mánadagur 10. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Heðin Askham er ikki longur
venjari hjá HB. Í fleiri ár
hevði HB dyrgt eftir mann
inum, sum hevur fingið av
bera góð úrslit við millum
annað EB/Streymi í 2012 og
við U21 landsliðnum. Hann
var lokalur og mettur sum
maðurin, ið kundi beina HB
skútuna á beint – og halda
hava har í fleiri ár.
Sáttmálin ljóðaði uppá
trý ár. Nú skuldi venjarin
hjá HB sita í longri enn hálvt
annað ár. Tað hevur ongin
megnað síðani Ion Geolgau,
ið sat frá 1998 til 2002.
Nú - eitt og eitt hálvt ár
seinni - er aftur útskifting á
brúnni. Hesa ferð er tað tó
venjarin sjálvur, sum hevur
valt at leggja kongin. Hóast
liðið fekk met nógv stig í fjør,
so vildi so illa, at B36 vann
FM. Spælið var einki at reypa
av. Í hevur spælið heldur ikki
verið so gott, men nú resta
úrslitini eisini í.
Eg kenni á mær, at eg havi
ikki meiri at geva liðnum. Eg
var noyddur at taka avleið
ingar. Tí var tað ein løtt av
gerð, tá alt kom til alt, sigur
Heðin Askham.
Seinna hálva
var dropin
Dysturin í Klaksvík bleiv til
tikni dropin, sum fekk bikar
ið at flóta yvir hjá Heðini. Í
eina tíð hevur tað ikki gingið
eftir vild, og nú var ovboðið.
Hetta
liðið
eigur
at
klára seg betri enn tað
ger í løtuni. Eg havi roynt
ymiskt, men tað gongur
einki. Liðið er í eini týdn
ingarmiklum
tíðarskeiði
í kappingarárinum og eg
haldi, at tað er betri at onkur
annar tekur yvir, sum kann
fáa meiri burturúr liðnum,
sigur Heðin Askham og vísir
til kappingina um fjórða
plássið, ið gevur atgongd til
Evropa fótbólt og 1,5 millión
krónur.
Alt í sátt og semju
Tað hevur verið trýst á
Heðini Askham í ár. Venjara
stólurin í HB er heitari enn
tann hjá Real Madrid, og
vantandi úrsltini hava eisini
sent søgur í umfar um, at
Heðin var ein trýstur maður.
Hetta er tó ikki galdandi fyri
leiðsluna í HB.
Eg havi havt eitt fyri
myndarligt
samstarv
við
leiðsluna í HB. Eg havi tikið
hesa avgerðina av mínum
eintingum. Eg havi einki
trýst kent frá leiðsluni, sigur
Heðin Askham og leggur
afturat;
Eg havi kanska lagt ov
strórt trýst á meg sjálvan.
Eg tók jú eisini yvir, tá HB
júst hevði vunnið FM í 2013.
Mátin tað hendi uppá, hevur
kanska órógva eitt sindur
ásannar Heðin, sum tók við
eftir Oddbirni Joensen eftir
kappingarárið 2013.
Eg angri ikki at eg tók við
sum venjari. Eg hevði ikki vil
ja verið tíðina í HB fyri uttan,
sigur fráfarni venjarin.
Skaðar stóra ávirkan
Hóast hópurin hjá hevur
verið væl mannaður við fleiri
profilum hesi bæði seinnu
árini, so hevur Heðin sjálvd
an havt møguleika at brúka
allar streingirnar. Í mun til
FM vinnandi liðið í 2013, so
hava tveir av týdningarmikl
astu spælarunum frá tá ikki
spælt nakað serligt.
Bæði Símun Samuelsen
og Christian R. Mouritsen
hava verið nógv skaddir síða
ni tá. Tað er ikki nakað eg fái
gjørt nakað við, sigur Heðin
Askham.
Til dysti móti vóru menn
sum Jóhan Troest Davidsen,
Arnbjørn T. Hansen og Pál
M. Joensen skaddir, meðan
menn sum Andrew av Fløt
um og Christian R. Mourit
sen hava verið darvaðir av
skaða.
Skuldu havt keypt
Høgna Madsen
Undan
kappingarbyrjan
hevði venjaratoymið hjá HB
eitt ynski um, at fáa Høgna
Madsen
tilnýttan
hópin.
Hesum vildi felagið ikki
ganga við til, og so endaði
hann í FC Suðuroy. Tað er
størsti feilurin, sum varð
gjørdur til í ár.
Hann hevur víst í FC
Suðuroy, at hann er ein
góður miðvallari. Hann er
motorurin, sum vit hava
manglað á miðvøllinum í
ár, sigur Heðin Askham og
leggur afturat;
Tá tú hevur dumpað, so
er tað altíð ting tú kundi
havt gjørt øðrvísi. Eg skuldi
møguliga havt gjørt nøkur
ting øðrvísi frá byrjan, sigur
Heðin Askham.
Fer at halda frí
Heðin Askham verður ikki at
síggja í føroyskum fótbólti í
2015. Spurdur um hann verð
ur at síggja í Effo-deildin í
2016 svarar hann;
Tað havi eg eitt ilt við at
ímynda mær, men tú kanst
aldrin til aldrin í fótbólti. Eitt
er tó vist, eg verið ikki venjari
aftur í ár. Nú fari eg at hava
frí frá fótbólti restina av ári
num, sigur Heðin Askham,
sum vísir á, at nógv at hava
yrkisleið sum venjari hevur
verið eitt sindur tilvildarlig.
Eftir tíðina í EB/Streymi,
skuldi eg eisini hava frí í eitt
ár, men tók við í NSÍ. Eg sat á
einum venjaraskeiði í Turka
landi og fekk íblástur og fleiri
góð hugskot. Tá so NSÍ brád
liga ringdi, endaði eg við at
siga ja. So eg veit satt at siga
ikki hvar venjaraleiðin tekur
meg, sigur Heðin Askham at
enda.
Heðin
Askham
er
13.
venjarin hjá HB, síðani Ion
Geolgau bleiv koyrdur í 2002.
Tað eru 13 venjarar uppá 14
ár.
trondur@sosialurin.fo
Ein løtt avgerð
Heðin Askham:
Heðin Askham legði leygarkvøldið frá sær sum
venjari hjá HB. Eftir 2-0 ósigurin fyri KÍ á Summar
Festivalinum valdi maðurin, sum skuldi fáa
stabilitet á HB liðið, at leggja frá sær. Tað var ein
løtt avgerð at taka, sigur Heðin Askham, ið ikki
bleiv trýstur frá leiðsluni at leggja frá sær
Tróndur Arge
Finnbogi Arge hevur havt
eitt
hendingaríkt
viku
skiftið sum formaður í HB.
Leygarkvøldið segði Heðin
Askham upp, og sunnudag
in varð nýtt venjaratoymið
sett. Skal HB halda fram
við somu fíggjarætlan sum
í ár, so verður neyðugt við
einum atgongumerki til Ev
ropa.
Fíggjarætlanin
verður
ávirkað, um vit ikki klára at
vinna okkum millum fýra
tey fremstu og koma í Ev
ropa. Vit ynskja sjálvandi at
røkka tí og tað hevði eisini
gjørt arbeiði hjá okkum
lættari. Hinvegin, so hava
við eisini fyrireikað okkum
upp á, at tað kann henda at
vit ikki klára tað, sigur Finn
bogi Arge.
Tó at HB er trýst í stríð
num um Evropa, so er
setanin av Milan Cimburo
vic ikki ætla sum ein stutt
varandi loysn.
Vit ynskja at varðveita
sambandið
millum
ung
dómsdeildirnar og Effo-
liðið. Tí hava vit valt eitt
venjaratoymið, sum kennir
felagið og spælararnar í
felagnum, sigur Finnbogi.
Milan Cimburovic hev
ur verið høvðusungdómsv
enjari í HB síðani 2012. Tað
merkir, at HB skal hava
nýggjan høvðusungdóms
venjara, men ikki at HB
sleppur
arbeiðinum
við
teimum ungu.
- Tað merkir ikki, at vit
niðurraðfesta
ungdóms
arbeiði. Hetta er ein roynd
at skapa betri samband og
greiðari linjur millum ung
dómsarbeiði og Effo-hópin.
Tað hevur verið kritikkur
av, at vit ikki lofta okkara
egnu nóg væl. Vónandi kun
nu vit við hesum broyta tað,
sigur Finnbogi Arge.
Skiljast í sátt
og semju
Formaðurin í HB leggur
eisini dent á, at brotið mill
um HB og Heðin Askham er
hent í sátt og semju.
Heðin hevur tikið av
gerðina sjálvur. Hann boð
aði okkum frá, at hann legði
frá sær. Vit hava eitt gott
forhold og vit hava tosað
um tingini í sátt og semju,
sigur Finnbogi Arge.
Formaðurin sigur eisini,
at tað hevur ikki verið uppá
tal í nevndini at koyra Heð
ini Askham frá.
- Tað hevur nevndin
ongantíð
viðgjørt,
men
sjálvandi um vit hildu fram
at tapa, so hevði spurning
urin verið settur einaferð,
sigur Finnbogi Arge.
Heðin
Askham
hevði
sáttmála fyri komandi ár
eisini. Málið var, at Heðin
skuldi fáa stabilitet í HB,
sum hevur skift venjara
oftari enn Real Madrid í
hesi øldini.
- Ynski hjá okkum er
stabilitetur. Vit vildu ynkst,
at vit kundu varðveitt ein
venjara longri. Heðin hevur
verið óheppin við spælar
unum, tí fleiri hava verið
nógv skaddir. Tað hevur
skert hansara møguleikar
at virka optimalt. Tað kann
hann ikki lastast fyri, sigur
formaðurin og leggur aftur
at;
- Í fjør fekk hann fleiri
stig enn FM liðið undan
farna ár - 60 í mun til 57 -
men blívur nummar tvey. Tá
sótu tríggir lyklapersónar
uttanfyri alt árið. Í ár hevur
tað verið uppaftur verri við
skaðum. Tað merkist eisni,
at spælarar sum René S.
Joensen fara úr felagnum,
sigur Finnbogi Arge at enda.
trondur@sosialurin.fo
Fíggjarligt trýst á HB
Tað kemur at hava stóra ávirkan á fíggjarætlanina hjá HB fyri komandi ár, um liðið verður
yvirhálað á stigatalvuni og ikki kemur í Evropa. Tað ásannar formaðurin í HB, Finnbogi Arge