Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Meðan spenningurin um fyrsta plássið í Effo-deildini, sær út til at minka, so økist spenn­ingurin aðrastaðni í deildini. Lítil munur er nú millum HB og KÍ á stiga­ talvuni um seinasta euro­pe­ iska plássið, meðan stór­ur spenningur eisini er í botn­ stríðnum millum FC Suður­ oy og AB, sum bæði berj­ast um at varðveita sítt pláss í deildini til komandi kapp­ ingar­ár. KÍ breyt óndu ringrásina Fyrsti dysturin í tjúgunda um­fari varð spældur longu fríggja­kvøldið, tá KÍ og HB spældu við Djúpumýru í Klaks­vík. Heimaliðið, KÍ, kundi und­ an dystinum, einans brúka ein sigur til nakað, um teir fram­haldandi skuldu vera við í kappingini um seinasta europeiska plássið í deildini. Hagtølini talaðu ímóti KÍ undan dystinum. Seinastu nógvu árini hevur KÍ havt tað trupult tá stór tiltøk hava verið í býnum, og ongantíð síðani 2007, hevði KÍ vunnið á Summarfestivalinum. Harafturat hevði HB eisini havt gott tak á KÍ í Klaks­vík seinastu nógvu árini. Men fríggjakvøldið brotn­ aði ónda ringrásin fyri klaks­ vík­ing­ar. KÍ vann dystin móti HB 2-0 við sannførandi avrikið. Ein minutt fyri hálvleik, legði KÍ seg á odda. Málið kom eftir fríspark úr vinstru síðu, sum Henry Heinesen sendi innfyri. Hann fann mið­verjan, Ndende, sum var kom­in framvið, og skallaði bólt­in framvið Teiti Gestsson í HB málinum. Í seinna hálvleiki royndi HB at koma inn aftur í dystin, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið hjá HB. Ístaðin var tað KÍ, sum í yvir­tíðini økti um leiðsluna. Sein­na málið hjá KÍ skeyt Heðin Klak­stein, sum eisini er topp­skjútti á liðnum hjá KÍ. Eftir dystin var stórur fagn­aður í KÍ leguni. Fyri KÍ hevur sigurin stóran týdn­ ing, fyri tað sum eftir er av Effo-deildini. Teir eru nú ein­ans tvey stig aftanfyri HB á fjórða plássinum, og tí kemur tað at vera ein spenn­ andi endaspurtur ímill­um HB og KÍ um fjórða pláss­ið, sum altso er seinasta pláss­ið í deildini, sum gevur euro­pe­ iska luttøku við sær. HB fer undir endaspurtin við einum nýggjum venjara. Leyg­ardagin gjørdist tað nevni­liga greitt, at Heðin Ask­ham, sum hevur verið venjari í felagnum seinasta hálv­t­annað árið, nú steðgar í felag­num. Milan Cimburovic verður tí høvuðsvenjari hjá HB, tað sum eftir er av kappingini. Nógvi vindurin darvaði spælinum FC Suðuroy og TB spældu sunnudagin grannauppgerð í Vági. Dysturin varð merktur av, at líkindini til at spæla fót­bólt, vóru ikki av teimum bestu. Nógvur vindur var á Vágs­eiði, og merkti hetta dyst­in týðuliga. FC Suðuroy spældi í fyrra hálvleiki við vindinum und­ an. FC Suðuroy var eisini á odda 2-0 í hálvleikinum, við mál­um frá Jón Kross­lá Poul­ sen og Palla Augustinus­sen. Í seinna hálvleiki hevði TB vindin undan, og tað eydn­aðist eisini tvøra­monn­ um at skora tvey mál í tí hálvleikinum. Rógvi Joensen minkaði fyrst um munin, eftir eitt langt innkast frá Arthuri D. Poulsen. Og langt inni í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað TB at javna. Málið kom eftir brotsspark, sum Albert Adu umsetti til mál. Brotssparkið var eisini seinasta sparkið í dysti­num, áðrenn dómarin, Rúni Gaardbo, bríkslaði dyst­ in av. Eftir dystin fekk áleyp­ ar­in hjá FC Suðuroy, Jón Kross­lá Poulsen, reyða kort­ ið frá dómaranum Rúna Gaard­bo. Sum skilst vóru teir á heimaliðnum í øðini um brotssparkið, sum TB í yvirtíðini fekk. Víkingur haltar í FM stríðnum Á Argjum spældu AB og Víkingur. Merkisvert við tí dystinum var, at hann byrjaði tveir tímar seinni enn hinir dystirnir sunnu­ dagin, og tí vóru gest­ir­nir úr Víkingi serliga trýstir undan dystinum. Vík­ing­ ur eltir nevniliga B36 á fyrsta plássinum, sum fyrr uppá dagin hevði vunn­ið sannførandi sigur á NSÍ. Tí var ein sigur eitt krav hjá Víkingi, um teir fram­hald­ andi skuldu gera sær vónir at hanga í oddaliðnum, B36. Víkingarnir megnaðu tó ikki at vinna útidystin móti AB, sum endaði við mál­leys­ um 0-0 javnleiki. Við tí eina stiginum, er AB fram­vegis trý stig aftanfyri FC Suðuroy í botnstríðnum í Effo-deildini. Bæði AB og Víkingur mistu tíðliga í dystinum sun­ nu­dagin lyklaleikarar, sum noyddust út við skaða. Longu aftaná 26 minuttir, mátti AB skifta annan mið­verjan, Sorin Anghel út, or­sak­að av skaða. Og í hálvleikinum, mátti Vík­ingur eisini skifta ein av pro­filunum á sínum liðið út. Hans Jørgen Djurhuus noydd­ist av vøllinum við skaða, meðan Súni Olsen, sum seinastu nógvu mán­að­ ir­nar hevur sitið uttanfyri við skaða, kom inn á Víkinga lið­ið fyri Hans Jørgen. Tað er enn ógreitt, hvussu álvar­samir skaðarnir hjá teim­um báðum eru. Sorin Anghel fekk sum skilst ein heila­skjálvta, meðan Hans fótbóltur Allan Enghamar hb Huff... Nú stendur á gomlum nøglum.. Nú má arbeiðast hart inntil næsta dyst, so vit fáa vent ringu gongdini.. Takk fyri tíðina Heðin og alt tað besta til Milan.. fjepparin Fyri fyrstu ferð síðani 2007, eydnaðist tað KÍ at vinna á Summarfestivalinum. Við sigrinum móti HB, hevur KÍ skapt stóran spenning um fjórða plássið í deildini, sum altso er seinasta plássið í deildini, sum gevur europeiska luttøku við sær KÍ vann klassikaran Páll Lervig fc Suðuroy Eg sigi sum Allan í TB sigur, slett ikki líkindi at spæla Dysturin skuldi verið útsettur til íannaðkvøld.Vit koyra víðari á FC.Suðuroy. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Nú má vera nokk við, at tapa. Um vit tapa á B36 á heimavølli til næsta dyst, so er ligut fyri okkum í Effudeildini. Saman standa vit sterk fjepparin Petur Asbjørn Lervig víkingur Sær út til at har mistu vit møguleikan at vera við um stríði um FM. Nú er pressi vekk so mugu vit bara vísa hvat vit standa fyri og vinna tað sum er eftir. WLYV fjepparin Kristian Joensen kí KÍ vann. Liverpool vann. Summarfestivalur. Eg haldi ikki eg behøvist at siga so nógv aftrat. Nú fara vit heilhjartaðir eftir Europa fjepparin