Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 at stóri pallur skuldi takast niður. Kanska vóru vit fleiri, sum hildu, at hetta var at geva skarvin yvir dekan ov skjótt, men sum kvøldið leið mundi eingin ivi vera um, at hetta var rætta avgerðin. Tað bar sjálvandi nakrar roker­ ingar við sær, og eitt nú máttu legendurnar úr Dublin’s fair city fara undir tak í stóra tjaldinum. Neyvan hava fleiri fólk enn tað sama verið í tjaldinum til konsert. Og eisini her fekk fjøldin júst tað, sum hon kom fyri at hoyra. Banjo- tónarnir ljómaðu lystiliga gjøgnum alla framførsluna, og tá teir endaðu við at taka øll tey kendasta írsku løgini, kókaði tjaldið av álvara. Kanska var tað eitt sindur spell, at hetta ikki kundi ganga fyri seg á stóra pallinum, men veðrið má ráða sær sjálvum, og niðurtøkan av stóra pallinum var uttan iva skilabesta loysnin í hesum førinum. Verður neyvan størri Aðrastaðni á hesum síðum ber til at lesa um mongu framførslurnar, sum vóru á festivalinum. Uttan at fara í smálutir, so kunnu vit róliga siga, at føroyskur tónleikur hevur funnið sær ein stóran og framúrskarandi pall á Summar Festivalinum. Torgið var á tremur, tá Signar framførdi síni eftirhondini væl kendu sangir. Hanus var aftur á pallinum, eftir at hann ikki var á plakatini í fjør. Lokalu Grandma’s Basement fingu sum vant alt upp at kóka við sínum argandi skemti, og væl royndu Frændur og føroysku rock-hetjurnar prógvaðu so væl og virðiliga, at hóast hárið er gránað, ber framvegis væl til at fáa ungdómin upp á tá. Júst stóra spennið í fram­førs­ lunum er væl eisini nakað av tí, sum ger Summar Festivalin til nakað heilt serligt. Plakatin hevur neyvan verið sterkari, enn hon var í ár, og her var tónleikur í heimsflokki til allar ungar sálir millum 10 og 85 ára aldur. Samstundis er festivalurin eisini ein sannur fólkamagnetur, tá vit tosa um at skapa eitt hugnaligt vikuskifti. Longu fleiri mánaðir undan festivalinum ber illa til at leiga sær íbúð í Norðoyggjum, og mest sum hvør tann einasti kam­ pingvognurin í landinum er eisini at síggja á leiðini hesar dagarnar. Einasta skeinan, sum var í lakki­ num hesaferð, mundi vera Silva- landið, og børnini ikki hugnaðu sær eins nógv, sum tey fyrr hava gjørt, men ivaleyst ber eisini til at taka við læru av hesum. Støðugi spurningurin er, hvussu ólukkan fyriskipararnir skulu royna at toppa einum festivali av hesum slagnum, tá teir nú fara at hugsa um 2016-útgávuna. Meira enn nakran tíð er spurningurin, um tað ber til at fáa enn størri nøvn til Føroya, og eisini er spurningin, um tað ber til at raka líka breitt einaferð afturat, so øll aftur fáa sítt. Vandi er í hvørjari vælferð, men vónandi klárar Summar Festivalurin enn einaferð at taka okkum øll á bóli, tá fyrstu nøvnini fyri 2016 verða kunngjørd. Her og nú kunnu vit bara staðfesta, at hóast veðurgudarnir heldur ikki í ár vístu seg frá síni blíðastu síðu, so megnaði festivalurin aftur í ár at liva upp til slagorðið “Har øll syngja við”. Tí gjørdu vit øll somul.