mánadagur 10. august 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólk á Summar
Festivalinum
– Dámi at hyggja eftir bátunum
Eitt av búfólkunum í Heimið við
Vánna er 67 ára gamli Finnur
Hvidbro. Tá vit møta Finni, ið situr
í koyristóli, ger hann seg kláran at
fara ein túr í býin.
– Mær dámar væl at trilla ein
túr runt vánna og hyggja eftir
bátunum. Tað er ógvuliga stuttligt
at síggja alt lívið í býnum og um
vánna í góðveðrinum. Mær dámar
væl stemningin, og so kennir man
altíð nógv fólk. Eg havi siglt sum
sjómaður, so eg kenni nógv av
hesum ungu fólkunum, ið vitja
festivalin.
Við báti á festival
Umborð á einum av flottu bátun
um, ið liggur við bryggju á Summar
Festivalinum,
hitta
við
Fróða
Nolsøe úr Sørvági.
Hetta er annað árið á rað, at
Fróði og familjan eru á festivalinum
við báti.
– Eg sigli við Gadus, so tað er
ikki altíð man er heima. Men so
leingi sum man er heima, og tað
liggur fyri, so er man á festivalinum
saman við konuni og børnunum.
Fróði dámar best at vera um
borð á bátinum, men fer av og
á inn á festivaløki at lurta eftir
tónleikinum.
– Eg vil gjarna vera umborð,
men onkra hendingaferð lurti eg
eftir onkrum konsertum. Eg fylgi
ikki við tí útlendska, men dámi
betri føroyskan tónleik sum Byrta,
Marius, Hanus G. og Frændur.
Vinmenn á Summar
Festivalinum
Stutt undan konsertina hjá Roxette
fríggjakvøldi møttu vit ungu vin
menninar Halli, Levi og Djóna, ið
vóru sum so mong onnur á veg til
stóra pall at hoyra høvuðsnavnið á
festivalinum.
Hóast teir einans eru fjúrtan ára
gamlir, so gleddu teir seg at hoyra
80´ara bólkin Roxette.
– Vit gleða okkum mest til
Roxette. Vit kenna kanska ikki øll
nøvnini á teirra sangum, men tá vit
hoyra teir, so kenna vit teir.
Vinmenninir vóru væl nøgdir
við festivalin, og umframt Roxette,
so dámdu teimum eisini væl hitt
høvuðsnavnið, Lukas Graham, ið
framførdi hóskvøldið.
– Her er ordiliga gott at vera. Her
eru góðar konsertir og nógv fólk, og
so var konsertin hjá Lukas Graham
hóskvøldið eisini ræðuliga góð.
– Her er mega
hugnaligt at vera
Í mattjaldinum hjá Hvonn standa
tær tríggjar ungu kvinnurnar Hild
ur, Edit og Johanna Sofía. Tær eru
á festivalinum sum starvsfólk hjá
stóra matstovufelagnum í Havn.
Tær viðganga tó, at tað ikki
er arbeiði, ið dregur tær tríggjar
havnarkvinnurnar til Klaksvíkar.
– Vit komu serliga fyri Lukas
Graham.
Tær hava verið á festivalurin
allar dagarnar, og umframt Lukas
Graham, so eru tað tveir aðrir
bólkar, ið tey hildu hava góðar
framførslur.
– Her er mega hugnaligt at vera,
og umframt Lukas Graham, so
vóru konsertirnar hjá Frændur og
Marius Ziska eisini ordiliga góðar.
Finnur Hvidbro
Hildur, Edit og Johanna Sofía