mánadagur 10. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
Hallur, Levi og Djóni
Fróði Nolsøe
Steintór Rasmussen:
– Festivalurin
hepnaðist bara væl
Summar Festivalurin 2015 er nú farin
aftur um bak, og hóast veðrið argaði
festivalin leygarkvøldið, so vitjaðu
umleið 10.000 fólk festivalin teir
tríggjar dagarnar, ið hann vardi.
Ein av fyrireikarunum av festi
valinum, Steintór Rasmussen,
situr við eini góðari kenslu nú
festivalurin er liðugur.
– Eg eri sum heild væl nøgdur
við festivalin. Serliga tí vit fingu
gjøgnumført eina fjølbroytta og
spennandi skrá við stórum
nøvnum allar dagarnar. Veðrið
var eisini gott, tá stóru nøvnini,
Lukas
Graham
og
Roxette,
spældu hóskvøldið og fríggja
kvøldið, so tað hepnaðist bara
væl.
– Fólk komu eisini í hampi
ligum góðum standi heimaftur
aftaná eitt langt vikuskifti við
tónleiki og vertskapi, har tey
koma í bilum, bátum og tjøldum.
Eg eri glaður og eyðmjúkur um,
at tað yvirhøvur spældi so væl av.
Steintór Rasmussen metir, at
tað vóru millum 10.000 og 11.000
fólk á ársins festivali.
- Har hava verið um eini
10.000 – 11.000 fólk. Vikuskiftis
armbondini vórðu øll seld. Tey
vóru eini 8.000. Síðani koma
ymisk onnur aftrat, so sum
smærri børnini, ið sleppa inn
ókeypis, starvsfólk, trygdarfólk
og onnur. So eg meti, at tað hava
verið eini 10.500 fólk á festi
valinum.
Høvuðsnavnið á ársins festi
vali var svenski bólkurin Rox
ette, ið spældi á Vágsbøi fríggja
kvøldið. Tað var eisini ein av
konsertunum, ið Steintór Ras
mussen sjálvur var til.
– Tað var kjak um bólkin og
forsangarinnuna áðrenn kon
sertina,
men
eg
haldi
tað
eydnaðist væl. Hon er ikki heilt
frísk, hevur ikki javnvág í
kroppinum og orkar ikki tað
sama sum fyrr. Men stríðsviljin
at koma á pallin, at kempa seg
fram, tað sóu nógv nakað sterkt
í. Tað var eitt sterkt symbol
uppá eina lívskraft, ið einaferð í
tíðini eisini hevur borið hana
upp á hægstu tindarnar í tón
leikaheiminum.
Triði dagurin varð eyðmerkt
ur av, at veðrið versnaði so nógv,
at stóri pallurin mátti takast
niður. Sostatt vórðu tær kon
sertirnar, ið skuldu vera á
Vágsbøi og Torginum, fluttar í
Tjaldið ella Badmintonhøllina.
– Vit gjørdu eina broyting, tá
vit vistu at veðrið ikki fór at
halda sær. Tey allarflestu hoyr
du tó tað, ið tey vildu. Ongin
konsert varð avlýst, so tað er
nokk so flott. Um ringt veður
skuldi ávirka nakran dag, so var
tað eisini leygardagin, tí tað
hevði ikki borið til at flutt Lukas
Graham ella Roxette.
Tá Roxette trein á pall
fríggjakvøldið, var konsertin
nakrar ferðir avbrotin av, at
ljóðið hvarv. Tað harmast Stein
tór Rasmussen um, men sigur at
tað er lítið fyrireikararnir kunnu
gera við tað, tí útlendsku bólk
arnir hava oftani síni egnu
ljóðfólk við. Í staðin harmast
Steintór Rasmussen um, at ljóð
ið í Badmintonhøllini, har eitt
stórt barnatiltak var leygar
dagin, var so vánaligt.
– Tað er umráðandi, at man
hugsar um alla góðskuna, eisini
hjá
teimum
minstu.
Stóru
bólkarnir hava oftani egnu
ljóðfólk við, so har er tað ikki
nógv, ið vit kunna gera, um
okkurt er galið á Vágsbøi, men á
hinum pallunum kunnu vit ikki
skylda uppá nakran annan enn
okkara egnu ljóðfólk.
– Eg eri eisini mest misnøgdur
um, at ljóðið ikki var betri til
barnatiltakið leygardagin. Eg eri
vónbrotin av, at ljóðið ikki
virkar tá man skal framføra við
børnum, ið skulu út og blomstra
frammanfyri eini fullari høll. Vit
høvdu sagt við okkara ljóðfólk,
at tað skuldi vera klárt og ljóða
gott, tá barnatiltakið byrjaði
klokkan trý. So tað skuffar meg,
og tað er átaluvert, at tað ikki
ljóðaði betur.