Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 løgtingsval Sambært in.fo stilla hesir 13 upp: Heðin Mortensen, Tórshavn kommuna Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna Magnus Rasmussen, Runavíkar kommuna Sonni á Horni, Fuglafjørðar kommuna Johan Christiansen, Eysturkommuna Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna Rósa Samuelsen, Vága kommuna Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna Brandur Sandoy, Sands kommuna Trúgvi Gudmundsson, Hvalbiar kommuna Hans Jákup Kallsberg, Viðareiði Missa til Framsókn Seinasta nýggja av flyt­ing­ um er, at erka tjóð­veldis­mað­ urin, Zakarias Wang, hev­ur avgjørt at stilla upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Zakarias Wang hevur í nógv ár verið aktivur í poli­ tikki, fyrst og fremst innan Tjóðveldi, men hann hevur eisini roynt seg sjálvur. Til fólkatingsvalið sein­ ast stillaði hann tó upp á uttanflokslista fyri seg sjálv­ an, men til komandi løg­ tings­val er hann so farin úr Tjóðveldi og stillar upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Zakarias Wang grund­ gevur fyri, hví hann skiftir flokk við at siga, at hann ikki kann stuðla einum flokki, sum tekur ímóti stuðli úr Danmark. Í hesum føri sipar hann til, at størru flokkarnir fáa pening fyri hvørja atkvøðu teir fáa til eitt fólkatingsval – umframt at valda umboðið – í hesum føri Høgni Hoydal, Tjóðveldi – tekur móti løn fyri at røkja sítt arbeiðið á Fólkatingi. Annars hevur Nýtt Sjálv­ stýri mist fleiri valevnir til aðrar flokkar Kristianna Winther Poul­ sen úr havn stillaði seinast upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Hon fekk tilsamans 200 atkvøður. Í veruleikanum eydnaðist henni ongantíð at finna stevið saman við fyrrverandi formanninum í flokkinum, Kára P. Højgaard, so til hetta valið stillar hon upp fyri Javnaðarflokkin. Karl A. Olsen, fyrrverandi borgarstjóri í Vestmanna, hevur eisini valt at stilla upp fyri Framsókn í staðin fyri Nýtt Shálvstýri, har hann hevur stillað upp fyrr. Fyrrverandi landsstýris­ maður fyri flokkin, Sámal Petur í Grund, er eisini fluttur. Hann stillar upp fyri Framsókn. Sum nevnt omanfyri, so valdi borgarstjórin í Fugla­ firði at flyta til Tjóðveldi. Eisini Miðflokkurin hev­ ur mist valevnir. Vinjard Jo­ hansen stillar nú upp fyri Sambandsflokkin. Til sein­ asta val stillaði hann upp fyri Miðflokkin og fekk 110 atkvøður. Tveir tingmenn fluttir Tveir av teimum sum mann­ aðu tingið í valskeiðnum, sum nú endar, hava skift flokk. Janus Rein var valdur í Løgtingið fyri Framsókn saman við stovnaranum av flokkinum, Poul Michelsen. Janus Rein fekk 250 at­ kvøður. Mitt í valskeiðnum kom kuril á tráðin millum teir báðar. Janus Rein valdi at fara úr flokkinum og var eina tíð uttanflokkamaður til at hann valdi at melda seg inn í Fólkaflokkin. Og tað er eisini fyri Fólka­ flokkin, hann stillar upp til komandi val. Gerhard Lognberg, borg­ ar­stjóri í Skopun, hevur eisini skift flokk í valskeiðnum. Hann var valdur á ting við 344 atkvøðum fyri Javnaðar­ flokkin. Í valskeiðnum var hann fleiri ferðir beinleiðis í stríði við støðuna hjá flokk­in­ um, so tað endaði við, at hann var koyrdur úr Javn­ aðarflokkinum. Eftir stutta tíð sum leys­ gangari meldaði hann seg upp í Sambandsflokkin, sum hann eisini stillar upp fyri nú. Helena Dam á Neystabø situr sum eykalimur fyri Javnaðarflokkin og hevur fleiri ferðir í hesum valskeiði sitið á tingi. Hon hevur eisini skift flokk – heilar tvær ferð­ir. Fyrst var hon í Javn­að­ar­ flokk­inum, men valdi so at stilla upp fyri Sjálv­stýris­ flokkin, men fór so seinni uppí aftur Javnaðarflokkin. Í 2008 stillaði Karsten Hansen upp fyri Miðflokkin. Hann hevði áður umboðað Tjóðveldi. Karsten stillar hesaferð upp fyri triðju ferð fyri Miðflokkin. Bjørn á Heygum stillar upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Hann var í 1994 valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Hann var fyrst valdi tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum tá var størsti flokkur. Bjørn á Heygum fekk 646 persónligar atkvøður í Suðurstreymoyar valdømi. Hann stillar nú upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Veljararnir skifta ofta flokk – tað vísa allar veljara­ kanningar. At tey, sum eru aktiv í politikki, er tí kanska heldur ikki so merkiligt. Hava skifti flokk: Sjúrður Skaale Tjóðveldi til Javnaðarflokkin Sámal Petur í Grund Sjálvstýri til Framsókn Karl A. Olsen Sjálvstýri til Framsókn Helena Dam á Neystabø Sjálvstýri til Javnaðarflokkin Karsten Hansen Tjóðveldi til Miðflokkin Gerhard Lognberg Javnaðarfl. til Sambandsflokkin Janus Rein Framsókn til Fólkaflokkin Heðin Mortensen Samband til Javnaðarflokkin Kristianna W.Poulsen Sjálvstýri til Javnaðarflokkin Vinjard Johannesen Miðflokki til Sambandsflokkin Pauli Petersen Fólkaflokkin til Tjóðveldi Sonni á Horni Sjálvstýri til Tjóðveldi Bjørn á Heygum Sambandsflokkurin til Nýtt Sjálvstýri Kristianna Winther Poulsen stillaði seianst upp fyri Sjálvstýrisflokkin og fekk 200 atkvøður. Nú stillar hon upp fyri Javnaðarflokkin Zakarias Wang er farin úr Tjóðveldi og stillar hesaferð upp fyri Nýtt Sjálvstýri Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, er farin úr Fólkaflokkinum og stillar upp fyri Tjóðveldi Vinjard Johansen stillaði seianst upp fyri Miðflokkinum. Hesaferð stillar hann upp fyri Sambandsflokkin Sjúrður Skaale skifti til javnaðarflokkin við næstseiansta fólkatingsval. Nú stillar hann eisini upp til Løgtingið