Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 ítróttur Pál harmast um mist finalupláss Neli Heldarskarð Ein geil var tóm til finaluna í 1500 metra frísvimjing í sam­band við HM, sum hev­ ur verið í russiska býnum, Kazan, í farnu viku. Orsøkin var, at kinesiski Sun Yang, sum er ein vælkendur mót­ støðu­maður hjá Páli, ikki møtti upp til finaluna í gjár vegna pínu í bringuni. Tað var ikki fyrr enn aftaná kapp­ing­ina, at Sun Yang kunn­gjørdi, at hann hevði pínu í bringuni aftaná, at hann hevði vunnið 800 metra frí­svimj­ing mikudagin. Hetta skrivar svimjing.com í gjárkvøldi. Orsøkin til, at Pál Joensen hev­ur orsøk at iðra seg um hetta er, at Pál bleiv numm­ ar níggju í innleiðandi um­ fari­num. Vanligt er, at átta mans svimja í finaluni, og tí­skil burdi áttanda plássið far­ið til Pál, tá ið Sun Yang gav avboð til finaluna. Pál harmast Sun Yang var ikki í bíði­rúmi­ num tjúgu minuttir undan finalu­ni í gjár, sum krav er. Sun Yang nevndi heldur ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa, og hann boð­aði ikki fyriskiparunum frá. Fyriskipararnir áttu í slíkari støðu at givið tóma finalu­plássið til Pál. Hetta hendi tó ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rók­ ur í Jákupsstovu, sigur við svimjing.com, at tey mót­ mæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mót­mæli frá Svimjisamband Før­oya, skrivar svimjing. com. Høvuðspersónurin og tap­arin í hesi støðuni, Pál Joen­sen, harmast og skrivar soleiðis á Facebook: Tað er hart at síggja eina tóma geil í finaluni í 1500 metrar frísvmjing, tá ið tú ert fyrsti eykamaður. Eg hevði ongantíð kunnað ímynd­að mær, at ein svimjari fór at geva avboð til eina finalu í sjálv­um heims­meistara­ skapi­num í síðstu løtu. Vón­ andi er orsøkin góð, skrivar Pál Joensen um hesa óhepnu støðu­na. Hevði kunnað vunnið heiðursmerki Rókur í Jákupsstovu sigur víðari við svimjing.com, at finalu­tíð­ir­nar ikki vóru im­ po­ner­andi. Hevði Pál luttikið í finalu­ni og svomið upp til sína bestu tíð, hevði hann helst vunnið heiðursmerki. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávika­vist 14:41.20 og 14:51.08. Norður­lendska metið hjá Páli er 14:46.33. Harafturat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í inn­ leið­andi riðli fyrr í vikuni, um hann svam í finaluni. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí at serligu donsku krøvini siga, at bert HM-finalutíðir kunna brúkast til OL so tíð­liga í kappingarárinum, skriv­ar svimjing.com víðari. Hóast heims­meistara­ kapp­ing­in í Kazan ikki gekst sum ætlað hjá Páli, hevur Føroya besti svimjari ikki mist mótið. Eg megnaði ikki at vísa meg frá mínari bestu síðu í hvørki 800- ella 1500 metra frí­svimjing. Fyrireikingarnar til kappingina hava tó ver­ið góðar, og tí er tað frustr­er­ andi, at tað ikki gekst betri. Soleiðis gongur tað onkun­ tíð, men tað fær meg ikki at missa mótið. Eg eri longu klárur til komandi kapp­ ingar­ár, og eg gleði meg at venja nógv fram til olymp­ isku leikirnar, skrivar Pál víðari á Facebook. Hóast Pál Joensen upprunaliga ikki átti at svomið í 1500 metrar frí-finaluni, so lagaðu umstøðurnar seg soleiðis, at hann burdi sloppið at roynt seg í finaluni í sínum sterkasta teini