mánadagur 10. august 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
Vilmund Jacobsen
Fyrr í summar varð avtala
endaliga undirskrivað mill
um Sunda kommunu og
Eiðis
kommunu
um,
at
Sunda
kommuna
keypir
partin hjá Eiðis kommunu í
Felagsskúlanum á Oyrar
bakka.
Hetta
merkir,
at
Sunda
kommuna
nú
er
einsamallur eigari av skúla
num, men avtalan byggir
eisini á, at næmingar í 8., 9. og
10. flokki av Eiði - ímóti gjaldi
– koma at ganga í nýggja
skúlanum Við Streymin tey
næstu 15 árini.
– Avtalan er ein týðandi
liður í ætlanini hjá Sunda
kommunu at leggja allar
skúlarnar
í
kommununi
saman í ein nýggjan skúla
bygnað, har allir næmingar
hava somu møguleikar.
- Hetta letur upp fyri
møguleikanum hjá okkum at
skapa eitt nýtt og spennandi
skúlaumhvørvi í kommun
uni til okkara verandi og
framtíðar næmingar í einum
skúladepli á Oyrarbakka,
sigur borgarstjórin.
Eisini ítróttarhøll
Heðin Zachariasen ásannar,
at tey innanhýsis í Sunda
kommunu eisini hava havt
spurningin á lofti um eina
ítróttarhøll í økinum.
– Nú taka vit fyrst skúlan,
og síðan verður ítróttarhøllin
eitt tað næsta, sum vit fara í
holt við, staðfestir borgar
stjórin, sum annars fegnast
um teir fasilitetir, sum longu
eru í skúlanum við góðum
svimjihyli og fimleikarhøll.
Hann vísir á, at nú greiða
er fingin á ognarviðurskift
unum til Felagsskúlan á
Oyrarbakka, sum eisini hev
ur góðan svimjihyl og fim
leikarhøll.
– Vit meta, at ein ítrótt
arhøll rættiliga hevði knýtt
kommununa
saman,
og
sjálvur haldi eg avgjørt, at
ein ítróttarhøll í økinum
liggur ikki nógv ár frammi,
sigur Heðin Zachariasen,
borgarstjóri.
vilmund@sosialurin.fo
Partrolararnir hava sum
heild smáligan fiskiskap,
men einstøk pør hava
kortini fingið væl av fiski.
Umframt at fiska upsa,
fáa onkur pør eisini nakað
av hvítum fiski, serliga
longu og toski. Trý pør eru
framvegis á gulllaksaveiði.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at tríggir
djúpvatnstrolarar eru til
fiskiskap. Teir fiska mest
svartkalva, kongafisk og
upsa, og kanska kemur
onkur teirra inn at landa
seinni í vikuni.
– Tríggir trolbátar eru
eisini til fiskiskap. Ein er
á landleiðini og kemur inn
at landa í dag. Tveir eru á
Rygginum og koma helst
inn at landa síðst í vikuni.
Fá
línuskip
eru
til
fiskiskap. Trý eru í Eystur
grønlandi, tvey á ísfiski og
eitt frystir veiðina umborð.
Ísfiskalínuskipini
landa
ætlandi í Íslandi.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at eitt
línuskip er á Rygginum,
men kemur neyvan inn
at landa í vikuni. Onnur
línuskip liggja klár at fara
til Eysturgrønlands.
vilmund@sosialurin.fo
Nú taka vit fyrst skúlan, og síðan verður
ítróttarhøllin eitt tað næsta, sum vit fara í holt
við, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri
Útlit eru ikki til nógvar
landingar hesa vikuna
Ítróttarhøll upp á tal
í Sunda kommunu
Línuskip á
fjarleiðum
Tá skúlarnir byrja
aftur mánadagin
17. august, koma
umleið 700 smá børn
út í ferðsluna.
NATA, sum er samstarvs
avtala millum ferðavinnu
ráðharrarnar í Grønlandi,
Íslandi og Føroyum, lýsir
nú eftir umsóknum og
kann veita stuðul til eitt nú
ferðavinnu-og marknaðarátøk
Trygdin
í hásæti
Tá ovastevna verður
leygardagin, og vænt
andi er, at nógvir bátar
og bátsmanningar fara
at leita sær út um
fjørðin, verður nógv gjørt
burtur úr trygdini.
Rescue Lív fer at liggja
við endan á molanum í
Nólsoy alt leygarkvøldið
og alla náttina. Lív fer
eisini at fylgja
regattabátunum úr
Hósvík til Nólsoyar, eins
og bjargingarbáturin fer
at fylgja svimjarunum,
sum fara at svimja um
Nólsoyarfjørð
leygardagin.
Verjuskipið Tjaldrið ella
Brimil verða í økinum og
fara at viðvirka til, at
siglingin verður so trygg
sum gjørligt.
Nólsoyar Bjargingar
felag fer at taka sær av
at leggja bátarnar, sum
koma út til Nólsoyar á
ovastevnu, og tað verður
eisini bjargingarfelagið,
sum fer at hjálpa
svimjarunum upp úr
sjónum og heim á mál í
bygdini.
Svimjararnir eru
væntandi í Nólsoy
leygarkvøldið um
18.30-19.30-tíðina.
Ítróttarfelagið H71 fer
at halda vakt allastaðni
fram við sjóvarmálanum,
og tey fara eisini at taka
sær av vaktarhaldinum í
tjaldinum.
Tórhavnar Sløkkilið og
løgreglan verða í Nólsoy
leygarkvøldið og um
náttina, og eisini verða
samarittar á stevnuøki
num, eins og Tórshavnar
Bjargingarfelag fer at
hava bil í Nólsoy til
møguligan sjúkraflutn
ing.
Í ár fara Strandfaraskip
Landsins at taka sær av
økinum á Klivum, har
Ternan leggur at í
Nólsoy, og stovnurin
skipar sjálvur sítt
vaktarhald á havnalag
num, bæði í Havn og í
Nólsoy.
Tað verður Ansni, sum
vegna SSL tekur sær av,
at fólk koma trygt
umborð á Ternuna, sum
kann flyta 294 ferðafólk
um Nólsoyarfjørð í senn.
Hóast øll hesi trygdar
viðurskifti, heita tey,
sum skipa fyri ova
stevnu, á allar stevnu
gestir um at ans sær, tá
tey vitja umborð á bátar
- ella fara í land av
bátum á ovastevnu.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, ásannar, at tey innanhýsis
í kommununi hava havt spurningin á lofti um eina ítróttarhøll í økinum