Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað er mest sum á hvørjum ári, at døglingar gera land­ gongd antin í Sandvík ella Hvalba. Hin 28. august í fjør løgdu eisini fimm døglingar beinini í Hvalba. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at døglingur er fevnd­ ur av grindalógini eins og grindahvalur. – Men, í Hvalba og Sand­ vík er siður, at bygdafólkið sjálvt skipar fyri býtinum, og her verður tvøstið javnt býtt millum allar borgarar í sóknini - og øll fáa eins stórar partar. Spikið á døglingi er ikki etandi, men tvøstið er óføra gott. Døglingur er nakað størri enn grindahvalur. Hann verður ikki rikin til lands eins og grindahvalur, men ger sjálvur landgongd. Døglingur verður avlív­ aður við einum serligum mønu­stingara, sum er gjørdur til einamálið. Hesin er heldur størri enn tann, ið brúktur verður at drepa grind við.  Hvør er søgnin? Søgn er um rekatræið, døg­ lingin og súluna. Tað vóru mykinesmenn, sum lótu hánt um hetta tilfeingið, ið gásadalsrisin, Tóri Rami, lovaði í olmussu. Men, tá bæði rekatræið og døglingurin hvurvu, vóru menn noyddir at taka annað skinn um bak, soleiðis at seinasti góði luturin – Súlan – ikki eisini hvarv. Tí verður enn tann dag í dag sagt í Mykinesi: “Súla góð”. Døglingurin verður ikki mettur í skinnum sum grinda­hvalur. Tá skorið verð­ur upp, verður tvøstið vigað og býtt javnt millum allar borgarar í sóknini. Sýslumaðurin, Jaspur Vang, sigur, at tá døglingur leggur beinini, boða tey altíð Náttúrugripasavninum frá, so tey kunnu taka royndir. – Viðhvørt koma tey suður, og viðhvørt fáa tey roydnir sendar norður. Kannað verður kyn, aldur, stødd, eins og innvølir eisini verða kannaðir, sigur sýslumaðurin. Enn einaferð løgdu døglingar beinini í Sandvík. Hetta hendi sunnumorgunin, tá tveir døg­ lingar gjørdu landgongd, vórðu avlívaðir, skornir upp og býttir javnt til fólkið í sóknini, Sandvík og Hvalba Søgan um døglingin Tað er í morgin, at ferðamannaskipið Rotterdam vitjar Runavíkar Havn. Við eru umleið 1400 ferðafólk, og manningin telur 600. Skipið er 238 metrar langt. Rotterdam fer at liggja í Runavík frá klokkan 8 til 16. Góður stórseiður á dorg Tað er væl av stórseiði at fáa við dorg, og fríggjadagin fingu tveir menn í Nólsoy upp í eina fulla trillibøru, sum myndin vísir. Um tað var sagt í skemti ella ei, er ikki greitt, men uppi í rúgvuni av seiði var eisini ein makrelur, sum eisini segðist vera fingin á seiðadorgini. Tað vóru svág­ rarnir báðir, Terji Holm og Edvard Bjarnason, sum saman vóru farnir ein túr í hampi­liga góða veðrinum, sum var fríggjadagin. Stundum hevur nógvur lundi verið at sæð í firðum og sundum í summar, og líkt er til, at her er okkurt at eta. Tað verður tí áhugavert seinni at fáa eina dagføring frá teimum, sum fylgja við svartfuglinum - um hvussu hetta summarið hevur vig­ nast við verping og floygd­ um pisum. Myndirnar tók Evy T. Nielsen, og tær liggja úti á facebook-síðuni – Nólsoy Nú & Tá. Seinnapartin fríggjadagin verður regattasigling í Sundalagnum - og leygardagin verður ovastevna í Nólsoy Døglingurin verður ikki mettur í skinnum sum grindahvalur. Tá skorið verður upp, verður tvøstið vigað og býtt javnt millum allar borgarar í sóknini Avbardir fiskimenn Eitt russiskt skip kom á Fuglafjørð 6. august. Fiskimannafelagið hevði frætt, at alt var ikki í lagi umborð, og tí tók felagið ímóti manningini, tá skipið kom til lands. Manningin telur 17 russar, og sambært Fiskimannafelagnum hava teir ikki fingið løn í 4,5 mánaðir. Haraftrat eru fleiri av manningini vorðnir avbardir umborð. - Nakrir av monnunum vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið, har tann eini fekk fýra pentur í høvdið, sigur Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Tað verður spennandi at frætta, tá teir, sum fylgja við fuglinum, fara at koma við eini dagføring um, hvussu summarið hevur vignast við verping og floygdum pisum Terji Holm vísir ein stórseið úr rúgvini, sum teir fingu við dorg fríggjadagin