mánadagur 10. august 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Magni Arge
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi
Føroyar hava átrok
andi tørv á eini
savnandi kós fram
ímóti búskaparlig
um sjálvbjargni og
politiskari sjálvstøðu. Teirri kósini
vil eg fegin virka fyri, og tí stilli eg
upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið
1. september.
Tey 18 árini, eg var í Atlantic
Airways, var grundhugsanin, at før
oyingar sjálvir væl kundu menna
sína egnu flogvinnu.
Dugnaligu starvsfólkini í felag
num prógvaðu, at tað bar til, og í
dag er Atlantic Airways ikki bara
ein lívæðr til umheimin, men eisini
bulurin í eini nýggjari føroyskari
flogvinnu, sum hevur skapt hund
raðtals avbjóðandi størv og økt um
útflutningsvirðið við milliardum.
Mong minnast ivaleyst, hvussu
Atlantic Airways varð speirikið
fyrstu árini. Føroyingar fóru ong
antíð at duga at fáa eitt flogfelag á
føtur, varð sagt, og summi vóru so
óttafull, at tey vildu ikki flúgva við
føroyskum flogskiparum.
Soleiðis hevur nærum altíð
verið í vinnuligu, búskaparligu og
politisku menningarsøgu Føroya.
Nýggj átøk fingu í fyrstani lítla
undirtøku, tí álitið á egnan mátt
var lítið, men tá fræini vuksu til
heystbúnaðar akrar, fegnaðust øll
um framstigini.
STÓRT VIRKISFÝSNI
Føroyar
hava
ríkar
vakstrar
møguleikar næstu árini, sum eg
fegin verði við til at rudda slóð
fyri politiskt. Fiskivinnan og aliv
innan eru høvuðsmotorarnir í
búskapinum, men aðrar vinnur,
nýskapan og gransking eru eisini
týðandi tættir í búskapar-vøkstri
num.
Fiskivinnan dró sløk 550.000
tons upp úr havinum í 2014, og
virðini, sum hetta virksemið legði
eftir seg, kundu teljast í milliardum.
Úr føroysku firðunum tóku vit
stívliga 70.000 tons av alifiski, og
alivinna stendur nú í krónum og
oyrum fyri nærum helminginum
av føroyska vøruútflutninginum.
Í oljuvinnuni arbeiddu bara tveir
føroyingar í 1993, men í dag eru
fleiri enn 1000 føroyingar knýttir
at frálandavinnuni, og føroysk
feløg sum Pam Offshore, Thor í
Hósvík og Skansi hava við stórum
hepni virkað á altjóða pallinum í
samstarvi við onnur feløg.
Føroysk
ferðavinna
hevur
áhaldandi ment seg seinastu 20
árini við størri og smærri fyritøkum
og stóru flutningsfeløgunum At
lantic Airways og Smyril Line.
Visit Faroe Islands hevur við
nýggjum íblástri sett meiri ferð
á marknaðarføringina, og sjálvt
ræstur fiskur er vorðin ein spenn
andi attraktión uttanlands.
Væl hugsandi er, at ferðavinnan
er tvífaldað í 2020, og at lopini síðan
halda fram eins og í Íslandi.
FØROYSKAR LOYSNIR
OG NÝSKAPAN
Føroysk byggivinna loysir ferð efti
ferð úr lagdi stórar verkætlanir
í Føroyum og bjóðar seg eisini
fram uttanlands. Heilt frá byggi
frøðinginum og arkitektinum við
tekniborðið til handverkaran og
arbeiðsmannin á byggiplássinum
er byggivinnan ein søga um áræði
og virkisfýsni.
Føroysk KT- og samskiftisvinna
hevur eisini prógvað sínar dygd
ir. Føroyskir teldufrøðingar hava
víst, at væl ber til at gera ser
føroyskar loysnir, sum kunnu
útflytast og skapa virðisøking
bæði hjá einstøku fyritøkuni og í
búskapinum sum heild.
Íverksetaraandin er vaksandi,
og tað, sum í dag kann tykjast at
vera ein eyðmjúk roynd at fáa
tað ómøguliga at bera til, kann í
morgin gerast ein inntøkuskapandi
vinnugrein, um so talan er um at
skapa varandi orkuloysnir, ala tara
ella gera ruskspannir úr pappi.
Hond í hond við hetta áræðið
ganga allatíðina mentanarligt og
ítróttaligt virkisfýsni. Sangir og
bøkur, sum geva okkum íblástur,
tiltøk, sum savna okkum, ítrótta
úrslit, sum geva okkum tjóðskapar
yl, eru ómissandi drívmegi í sam
felagnum. Alt treytar hvørt annað.
NÓGV KANN GERAST BETUR
Men meðan alt hetta fer fram,
kann mangt gerast betur - politiskt.
Stóri gordiski knúturin er ein
fiskivinnunýskipan, sum bæði er
búskaparliga, lívfrøðiliga og sosialt
burðardygg.
Nýskipanin skal hava støði í,
at talan er um virðismiklasta út
flutningstilfeingið,
tjóðin
eigur
at byggja á, og hon má vera gjøg
numskygd, so kenslan av, at til
feingið bara er til taks hjá teimum,
sum kenna telefonnummarið hjá
landsstýrismanninum við fiski
vinnumálum, hvørvur úr almenna
rúminum. Nýskipanin skal skapa
álit.
Haraftrat skal hon skapa fjøl
broytni. Fáa fleiri virkisfýsnar
kreftir møguleikan í høvuðsvinn
unum aftrat teimum góðu kreft
um, sum longu eru har, fer tað
at skunda undir uppaftur størri
búskaparmenning, og hetta skal
eisini seta ferð á heilt nýggjar
vinnur.
NÝSKIPAN Í SAMSTARVI
VIÐ VINNUNA
Nýskipanin í fiskivinnuni skal
byggja á burðardygga veiði, at
føroyski ræðisrætturin til frum
rættindini í havinum verður tryggj
aður, og at handil við fiskiloyvum
bara kann fara fram umvegis tjóð
armyndugleikan. Hon skal hava
við sær, at allir partar tryggja lív
frøðiliga burðardygd, búskapar
menning og sosialan trivnað í Før
oyum.
Bæði OECD og IMF hava stað
fest, at búskaparligur ójavni forðar
fyri búskaparvøkstri. Men tey
siga eisini, at fáa tey lægstløntu
størri fíggjarligt rásarúm, veksur
búskapurin. Haldfør búskapar- og
tjóðarmenning er tí bæði treytað
av vinnuligum effektiviteti og
fjølbroytni, og at breiða fjøldin fær
lut í virðisøkingini, sum fæst úr
tjóðarinnar tilfeingi.
Sjálvsagt
skal
nýskipanin
taka atlit til gjørdar íløgur í vinn
uni og gerast í samráði við við
komandi áhugapartar, eisini ver
andi loyvishavarar. Brýr skulu
byggjast millum vinnuligt virkis
fýsni, búskaparmenning og tjóð
skaparligt sjálvbjargni.
Savnast vit um ta megi, sum
longu er í fólkinum, og gera tjóðar
semju í nýggjari grundlóg um
grundarlagið, vit standa á, sams
tundis sum vit seta kós ímóti
búskaparligum sjálvbjargni, skapa
vit størsta bragdið í okkara tíð. Og
møguleikan hava vit beint nú.
Mín partur skal ikki liggja eftir
í hesi stremban, verði eg valdur á
ting!
Kós móti búskaparligum sjálvbjargni
løgtingsval 2015 Valgreinar