Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Árni Gregersen Tað eru 30 ár síðani vit fingu Útnorðurráðið. Hettat verður hátíðarhild­ ið í Føroyum í hesi vikuni, nú ráðið hevur ársfundin her. Í kvøld verður eitt stórt ment­anarkvøld í Løkshøll í Runa­vík, har ársfundurin eisini verður hildin. Útnorðurráðið hevur eis­ini fund í Havn í Norður­ landa­húsinum. Í løtuni er Bill Justinus­ sen, Miðflokkurin, formaður í ráðnum, men á ársfundinum hesaferð verður nýggjur for­ maður valdur. Tað verður grønlendski garvaði politikkarin Lars Emil Johansen, sum eftir fund­in í Føroyum tekur for­ mans­skapin yvir eftir Bill Justinussen. Í Útnorðuráðnum verður formaður skiftur hvørt ár og hann gongur uppá skift millum Grønland Ísland og Føroyar. Norðurlendskt samstarv 23. og 24. september var fund­ ur hildin í Nuuk í Grønlandi. Seks tinglimir úr Føroy­ um, seks úr Íslandi og fimm úr Grønlandi tóku lut á fund­ inum. Endamálið var at seta á stovn eitt ráð, sum hevði til endamáls at fremja áhuga­ málini hjá teimum trimum londunum í útnorði. Grundlegggjandi skuldi eisini arbeiðast fyri umsit­ ing­ini av ráevnum á okk­ara leiðum, umhvørvi, ment­an, útbúgving, helsu, infra­struk­ turi, burðardygd og at seta útnorður á altjóða kortið. Útnorðurráðið er á ein hátt ein partur av norður­ lendska samstarvin­um, har hini norðurlond eisini eru limir. Í Føroyum er tað soleiðis, at tað ikki eru tey, sum sita á fremsta beinki í flokkunum, sum umboða Føroyar í ráð­ num. Í hesi setuni eru tey Bill Justinussen, Miðflokkurin, sum eisini er formaður í ráð­num, Edva Jacobsen, Sam­bandsflokkurin, Brand­ ur Sandoy, Fólkaflokk­ur­ in, Gunvør Balle, Tjóð­veldi, Henrik Old, Javnaðar­flokk­ urin og Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri. Fín vitjan 30 ára føðingardagurin og ársfundurin í Føroyum fær fína vitjan. Íslendski forsetin, Ólav­ ur Ragnar Grímson, vitj­ar. Alment er tað løg­mað­ur, Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, sum er vertur hjá íslendska for­ setanum, men forsetin fer eisini at halda røðu á fund­ inum í Norður­landa­hús­in­um. Tað fer íslendski for­ sætis­ráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, eis­ ini at gera, umframt at Kim Kielsen, grønlendski lands­ stýris­formaðurin. Sjálvur ársfundurin verð­ ur hildin í Runavík miku­dag­ in og hósdagin. Tey aktuellu málini, sum eru framm eru um Ark­tis og hvørja ávirkan út­norður­ londini kunnu fáa á tann politik, sum verður rikin í sam­bandi við Arktis. Arbeitt verður eisini við at finna fram til, hvørjar tæn­astur hesi somu lond kunnu veita, nú Arktis verð­ ur ein leið, har munandi meira skipaferðsla fer at verða komandi árini. Mentanarkvøldið Mentanarkvølið við almenn­ ari atgongd verður í Runavík í kvøld. Tað byrjar við, at Bill Just­ inussen, heldur føð­ing­ar­ dagsrøðuna, Magnus Ras­mus­ sen, bjóðar vælkom­in og síðani koma fleiri ment­anar­innsløg. Enekk fer at spæla og syngja, tað sama fer grøn­ lendski punkbólkurin Varna og íslendski grandprix-sang­arin Eythór Ingi fer eisini á pall. Føroyski superskemtarin Jákup Veyhe fer eisini at hugleiða um norðurlendskt samstarv, áðrenn áskoð­ar­ar­ nir fara at síggja framsýning av estetiskum fimleiki. Fyri fyrstu ferð í øll árini, fer Útnoðurráðið at handa ein heiðursprís. Hvør fær hann, verður eisini avdúkað á mentanarkvøldinum í Runa­vík. 30 ár við drúgvum samstarv verður nú feirað í Føroyum Íslendski forsetin á vitjan í sambandi við, at Útnorðurráðið heldur 30 ára føðingardag hátíðarhald Føroysku for­menn­irnir í Útnorðurráðnum Bill Justinussen, Miðflokkurin Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin Henrik Old, Javnaðarflokkurin Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin Jógvan Durhuus, Tjóðveldi Libeth L. Petersen, Fólkaflokkurin Karin Kjølbro, Tjóðveldi Hans Jacob Debes, Tjóðveldi (Kári P. Højgaard og Lisbeth L. Petersen hava røkt hvør síni tvey formansskeið) ólavur Ragnar Grimsson kemur á vitjan í Føroyum í dag í samband við, at Útnorðurráðið fyllir 30 ár Bill Justinussen, er formaður til ársfundurin hevur verið. Lars Emil Johansen tekur við formansstarvinum Løkshøll í Runavík verður karmur um mentanarkvøldið í kvøld og ársfundin mikudagin og hósdagin