mánadagur 10. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. august 2015 · Nr. 90
ítróttur
Heðin Mortensen lovaði
at útrudda vespurnar,
og nú er tað gjørt
(Um B36-NSÍ)
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Milan tekur yvir í HB
Tað verður Milan Cimburovic, ið tekur yvir sum venjari í HB. Hann
hevur verið høvðusungdómsvenjari í felagnum seinnu árini
- Vit hava sett Milan Cimbu
rovic sum fyribils venjara
hetta árið. Vit meta, at tað er
av stórum týdningi, at hann
kennir spælararnar og felagið
frammanundan. Vit síggja tað
sum ein møguleika fyri eini
varandi loysn, sigur Finnbogi
Arge, formaður í HB.
HB hevur sett fyrrverandi
spælaran í felagnum, Jan
Dam, sum hjálparvenjara.
eftir at Heðin Askham legði
frá sær um vikuskiftið.
Finnbogi er harmur um, at
Heðin Askham legði frá sær.
- Vit hava alt gott at bera
honum. Vit ynskja stabili
tet í felagnum og tí bleiv
hann settur við einum trý
ára sáttmála, men tú veist
ongantíð í fótbólti. Heðin
hevur verið óheppin við
serliga skaðum í hópinum.
Tað hevur gjørt arbeiðisum
støðurnar hjá honum verri.
Vit ásanna, at slíkar støður
kunnu slíta upp á ein venjari.
Vit ynskja honum alt besta í
framtíðin, sigur Finnbogi
Arge.
Milan Cimburovic er serbi
og kom til Føroyar í 1997.
Hann hevur umboðað Royn,
NSÍ og TB sum spælari. Sum
venjari hevur hann umboðað
Royn, NSÍ, Sumba, TB, B36 og
nú HB.
Milan er 14. venjaraloysn
in uppá 14 ár. Søgan sigur, at
hann situr ikki longri enn til
ársenda komandi ár.
trondur@sosialurin.fo
HB venjarakabalin frá
2002:
2002: Jóannes Jakobsen og Kári
Nielsen
2003: Frank Skytte
2004-2005: Heine Fernandez
2005: Julian Hansen
2006-2007: Krzysztof Popczynski
2007: Albert Ellefsen
2008: Rúni Nolsøe
2008-2009: Sámal Erik Hentze
2010: Kristján Guðmundsson
2010-2011: Julian Hansen
2011-2012: Sigfríður Clementsen
2013: Oddbjørn Joensen
2014: Heðin Askham
2015: Milan Cimburovic
www.hb.fo:
Fyri fyrstu ferð í langa tíð hava norðoyingar nakað at gleðast um á
Summarfestivalinum. Mest vinnandi liðið í føroyskum fótbólti formáddi
sær einki hetta góða fríggjakvøldið við Djúpumýru.
www.b36.fo:
3-0 sigurin var ikki eitt vet ov stórur, og hvítidalur kókaði, meðan vit
rullaðu sigurin heim. Hóast vit framvegis ikki tosa hart, so byrjar tað nú at
síggja heilt alvorliga gott út.
www.svimjing.com:
Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið
sítt besta, so hevði hann fingið medalju.
www.vikingur.fo:
Frástøðan til B36 øktist og nú er bert ein teoretiskur møguleiki at hála teir
aftur.
www.if.fo:
So bragdaði aftur hjá ÍF, sum ta seinastu tíðina hevur verið niðri í einum
aldudali.
www.nordlysid.fo:
Máltalvan við 2-0 úrslitinum skein allan Summar Festivalin
heimasíðurnar skriva...
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Tað eru evnini í klummuni í dag. Vit sóu á Summar
Festivalinum, at tað gagnar føroyskum fótbólti, at
KÍ hevur heimavøll á einum slíkum degi. Eg havi
næstan ikki sæð so nógvar áskoðarar til ein vanligan
fótbóltsdyst áður.
Spurningurin er um vit skulu tora at leggja ávísar
dystir til ávís tíðspunkt. Ella um vit skulu til at hugsa
nógv meiri um áskoðaran, sjálvt um tað kann ganga
útyvir spælararnar og onkuntíð fyrireikingarnar
hjá feløgunum. Tað er jú ongin fótbóltur uttan
áskoðarar, og tølini hava verið minkaði á flestu
støðum kring landið.
Eitt nú dysturin millum FC Suðuroy og TB. Hann
verður spældur samstundis, sum tað er umfar kring
alt landið. Kundi man í fyrsta umfari lagt ein av
hasum uppgeriðinum á jóansøku. Og í aðru atløgu
lagt dystin ein dag, har tað ikki er so nógv annað á
skránni í Effo-deildini. Hetta hevði óvia fingið fleiri
áskoðarar og miðlar til hesa so spennandi uppgerð.
Annars er tað ikki rætt, at TB og FC Suðuroy spæla á
heimavølli í senn.
Dystir á stevnunum og festivalunum er ein
suksé fyri áskoðaran. Spurningurin er um vit skulu
til at tora at flyta dystir, so tað passar áskoðaraum
betri. Hetta verður partvís gjørt og tað riggar.
Spurningurin er bara um letur seg gera politiskt
millum feløgini.
HB skal vera undangongufelag
So var aftur venjaraskifti í HB. Felagið, sum er
tað mest vinnandi í landinum, hevur nú sett 14.
venjaraloysnina upp 14 ár. Fyri meg eigur HB at vera
eitt undangongufelag í føroyskum fótbólti. Skal tað
vera eitt felag, sum skal slóða fyri í krøvum, sum tú
kanst seta spælarunum og sær sjálvum, so er tað HB,
ið skal ganga á odda.
Tað er bara ikki tilfeldi í løtuni. Hóast fleiri FM
heitið seinnu árini, so er ilt at síggja ein reyðan tráð í
tí sum HB ger.
Spælarar og venjarar verða útskiftir í stuttum
og jøvnum milumbili. Spælið er ikki at kenna aftur,
áskoðarin tykist hava vend felagnum bakið og fáir
spælarar verða framleiddir úr ungdómsrekkjuni.
Tað eigur at vera stuttligt og spennandi at síggja
HB spæla. Spælararnir í felagnum eiga at seta stór
krøv til sín sjálvan, og liðið skal kunna mynda dystir.
Tað er ilt at fáa eyga á í løtuni.
Tað var hvørtfall soleiðis tað plagdi at
vera. Teir spælararnir, sum komu í gjøgnum
ungdómsrekkjurnar rukku mangan langt.
Nú er HB í vanda fyri at missa støðuna sum
undangongufelag í føroyskum fótbólti. HB er jú
felagið, sum hini elska at finnast at. Tað sæst eisini
á lesaratølum á millum annað in.fo, at HB er felagið,
sum hevur størst áhuga millum føroyingar.
Í løtuni verða teir yviráhlaðir av fleiri feløgum á
fleiri økjum.
Pál snýttur
Eg bleiv nakað so argur, tá eg læs tíðindini á síðu
8, um at Sun Yang snýtti Pál Joensen fyri eitt
finalupláss í 1.500 metrar frí. Ítróttarandin hjá Sun
Yang er nakað tað vánaligasta eg havi upplivað í
altjóða ítrótti. Fyrst doping og nú vil hann ikki siga
frá, tá hann er skaddur, so eykamaðurin kann koma
inn fyri hann. Í hesum førinum hevði tað verið Pál
Joensen. Eg havi sagt tað fyrr, og kann gott siga tað
umaftur:
Fair play, Sun Yang. Fair play!
trondur@sosialurin.fo
Dystaráseting, HB
og Pál Joensen
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Milan Cimburovic(t.v) og Jan Dam
Mynd: www.hb.fo