Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90 ítróttur fótbóltur spælarameting 2 Andras Gango Eingin bjarging, sum sendi sús ígjøgnum fjøldina. Sá vilstur út við 2-0-málið. 2 Johan Jacobsen Hevði ríkiligt at gera og varð títt bjóðaður av. Fá yvirlapp í dag, NSÍ-spælið var ikki til tað. 3 Per Langgaard Spældi ein marrudyst seinast ímóti B36 í Gundadali, men hesaferð var hann besti maður í NSÍ-verjuni. 2 Jens Joensen Lossaði bóltar burt og rak væl fram við einstakar ferðir, men varð eisini yvirspældur við 3-0-málið. 2 Einar Tróndargjógv Kom illa frá byrjan og tveitti fleiri bóltar burt, men kom fyri seg aftur og hevði okkurt gott innlegg. 2 Jann Martin Mortensen Hevði tveir góðar málmøguleikar, men misnýtti. Fall nærmast úr dystinum og varð útskiftur. 2 Magnus H. Olsen Spældi hart, vísti ikki serliga nógv og varð offraður fyri Jonhard Frederiksberg. 4 Hákun Edmundsson Besti maður á NSÍ-liðnum. Hóast NSÍ var við undirlutan, var hann róligur og sýnti gott, skilagott spæl. 3 Pól Jóhannus Justinussen Bardist sum úlvur á skóg allan dystin og vann nógvar luftdystir, men so heldur ikki meira enn tað. 3 Árni Frederiksberg Var vandamikil á vonginum og serliga í fyrra hálvleiki sneiddi hann nógv góð innlegg innfyri. 3 Klæmint A. Olsen Hevði tveir rímiliga møguleikar í fyrra hálvleiki, men eingin fór inn. Óheppin, skaddur og útskiftur. B36 stóð væl á vøllinum og serliga á miðvøllinum eydn­ aðist tað at pilka NSÍ-spælið niður. Hetta gav møguleikar til B36, sum staðfesti sigurin tá ið eitt gott korter var eftir at spæla. Fyrst var tað Alex Mellemgaard, sum hegnisliga gagnnýtti vindin og sneiddi eitt hornaspark beinleiðis í mál til 2-0, áðrenn Hans Pauli Samuelsen fáar minuttir seinni varð spældur púra leys­ur við fríspæling, sum hevði dygd sum um hann sjálv­ur hevði gjørt hana – hann takkaði fyri og økti til 3-0, sum eisini gjørdist enda­ liga úrslitið. NSÍ var væl við fyrstu løtu­na av dystinum, men annars var B36 greitt betra liðið og serliga seinastu løtu­ na minti tað um meistara­ spæl hjá B36, sum við sigri­num tók eitt risa fet mót­vegis at endurvinna FM- heit­ið fyri fyrstu ferð í søgu felag­sins. albinus@sosialurin.fo Ikki álvarsligt hjá Klæminti Fáar minuttir inn í seinna hálvleik mátti Klæmint A. Olsen berast av vølli eftir nærdyst við Eli F. Nielsen. Hóast NSÍ-fjepparar helst hava óttast tað ringasta, so er tað tíbetur ikki so álvarsligt. Klæmint fekk heksaskot í ryggin og skal halda stuttan steðg. B36 og NSÍ eru tvey lið, sum vilja spæla fótbólt. Liðini ansaðu væl eftir bóltinum meðan tey royndu at mynstra seg frameftir, og eingin bóltur varð sparkaður fram í tilvildina. Tað er ógvuliga sjáldsamt, at tað er somikið nógvur vindur í Gundadali. Tað darvaði spælinum nógv. Hóast tað, so hevur veðrið helst verið verri í øðrum dystum. B36 – NSÍ 3-0 (1-0) 1-0: Odmar Færø, 44. 2-0: Alex Mellemgaard, 75. 3-0: Hans Pauli Samuelsen, 79. Dómari: Páll Augustinussen B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Jónas Tór Næs – Róaldur Jakobsen (84. Benjamin Heinesen) Eli Falkvard Nielsen – Hanus Thorleifsson (84. Pætur J. Petersen) Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Phillip Lund (19. Alex Mellemgaard) Gul kort: Eli F. Nielsen, Andrias H. Eriksen NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Hákun Edmundsson, Magnus H. Olsen (60. Jónhard Frederiksberg) – Árni Fredriksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Martin Mortensen (72. Haraldur R. Højgaard) – Klæmint A. Olsen (50. Christian Høgni Jacobsen) Gul kort: Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv, Magnus H. Olsen Fyrsti málskjúttin hjá B36, Odmar Færø, fegnast sum vera man um sigurin í oddabrakinum. - Hetta var altavgerandi fyri hvussu kappingin fer at síggja út nú komandi dystirnar. Vit søgdu áðrenn dystin, at vit bara ikki skuldu tapa, men vit fóru inn fyri at vinna 100%, og tað haldi eg vit sóu á mátanum vit spældu uppá, segði Odmar við Rás 2 eftir dystin. Hann bleiv spurdur, um B36 verður Føroyameistari 2015, og til tað var svarið stutt og greitt: - Vónandi. Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Harry Knudsen, helt eftir dystin, at teir burdu avgjørt dystin tíðliga. - B36 spældi øgiliga væl, men vit skuldu avgjørt tað í fyrra hálvleiki, har vit høvdu nakrar kjansir. Vit høvdu 3-4 góðar støður og onkrar heilt stórar kjansir, men vit vóru ikki skarpir, tá ið vit skuldu vera skarpir, segði hann og peikaði á, at tað vóru ov nógvir hjá NSÍ, sum ikki raktu dagin. - Men B36 var betra liðið í dag, eingin ivi um tað, segði Harry. Odmar Færø: Hetta var altavgerandi Harry Knudsen: B36 var betra liðið Lissi Mouritsen B36 Because we're worth it ! klassamunur ! Fantastiskt hvítir - einaferð og altíð ! fjepparin Jan B. Antonioussen nsí Ein uppiborin sigur til B36. Tað er ikki so nógv annað at siga. Teir raktu dagin, og tað gjørdu vit ikki. Enn eru sjey dystir eftir OG ein steypafinala sum skal spælast, so vit hava nógv at spæla fyri enn! Next stop Sarpugerði! Góðir! fjepparin