Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur spælarameting Pætur Albinus Tað var borðreitt fyri ein­um sjáldsama spennandi odda­ braki, tá ið oddaliðið B36 sunnudagin fekk vitjan av nærm­asta eltaranum, NSÍ, sum undan dystinum einans var tvey stig aftanfyri. Gott spæl frá báðum pørt­ um seinastu tíðina skundaðu und­ir eina undirhaldsríka upp­gerð, somuleiðis sum hag­tøl­ini staðfesta hvussu góð gongd­in hevur verið hjá teim­um báðum liðunum. B36 hev­ur ikki tapt í útivið fýra mán­aðir, meðan NSÍ var ósigr­að í fimm teimum undan­farnu dystunum. Tað skal nógv til, áðrenn vindur darvar fótbólt í Gunda­dali, men sjaskveður við nógvum vindi og regni setti síni merki á hetta odda­ brakið. Óløgi Tað sást alt fyri eitt, at NSÍ ætlaði at bjóða B36 upp til dans. Við hørðum takk­ lingum tíðliga í dystinum fingu teir sett seg í virðing, og tað sama gjørdu teir um­ vegis fótbóltsspælið. Gest­ irnir vóru snøgt sagt greitt betra liðið fyrstu løtuna, har tað sum vera man vóru Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen, sum gingu á odda. Tvær ferðir sendi Árni inn­ legg til Klæmint, men roynd­ ir hansara at finna málið fóru upp um og við síðuna av. Eftir ávaringarskotini rakn­aðu vertirnir við, men tað var ikki fyrr enn í 15. minutti, at B36 spældi seg heilt fram til NSÍ-brotsteigin. Minutt­in seinni var Jann Mart­in Mortensen tó tætt við at leggja NSÍ á odda, men hóast púra leysur nak­að í høgru, fór skotroynd hans­ ara flatt framvið handaru stong. Longu í 19. minutti noydd­ ist B36 at gera eina út­skift­ ing. Philip Lund mátti av vølli­num við skaða, og Alex Mellem­gaard loysti hann av. B36 flutti eitt sindur runt og Lukasz Cieslewicz slapp at spæla sum einsamallur fremsti maður. B36 á odda So við og við vann B36 seg inn aftur í dystin, og tað var tvær ferðir, at teir vóru sera tætt við at leggja seg á odda. Fyrst sendi Lukasz Ciesle­wicz eitt skot útifrá á tvørtræið, og síðani var í fleiri førum um reppið, tá ið B36 hevði trunkaspæl inni í 5-metrinum í NSÍ-brots­teigi­num. Fyrsta málið fall beint undan hálvleikssteðginum, og tað var eftir deyð­bólts­ støðu, at B36 legði seg á odda. Odmar Færø var hægstur á bólti­num við fremru stong eftir hornasparksinnlegg, og við pannuni sneiddi hann bóltin í mál til 1-0 til B36. Eitt mál eftir eina deyð­ bólts­støðu var rættiliga sig­ andi um fyrra hálvleik, har veðurlíkindini forðaðu fyri tí heilt góða spælinum, og tað vóru eisini nógv persónlig mistøk í uppspølunum í hes­ um fyrra hálvleikinum, sum endaði 1-0 til B36. Óheppin støða Í seinna hálvleiki vaks vind­ urin og líkindini at spæla fótbólt vóru vánalig. Tað var nú B36, sum hevði vindin undan. Seinni hálvleikur var tó ikki meiri enn byrjaður, tá ið Klæ­mint A. Olsen lá slættur á vøllinum og týðiliga hevði fingið ilt í ryggin. Hann varð borin av vøllinum á børu, men sum skilst, so er talan tíbetur ikki um nakað álvars­ligt. Hetta tók luftina úr dysti­num eina løtu, men inn ímillum vóru mann­lig­ar takk­lingar og Páll August­ in­us­sen hevði longu í fyr­ ra hálvleiki úr at gera við at býta gul kort út. Eisi­ni NSÍ-venjarin, Trygvi Mort­ en­sen, varð miðskeiðis í seinna hálvleiki vístur út um girðingina fyri at hava rópt nakað nógv eftir dóm­ ara­num. Staðfestu Burtursæð frá einum stútara frá Jens Joensen, kom NSÍ ikki fram til nakað sum helst í seinna hálvleiki. Tað sást, at saknur var í toppskjúttanum í Effodeildini, tí uttan Klæ­ mint A. Olsen var NSÍ tann­ leyst. 4 Tórður Thomsen Tók sær av øllum, sum bara nærkaðist honum, og var sannførandi í feltinum. 3 Høgni Eysturoy Fekk eina út av lagi vánaliga byrjan við fleiri bólttapum, men spældi seg upp aftur á miðal. 4 Andrias H. Eriksen Var við til at vinna nógvar bóltar. Saman við Odmari hildu teir serliga í seinna hálvleiki NSÍ frá fatinum. 4 Odmar Færø Var her, har og allastaðni. Helt Klæminti í stuttum snóri og var eirindaleysur í takklingunum. 4 Jónas Tór Næs Afturvendi stríðsmaðurin legði eitt arbeiðsavrik eftir seg og lukkaði nærmast av í hansara síðu. 4 Hanus Thorleifsson Umhugsin, slapp sær væl av við bóltin. Serliga í seinna hálvleiki ruddaði hann eisini nógvar bóltar á miðvøllinum. 4 Eli F. Nielsen Fremsti kríggjari á miðvøllinum og átti sín lut í at B36 vann slagið um miðvøllin. 3 Róaldur Jakobsen Lítið sjónligur í mun til hvat hann hevur verið áður. Tað var einki, sum fær hann upp ella niður. 5 Hans Pauli Samuelsen Átti ein fót í øllum uppspølum. Legði upp til eitt og skoraði eitt. Ógvuliga eyðsýndur – dagsins maður! 4 Lukasz Cieslewicz Hann veit, hvat hann dugir best, og við driblingunum setti hann ferð á B36-álopini. Philip Lund Ov stutt inni til at fáa meting. Alex Mellemgaard Kom brádliga inn á miðvøllin – brúkti eina løtu, men spældi seg upp við fleiri góðum sendingum. Málið reint í 321 minuttir Hóast nógvar skaðar í verjupartinum, so letur B36 fægst mál inn í Effodeildini. 18 mál í 20 dystum eru higartil farin ígjøgnum. Tað eru ikki færri enn 321 minuttir síðani Tórður Thomsen seinast mátti fara í málið eftir bóltinum. Hetta var vikuskiftið hjá B36. Við sannførandi 3-0-sigri í oddabrakinum ímóti NSÍ hevur B36 sett beina kós ímóti FM-heitinum, og til mikla hjálp var tað, at nærmastu kappingarneytarnir snávaðu. Hetta kann gerast fyrstu ferð í søguni, at B36 endurvinnur eitt FM-heiti B36 beina kós ímóti FM H E S A V I K U N A