týsdagur 11. august 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Regnið spilti einki
Regn og vindur sluppu aftur hesa ferð at arga festivalgestirnar, men tað fekk ikki nortið
veruleikan um størsta og kanska besta Summar Festivalin, sum hevur verið
Jákup Mørk
Tónleikanøvnini, sum ferðast til
Føroya, hava verið nógv í tali
seinnu árini. Ikki minst takkað
verið G! Og Summar Festivalinum.
Burtur úr hava vit fingið hópin
av góðum konsertum og lukkutíð
eisini onkrar heilt fantastiskar.
Men Summar Festivalurin 2015
fer helst í bøkurnar sum tann besti
í eini perlurøð. Longu hóskvøldið
varð talan um eitt ordans brak, tá
Lukas Graham fór á stóra pallin.
Danski popparin fekk næstan fylt
Vágsbø, og tað sigur nakað um
støddina á festivalinum, at tað
longu hóskvøldið vóru eini 8.000
fólk og lurtaðu. Hetta er triða árið á
rað, at eitt av heilt stóru nøvnunum
fer á pall longu hóskvøldið, og
saman við Mika Twisted Sister
prógvaði Lukas Graham, at tað
væl og virðiliga ber til at halda eitt
ordans festivalkvøld í miðviku.
Út til fólkið
Júst Lukas Graham bergtók eisini
fyriskipararnar fyri annað og
meira enn tónleik sín. Alt fyri eitt
staðfesti hann, at festivaløkið var
somikið vakurt, at hann ikki vildi
taka til takkar við bara at framføra.
Nei – hann vildi út á økið at prátað
við fólkið, og so var ikki meira roks
um tað. Ein góð skipstroyggja varð
fingin til vega, og so fór danski
popparin at hugna sær, áðrenn
hann frá pallinum fekk øll hini at
hugna sær minst líka nógv.
Og tónleikaliga var hann eisini
framúr. Melodiøsi poppurin hevur
vunnið sær hópatals fjepparar, og
tá stóru hittini rullaðu, stemmaðu
túsundtals røddir við. Lukas sjálvur
var framúr væl upplagdur, og mest
av øllum tóktist hann hava hug at
seta seg millum fólkið at syngja.
Ljóðgóðskan á stóra pallinum er
eisini framúr. Undan festivalinum
segði Hjalmar Hvítklett í útvarps
práti, at tey nú royndu eina nýggja
stýring, sum skuldi gera ljóðið
javnt gott um alt festivaløkið, og
eisini her er talan um toppkarakter.
Kanska kundi voluman fríggja
kvøldið verið eitt vet hægri, men
góðskan sjálv var í hæddini, og so
kunnu vit valla krevja meira enn
tað sama.
Roxette var fantastiskt
Longu hóskvøldið vóru tey fleiri,
sum vildu vera við, at tey nú
høvdu sæð og hoyrt tað besta, sum
Vágsbøur nakran tíð hevur bjóðað.
Men fríggjadagin var alt aftur uppi
at kóka.
Roxette er uttan sammeting
størsta tónleikanavnið, sum hevur
vitjað í Føroyum. Sum fyriskipar
arnir sjálvir tóku til, tá navnið varð
lýst, so var hetta fyrsta ferðin, at
teir ikki høvdu fyri neyðini at siga
frá, hvussu stórt navnið var.
Vágsbøur var eisini tjokkandi
fullur, tá tað framvegis var eitt
korter eftir, til bólkurin fór á pallin,
og eingin ivi er um, at tey leveraðu.
Sjálvandi er Marie Fredriksson
ikki longur tað, sum hon einaferð
var. Dysturin móti krabbasjúkuni
hevur havt varðandi mein við sær,
og tí bar bert til hjá henni at sita
gjøgnum kosertina.
Hinvegin spruttaði Per Gessle
framvegis av orku, og saman
framførdu tey eina perlurøð av
vælkendum rock/poppi, har tey
hava verið á heimstindunum seina
stu góðu fjórðingsøldina.
Umframt tey bæði høvuðs
nøvnini, sum upplivdu vit eisini ein
bólk, ið var somikið væl spælandi,
at tað valla kann gerast betri. Hvør
tann einasti tóni klappaði perfekt
saman við restini, og vit vórðu øll
vitni til, at tað krevur heimsklassa,
um tú skalt raka heimstindarnar.
Røtt avgerð
Veðurforsagnirnar kundu longu
tíðliga í vikuni staðfesta, at regnið
fór at arga leygardagin. Stóri spurn
ingurin var støðugt, um hann fór at
snara eysturum í ættini.
Tað gjørdi hann, og longu tíðliga
leygardagin varð avgerð tikin um,