Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 Signar og Frændur So tók tað fólksliga við. Signar í Homrum legði fyri við mongu hittunum, ið fólk hava tikið til sín, og fegin syngja sum felagssangir, innan Frændur fóru á stóra pallin. Frændur eru nærum fast innbúgv á SF, og ikki av ongum, tí hetta er óivað bólkurin, ið eigur fremsta pláss, tá umræður at spæla seg inn í føroysku fólkasálina, og bólkurin eigur bróðurpartin av landaplágunum í nýggjari tíð. Tað er eisini eydnast teimum trimum, ið eru kjarnin í bólkinum, at savna sær eina fasta manning afturat sær, ið telur fremstu og royndastu tónleikarar í landinum. Og tá Frændur spældu síðsta ørindi av Føroyar, so sang fjøldin: "..við guitara og sangi..." Swangah og Sámal Swangah og Sámal Ravnfjall settu endaligt punktum. Tvey nøvn, sum liggja nokkso langt hvør frá øðrum tónleikaliga, men sum tó hava hava fastatøkur á fjøldini, ið leitar til teirra framførslur.   Swangah hava fastatøkur á yngru fjepparunum og teir eru heilt víst teir, ið megna júst sín stíl, so sum ongin annar. Sámal Ravnsfjall er folk- og blues. Og tað er við trygd fyri góðum fólkatónleki, við ísletti og blues og rokki, men hann hevur eisini landaplágur, har fólk duga allan tekstin og syngja við. Og hóast Sámal hevur egnan stíl, og syngur, so at ongin kann gera honum tað eftir, so er hann fólksligur, sum fáur.