mánadagur 10. august 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólksligt fríggjadagspunktum
Nøvn, ið hava vunnið fólksligt pláss í hjørtunum á føroyingum, endaðu Summarfestivalin fríggjakvøldið
Dagfinn Olsen
Røkkvi og Hans Andrias settu hol á
Tað vóru ungu tónleikanøvnini
Røkkvi og Hans Andrias, ið áttu
fyrstu framførslurnar fríggjakvøld
ið. Hesir komu væl frá tí. Klokkan
var 19.00 og fólk gingu aftur og
fram og hugnaðu sær, meðan tað
smásirmaði,
men
báðirbólkar
megnaðu at gera vart við seg og fáa
fólk at rakna við.
Hóast fyrstir á pall á ljósum
degi, og smædni av og á hómaðist,
so var hetta frálík byrjan uppá
fríggjadagsskránna.
dagfinn@sosialurin.fo
Sakaris
So fór Sakaris á pall á Torginum.
Sakaris hevur ikki evnini frá
fremmandum. Han er sonur
Martin Joensen, men hann hevur
valt heilt aðra leið innan tónleikin,
nevnilga techno.
Og er hann góður tilhetta.
Hann hevur góðar tekstir – á
enskum, og løgini eru lívlig og sera
fangandi. Tað sást eisini á fjøldini,
at her vóru als ikki bert ungfólk,
men tey gránaðu lurtaðu eisini,
og kundu ikki annað enn vagga
ella dansa við vælswingandi
tónleikinum.
Sakaris hevur løg, ið hava verið
nógv at hoyra í útvørpunum.
Hann hevur eisini verið á ferð úti
í heimi.
Hetta var hansara fyrsta kon
sert í Klaksvík.
Helst kundi Sakaris klárað at
staðið á stóra pallinum, um hann
sleppur framat aftur. Í øllum
førum eigur hann at sleppa í
tjaldið, har ljóðgóðskan í ár var
betri enn undanfarin ár.
Guns4Sale
Tá Roxette hevði endað sína
framførslu á Summarfestivalinum
fríggjakvøldið við einum rock
braki, varð hildið fram í sama stíli.
Edmund Jacobsen, kendur úr
Chase, var á odda fyri Guns4sale,
har manningin annars er donsk.
Og bólkurin hevði eina harða,
góða og sannførandi framførslu
í tjaldinum, har ljóðgóðskan
eisini í ár er betri, enn nakrantíð
áður. Harður 80ara rockur setti
lív í, og Edmund er eisini sum tikin
úr leikum at fáa fólk við, og hetta
var sum ein bumbubrestur, tí tað
kendist, sum hevði manningin
bíðað sera longi við spenningi
eftir at sleppa at spæla. Eins og
tá proppurin fer av eini ristari
colafløsku. Samfelt í eitt orð kann
hetta lýsast soleiðis: orka!!