mánadagur 10. august 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Roxette
sigraði í sirmi
Í sirmi eydnaðist Roxette at vinda rockmaskinuna við mongu hittunum upp, so hitin stóð frá.
Dagfinn Olsen
Klokkan 22:00 fríggjakvøldið fór
Roxette á stóra pall á Vágsbøi,
og høvuðsnavnið á ársins Sum
marfestivali var í gongd.
Sangarinnan Marie bleiv leidd
innar og sett á ein stól So byrjaði,
meðan so smátt fór at skýma.
Í byrjanini tóktist, sum var tað
eitt sindur trilvandi, og fólk teskaðu
sínamillum, at kanska Marie ikki
orkaði. Og omaná, so hvarv ljóðið
tá fyrsti sangurin skuldi enda.
Men spakuliga vant framúr
vælspælandi bólkurin seg upp.
Gamaní vóru løtur, har Marie tók
lægri tónar, heldur enn at fara
í hæddirnar, sum vit kenna frá
útgávunum.
Men vælspælandi manningin
vant seg upp, ljóðmenn funnu
røttu ljóðmyndina, og eftir áleið
ein hálvan tíma koyrdi alt sum tað
skuldi í takt við, at skýmingin legði
seg um Vágsbø.
Ymiskar væntanir
Marie hevur stríðst við herviliga
sjúku, og øll vistu, at hetta hevur
verið harður dystur, ið hon er
merkt av. Men viljan hevur hon. Og
tá maskinan var smurd, so gekk alt
sum tað skuldi, og eisini Marie vísti
í ávísum løgum, at hon saktans
kann.
Tað er óivað ymiskt, hvat fólk
hava væntað sær Roxette. Men tað
hevur ikki verið fjalt, at Marie
hevur verið illa sjúk, og at hon er
merkt av hesum. Heldur hinvegin,
tí hetta hevur verið nógv frammi í
miðlunum, eisini føroyskum miðl
um nú undan Summarfestivalinum.
Tó vóru tað tey, ið ikki dugdu at
skilja ímillum Roxette á eini topp
framleiddari útgávu fyri eini 20
til 25 árum síðani, og so dagsins
Roxette live á palli.
Tað hoyrdist á tosinum ymsa
staðni á Vágsbø, tá Roxette byrjaði.
Men
sjálvsagt merkir tað framførsl
una, at sangarin situr niðri. Roxette
spælir
rock-popp.
Og
hendan
manningin spældi avgjørt meira
rock, enn popp. Men hin helvtin av
sjálvum Roxette, Per, var afturfyri
lívlgur á palli, saman við restini av
manningini, so har skortaði onki.
It Must Have Been Love!!
Marie sang ein sang miðskeiðis
undir konsertini, har hon var á
palli, og bert ein klaverleikari við
henni. Ein innilig løta, har hon vísti,
at hon ikki er liðug sum sangari.
Sum heild vant showið seg upp,
og bleiv bara betri og betri. Og hetta
merktist á Vágsbø, men sanniliga
eisini á pallinum, har tey hugnaðu
sær.
Tá ”It Must Have Been Love”
kom, sang fjøldin við, og staðfesti,
at talan var um ”Love”. Fólk sluppu
at syngja við til øll hittini, og tey
elskaðu tað!
Tá ”Joyride” ljómaði, hvarv ljóðið
aftur eitt sekund,men tá koyrdi alt
við fullum drøni, so tað fór framvið
uttan hóvasták.
Summi grótu
Hóast ójøvn á máli í byrjanini, so er
tað óivað so, at Marie sannførdi tey
allar flestu um, at hon er við aftur
og sanggleðina kann ongin taka frá
henni.
Og hóast hon ikki er tann sama,
sum fyri 25 árum síðani, so var
hetta ein OK framførsla, ið hevði
hittini, vælspælandi bólk, hart
ljóð við veruligum trykki á, og so
sangaran, ið sat niðri, men annars
gav eina framførslu, ið helst var
inniligari, enn um hon rann runt.
Helst beinraknastu viðmerking
ina um avrikið hjá sitandi sang
aranum eigur sangkvinnan Guðrun
Sólja Jacobsen í eini kjakviðmerking
á facebook, har fólk vóru ójøvn á
máli.
Guðrun skrivaði soleiðis: Eg
græt ofta, eg helt tađ var vakurt.
Hetta var ikke ein konsert um '
hygg hvussu skide góđ vit eru', men
meira 'vit eru á lívi og vit kempa ein
kamp '. I loved it!!!!!
Og hasi orðini lata vit standa
eina løtu.
Rockaði
Samanlagt eitt rockshow við øllum
teimum mongu popphittunum,
har fightarin Marie vaks við
uppgávuni, so hvørt sum ljóð og
tónleikur náddi hæddirnar.
Ein
sera,
sera
vælspælandi
bólkur, sum rockaði, so tað stóð
eftir. Hvørt hetta er besta konsertin
á Summrfestivali nakrantíð eru
kanska ymsar metingar um. Helst
er hon millum topp fimm. Í øllum
førum ein konsert, har vit fingu
hitt omaná hitt, ein vælspælandi
rockbólk, hart og gott ljóð, og so tey
bæði, Per og Marie, ið høvdu sjarmu
og nærveru.
Seinna helming av konsertini
hugsaði neyvan nakar um, at
sangarin ikki rann runt (tí tað
gjørdu hinir afturfyri), ella at tað
í løtum sirmaði, so hettan mátti á
høvdið.
Roxette vórðu klappaði aftur
á pall, eftir framførsluna. Og sum
eykaløg spældu tey Listen To Your
Heart og The Look. Og tá kókaði á
Vágsbøi!!
Roxette uttan roks. Roxette, ið
kom, sá og sigraði í sirminum við
einum stúgvandi fullum Vágsbøi,
har øll sungu við.