Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 løgtingsval 2015 Valgreinar Ingolf S. Olsen løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi Á enda­liga upp­still­ ingarfundinum hjá Vága Tjóð­veldis­fe­ lag mánakvøldið 3. august, varð eg still­aður upp til løgtingsvalið 1. sep­tember. Og orsøkin til, at eg havi játtað at stilla upp, er einfalt hon, at eg havi nøkur hjartamál, eg fegin vil stríðast fyri. Sjálvsagt er loysingin ovast á breddanum hjá einum tjóðveldis­ kandidati, tí ikki fyrr enn vit hava tikið ræði á egnum landi og egn­ um viðurskiftum ber til at reka ein skynsaman og stabilan ger­andis­ politikk á øllum økjum hesum landi og hesum fólki at frama. Loysingini vil eg tí berjast fyri hvønn dag. Men í prosessini fram ímóti henni ber eisini væl til at røkka týðandi málum í sam­ starvi við aðrar flokkar. Mál, ið eru ein avgerandi fortreyt fyri saman­hangsmegini í hesum sam­ fe­lagnum, sama um yvirvaldið er føroyskt ella danskt. Eitt av hesum málum er ein fiski­vinnunýskipan. Hon skal und­ ir øllum umstøðum fremjast av tí einføldu orsøk, at verandi skipan fer úr gildi 1. januar 2018, tá øll før­ oysk fiskirættindi, sum eru í gildi nú, detta burtur. Fiskivinnynýskipan Ein fiskivinnunýskipan skal tó ikki bara fremjast, tí ein onnur skipan fer úr gildi, men sanniliga eisini, tí hon er tvingandi neyðug. Fiskivinnan og tilfeingið í havinum eru høvuðsgrundarlagið undir øll­ um okkara búskapi og allari okkara framtíð og fer at verða tað, so langt fram, ið vit kunnu líta. Kjarnin í mínum sjónarmiðum um fiskivinnunýskipan er í stutt­ um, at orðingin um ognar­rættin til fiskatilfeingið í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap verður knæ­ sett, og at fiskivinnan er lívfrøðiliga burðardygg. Í lógini stendur greitt, at alt til­feingið í føroyskum sjóøki og til­feingi, sum vit gjøgnum sam­ ráð­ingar hava fingið atgongd til í fremmandum sjóøkjum, er ogn hjá okkum øllum í felag – ogn Føroya fólks. Tí skulu fiskirættindi undir ongum umstøðum framhaldandi latast útvaldum aktørum fyri onki, og privatur handil við fiskirætt­ indum skal steðgast í stundini. Bert landið skal vegna Føroya fólk hava loyvi at handla føroysk fiski­ rættindi. Verandi skipan, har øll fiski­ vinnan er ein gávubúð við tilvildar­ lig­um fiskimálaráðharrum sum krambakallum, má undir ongum umstøðum sleppa at halda áfram. Tilfeingisrenta Spurningurin um, hvussu peng­ arnir verða tiknir inn, sum Føroya fólk skal hava fyri fiskirættindini, er ein tekniskur spurningur, sum tað kunnu vera ymsar mein­ingar um. Sjálvur ynski eg eina skip­ an, har reiðaríini rinda ein høgan tilfeingisrentuskatt. Tilfeingis­ rent­an er tann óvanligi parturin av avlopinum, ið stavar frá einum rasktri, har atgongdin til vinnuna er avmarkað, eins og hon er í fiski­ vinnuni. Vit kunnu siga at til­feingis­ rentan er rómin, sum liggur omaná tí vanliga avlopinum, sum hevði verið, um øll sluppu at fiska frítt. Sitandi samgonga hevur prakti­serað eitt tilfeingisgjald á makrel- og sildafiskiskapin, har gjaldið er eitt krónutal per kilo veiddan fisk. Henda ásetingin er vinnubúskaparliga úr vón og viti, tí hon tekur bara støði í, hvussu nógv manglar í á fíggjarlógini tann dagin, gjaldið verður ásett. Hetta tilfeingisgjaldið tekur als ongi vinnubúskaparlig atlit, og enn minni tekur tað atlit til mann­ ingarnar. Tvørturímóti senda reiðaríini í dag, við tilvísing til sáttmálarnar, stóran part av tilfeingisgjaldinum víðari til manningarnar á skip­un­ um, og tær eru beinleiðis dømdar at luttaka í gjaldinum, tá almenn uppboðssøla av kvotum hevur verið roynd. Ein skattur kann hinvegin ong­ antíð sendast víðari til annan part at rinda, heldur ikki ein til­feingis­ rentuskattur á reiðaríini, og tí rakar hann heldur ikki manningarnar á skipunum. Løntakararnir Eitt annað hjartamál hjá mær er arbeiðsmarknaðurin bæði á landi og sjógvi. Havi í mong ár verið virkin í fakfelag, og arbeiði í dag fyri fleiri fakfeløg bæði á tí privata og tí al­ menna arbeiðsmarknaðinum, um­ framt at eg havi fast parttíðar­starv sum skrivari í Føroya Fiski­manna­ felag. Ongin ivi er um, at karmarnir fyri einum vælvirkandi føroyskum arbeiðsmarknað eru út av lagi vána­ligir. Tað man valla vera nakað ann­ að land í frælsa heiminum, ið hev­ur so høga organisasjónsgrad sum Føroyar – tað er, at so stórur partur av arbeiðarafjøldini er limur í fakfelag og er umfatað av sátt­málum. Hetta átti at merkt, at fakfeløgini høvdu tilsvarandi stórt vald, men støðan er hin øvugta. Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið (Lønardeildin) diktera suverent at kalla allar ásetingar í sáttmálunum á landi. Gamaní eiga fakfeløgini sjálvi sín part av skuldini fyri hesum, tí tey eru ov nógv í tali og hava ikki megnað at savna seg og standa sum ein maður mótvegis arbeiðsgevarunum. Men lógar- og regluverkið og lítil og ongin stuðul og áhugi frá politisku skipanini hevur eisini ein stóran part av skuldini. Her er nógv, ið kann ger­ast polit­iskt fyri at bøta um um­støð­ ur­nar hjá okkara arbeiðsmegi, uttan at talan verður um inntriv í frælsa samráðingarrættin ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg/løn­ takarar. Fyrsta stigið átti at verið, at tað verður loyvt hjá tí einstaka løn­ takaranum at trekkja limagjaldið til fakfelagið frá í skatti. Sterk bygdarødd Eg havi eisini eina greiða ambi­ sjón um at verða ein sterk rødd hjá teimum útvið tveimum trið­ ing­unum av fólkinum, ið enn ikki hava fest búgv í Havn. Við sterkari umboðan uttanfyri høvuðsstaðin fer tað kanska eisini at bera til at skapa livilíkindi allastaðni í land­ inum og steðga skjóttgangandi frá­flytingini av bygd í bý. Í øllum førum onkustaðni. Geografiska býtið av ting­ mann­ing Tjóðveldis eftir valið í 2011 var vanlukkuligt. Fýra av seks umboðum eru vald í Havn. Tað er onki galið við teimum, men tað sigur seg sjálvt, at gerandissambandið millum tingmanning og fólkaríku økini norðanfyri og vestanfyri høvuðsstaðin, sum onki umboð hava, er totalt amputerað. At útjaðari og økini uttanfyri Havnina eru væl umboðað og í øllum førum hava umboð í lutfalli við fólkatalið er alneyðugt, tí um­ støð­urnar at liva og virka undir, bæði sosialt, vinnuliga og ment­ anarliga, eru so øgiliga ymiskar á bygd samanborið við í Havn. Fiskimenn og løntakarar í fokus Oda Wilhelmsdóttir Andreasen løvalevni fyri Framsókn Ferðavinnan í Før­ oyum blómar og er við til at skapa nógv arbeiðspláss. Rákið kring heimin er við okkum og teimum upplivilsum, sum vit kunnu bjóða ferðafólki, sum vitja her á landi. Eg eri sum føroyingur stolt av at vísa okkara vakra land fram fyri útlendskum gestum og havi sjálv arbeitt innan føroyska ferðavinnu í nýtiárunum. Tað liggur mínum hjarta nær, at vit menna Føroyar sum ferðavinnuland við atliti til okkara vøkru náttúru og við virð­ ing fyri okkum, sum búgva her. Vit mugu menna eina ferða­ vinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Eina ferðavinnu, sum leggur pening eftir seg, og sum verður ment við virðing fyri náttúruni og fólkinum, sum her býr. Vit mugu menna røttu karm­ arnar fyri ferðavinnuna. Týdn­ ing­ar­mikið er, at vit hava góð­an standard á okkara ferða­ vinnu­produkti. Til dømis er tørvur á, at kunningarstovur eru har, sum ferðafólkið er og at tær hava opið, tá ferðafólkini eru her. Eitt gott stig móti hesum er, at ferðavinnan í Vágum herfyri av­gjørdi at leggja Kunningar­ stovuna í Miðvági á flogvøllin. Ferða­fólkini eru nevniliga har, tí tey koma til landið við flogfari. Ynskiligt er, at sama verður gjørt t.d. í Suðuroynni. Har eru í dag 2 kunningarstovur, men ongin teirra liggur á Drelnesi, har Smyrli leggur at. Tað er harmiligt. Sama í Sandoynni, har kunningarstovan er á Sandi, men Teistin leggur at á kaiini í Skopun. Í Eysturoynni, eru kunningarstovurnar í Fuglafirði og í Runavík, heldur enn við brúnna við Streymin, har øll ferðafólk til Eysturoynna koyra forbí. Mykines er ein av størstu ferða­vinnu upplivingum í Før­oy­ um. Har er tørvur á betri skelt­ing og merking, tá farið verður út í Hólmin. Hetta, fyri at fyri­byrgja, at ferðafólkini ganga á vanda­miklu eggini og at tey traðka lunda­ holurnar niður. Gjógv er enn eitt gott dømi um, at krøv eru sett til t.d. stødd og byggisnið, tá nýtt summarhúsøki varð bygt. Hesi eru bygd við virðing fyri bygdini, soleiðis at býlingurin hóskar inn í umhvørvið í bygdini. Hetta eiga vit at hava í huga, tá slík bygging verður útstykkjað í vøkru bygdunum kring landið. Ser­ føroyska byggisniðið er ein attrak­ tión í sær sjálvum og nakað, sum ferðafólkini koma higar at uppliva og síggja. Visitfaroeislands hevur gjørt eitt megnar arbeiði at branda Før­oy­ ar sum ferðavinnuland. Vit eiga tó eisini í framtíðini at menna ferða­ vinnu­produktið og seta pening av til íverksetan og ráðgeving innan ferða­ vinnumenning, herundir út­búgving innan ferðavinnu. Lat okkum saman menna eina burðar­dygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Ein ferðavinna, vit kunnu liva av og liva við Akfør Goymsluhøli til leigu i Hoyvik Goymsluholi 28m2 vid storar hurd. Goymsluholi 43m2 vid vanlig hurd. Til leigu Toyota Avensis arg 2001 til solu 16000kr 224910 Bingo Málningar til sølu 2. málningar av Poulinu til sølu ca 70x60 ca. 04552663267 Býli í Føroyum Íbúð ynskist til leidu Íbúð ynskist til leidu i Tórshavn ,Arger , Hoyvik. Eg havi godt fast starv , færdi væl um og gjaldi til tíðuna og eri fridalig 292266 Íbúð ynskist til leigu Íbúð ynskist til leigu. Skjótast gjørligt. 2-3 kømur. Argir, Tórshavn.Maks 6000 kr. Vit eru 1 vaksin og 3 børn. Fara væl um og eru fittar og røknar. 254709 Leigubýli sóknast sum skjótast! Tilkomið par leitar eftir íbúð ella hús í Suðurstreymoy at leiga frá 1 sept. Fara sera væl um, roykja og drekka ikki, og eiga ongi húsdjór. 268788 Kamar ella lítil íbúð Kamar ella lítil íbúð ynskist til 24 ára gamlan drong. Gangi í skúla í Hoydølum. Eri sera friðarligur, royki og drekki ikki. 276635 Íbúð til leigu Íbúð til leigu í Hoyvík. Í íbúðini er køkur,stova, kamar og badiverilsi. Umleið 46 kvm. Prísur við øllum er 5500 kr. 508744 Íbúð til leigu Íbúð til leigu 90 m2. Køkur og stova í einum, 2. sovikømur 1. wc-bað. 8500 kr við øllum. Sama íbúð + 2. sovikømur upp á loftinum 130 m2 prísur 10000. kr um mdr alt íroknað. 2. mánadið depositum. 268311 Hús í Froðba Hús í Froðba til leigu. 004521234070 Ymiskt Lutaseðlar Lutaseðlar hjá mix doubble Tórshavn sum skuldi vera trektir tann 1/8 er útsett til 12 Sept Matr.155 v/ábygdum hoygg og seyðhúsið í Sumba. Jørð í Sumba,1648fermetrar innangarðs v/ábygdum hoygg/ seyðhúsið 10,40X7,40m í tveimum hæddum+ 1gyllin í Víkahaga, til sølu um hóskandi boð fæst. 221935 Jørð til sølu í Sandavági Jørð í Sandavági 1542m² til sølu 332760 lýsingartorgið