mánadagur 10. august 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
??????
Rógvi Nybo
Ein loysn var longu funnin
til at taka burtur grótið í
innsiglingini til Skopunar
Havn, tá løgtingsmenninir
úr Sandoynni, Páll á Reyna
túgvu og Brandur Sandoy,
mikudagin í farnu viku al
ment mótmæltu, at túratalið
hjá Teistanum fór at vera
skert í heyst og vetur, tí
neyðuga játtanin ikki var til
arbeiðið at taka grótið burt
ur.
Týsdagin í farnu viku bar
Kringvarp Føroya tíðindini
um, at løgtingsvalið fór at
órógva Sandoyarsiglingina,
av tí at eykajáttanin, sum
Jørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, hevði
borið í Tingið, fall burtur.
Tá ætlaða eykajáttanin datt
burtur vegna løgtingsvalið,
kundi arbeiðið ikki fara í
gongd.
Men
sambært
Ewald
Kjølbro, stjóra í Landsverk,
fekk Landsverk longu beint
eftir hesi tíðindini boð frá
Fíggjarmálaráðnum um at
fara í gongd við arbeiðið.
Fráboðanin var, at Landsverk
skuldi seta arbeiðið í verk
við at gera umraðfestingar
innan
verandi
karmar.
Tað merkir, at teir skuldu
loysa trupulleikan, við at
brúka pengar av verandi
játtan til havnir, sum í ár er
8,7 milliónir krónur. Hesir
pengar vóru annars ætlaðir
øðrum verkætlanum. Síðani
skuldi
Fíggjarmálaráðið
finna eina loysn.
Arbeiðið fyrireikað
í mánaðir
Arbeiðið at taka grótið úr
innsiglingini til Skopunar
Havn hevur verið fyrireikað
í mánaðir. Langt áðrenn løg
tingsvalið varð útskrivað,
hevði
Landsverk
boðað
landsstýrinum frá hesum
trupulleikanum og mælt til
eina loysn. Tískil var eisini
ætlanin, at ein umbøn um
eykajáttan skuldi koma í
Løgtingið eftir ólavsøku.
Arbeiðið at taka burt
ur grótið varð boðið út, og
Articon vann ta útbjóð
ingina,
og
sáttmáli
er
undirskrivaður um arbeiðið.
Sáttmálin innihelt tó eina
treyt, at arbeiðið varð treyt
að av, at pengar vóru funnir
til arbeiðið. Arbeiðið varð
annars sett til at fara í gongd
1. august.
Tá løgtingsvalið so var
skrivað út á ólavsøku, datt
umbønin
um
eykajáttan
burtur.
Hetta
kravdi
so
eina aðra loysn, nevniliga
at
Fíggjarmálaráðið
bað
Landsverk nýta aðrar peng
ar fyri at loysa trupulleikan
beinanvegin.
Alternativið
var at bíða til eftir løgtings
valið. Hesi boðini komu
eftir tíðindini í Kringvarp
Føroya týsdagin í farnu
viku, og so vóru boð givin til
arbeiðstakaran um at fara í
holt við arbeiðið.
Arbeiða longu í
Skopunar Havn
Longu um vikuskiftið kom
eitt skip, Merete Chris, til
Skopunar at liggja. Skipið
skal nýtast til arbeiðið at
rudda burtur grótið í inn
siglingini til Skopunar Havn.
Hetta skip, við manning og
útgerð, hevði neyvan komið
at ligið í Skopun, um ikki
trupulleikin
var
loystur
beinanvegin í farnu viku.
Arbeiðið at taka burtur
grótið er altso longu farið í
gongd.
Valflesk?
Spurningurin stendur so
eftir, um løgtingsmenninir
í Sandoynni, Páll á Reyna
túgvu og Brandur Sandoy,
ikki vóru kunnaðir um at
málið longu var loyst –
antin við at spyrja seg fyri
hjá Landsverk ella Fíggjar
málaráðnum – ella um teir
bara sóu sær eitt upplagt
høvi at gera vart við seg
sjálvar á egnum heimavølli
nú beint upp undir løgtings
valið. Slíkt plaga vit í miðl
unum at skýra valflesk.
rogvi@sosialurin.fo
Skopunar Havn:
Málið var loyst áðrenn
løgtingsmenn lupu øði í
Arbeiðið at taka burtur grótið í innsiglingini til Skopunar Havn var longu sett í verk,
tá løgtingsmenn úr Sandoynni loyptu øði í og fóru at krevja eykajáttanir
Longu um vikuskiftið kom hetta skipið, Merete Chris, til Skopunar at liggja. Arbeiðið at taka burtur grótið í Skopunar Havn hevði verið
fyreikað í mánaðir, og loysnin upp á játtanina longu funnin, tá løgtingsmenn úr oynni fóru at krevja eykajáttan
Mynd: Vilmund Jacobsen