Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fara í nýggjan flokk til løgtingsvalið løgtingsval Árni Gregersen Fyri árum síðani var tað so at siga óhugsandi, at fólk, sum einaferð høvdu stillað upp, skiftu yvir til annan flokk. Og vóru tey fyrst einaferð vald fyri ein flokk, so hendi tað bert í einstøkum, nógv um­talaðum førum, at hesi valdu at fara í annan flokk. Tíðin beint eftir seinna heimsbardaga við fólka­at­ kvøðu og heima­stýrislógini var eitt undantak, har onkur skifti flokk, men seinni var tað so at siga óhugsandi. Nú er støðan broytt Til hetta løgtingsvalið stilla fleiri upp, sum áður hava stillað upp fyri annan flokk. Og millum teirra eru fleiri kend nøvn úr politiska umhvørvinum. Mest kenda flytingin í nýggjar tíð er, tá ið Sjúrður Skaale til næstseinasta fólka­tingsval stillaði upp fyri Javnaðarflokkin. Framman­ undan hevði hann sitið inn­ ar­laga í Tjóðveldi. Til løgtingsvalið nú stillar Sjúrður Skaale upp fyri Javnaðarflokkin, sum hann eisini umboðar á Fólkatingi. Mesta óvæntaða útmeld­ ingin kom tó helst frá borgar­stjóranum í Fuglafirði, Sonna á Horni, sum fyrst boðaði frá, at hann fór at stilla upop fyri Nýtt Sjálvstýri. Eftir at kanningn hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kann­ingarstjóra, av hand­far­ ingini av málinum um Skála­ fjørðin var almannakunn­ gjørd, skifti borgarstjórin tó hest. Hann segði, at niður­støð­ an hjá kanningar­stjór­an­ um, sum mælti til at geva fyrr­verandi formanninum í Sjálvstýrisflokkinum og fyrrverandi landsstýris­ mann­inum við innlendis­ málum, Kára P. Højgaard, átalu, fekk hann at umhugsa støðuna av nýggjum. Endin var, at hann tók seg av listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri og segði ja til at stilla upp fyri Tjóðveldi í staðin fyri. Sama støða í Vestmanna Í Vestmanna hevur borgar­ stjórin eisini boðað frá, at hann stillar upp fyri Tjóð­ veldi. Pauli Petersen var vald­ ur í kommunustýrið í Vest­ manna á einum felagslista, men til seinasta løgtingsval í 2011 stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin. Hann fekk 166 atkvøður. Nú hevur hann so í stað­ in fyri valt at stilla upp á list­ anum hjá Tjóðveldi. Hetta eru tveir av borgar­ stjórunum, sum stilla upp til komandi løgtingsval. Eisini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur valt at stilla upp. Hann er á Javnaðarlistanum. Heðin Mortensen hevur áður verið valdur fyri Sam­ bandsflokkin, men valdi fyri nøkrum valum síðani at skifta flokk eftir eitt komm­unuval. Hann valdi tá at fara úr Sambandsflokkinum og skifta til Javnaðarflokkin har hann nú eisini er næst­ for­maður. Borgarstjórar stilla upp Listarnir eru ikki endaliga lidnir, men hesaferð vera nógvir fleri borgarstjórar at velja ímillum. Tað er vorðið alt meira vanligt at skifta flokk í føroyskum politikki. Valið hesaferð er onki undantak