløgini møtast innanhýsis,
so aftur her er talan um góðan
møguleika at gera eitt hál, um tað
eydnast at vinna.
AB hevur góðar royndir móti
Víkingi, men spurningurin er
hvat tað telur. Argjamenn vunnu
farna vikuskiftið sín fyrsta dyst í
hesum kappingarárinum og lagið
er gott. Heðin Stenberg og Álvur
F. Christiansen eru burturstaddir.
Annars eru allir mans tøkir. Eisini
Sorin Anghel, sum spældi við aftur
móti EB/Streymi, og Dmitrije Janko
vic, ið hevði leikbann seinast.
ÍF aftur á beint
ÍF – EB/Streymur Kári J. á Høvdanum
Sunnudagin klokkan 15.00
Tað passar helst ÍF væl, at lítið av
ljósi verður varpað á hendan dystin.
Tað hevur gingið av skriðuni til hjá
fuglfirðingum í seinnu hálvu, har
liðið hevur tapti samanlagt 9-1 móti
B36 og NSÍ.
Hóast EB/Streymur gjørdi
eitt ordans sprell móti KÍ í fyrsta
umfarinum eftir summarsteðgin, so
brast einhvør vón við 4-0 tapinum
fyri AB.
Hetta er á papírinum besti møgu
leikin hjá ÍF at vinna sær trý stig, og
harvið sleppa undan øllum tosi um
niðurflyting. Eydnast tað ikki, so er
tað bara ein staðfesting av, at okkurt
gali í ÍF.
EB/Streymur er eftir øllum
vanligum logikki flutt niður. Felagið
skal helst niður at venda, men
tað merkir ikki, at spælararnir hjá
teimum ikki geva seg alt teir eiga í
hvørjum dysti. Teir spæla longu fyri
at koma aftur í bestu deildina um
tvey ár.
trondur@sosialurin.fo
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
Klæmint A. Olsen er
toppskjútti í Effo-deildini við
18 málum
www.faroesoccer.com