Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91 16 Sosialurin Sigurjón Einarsson Men her má vera meir! Her má vera meir! Soleiðis róptu nøkur íðin Enekk-viðhalds­ fólk, ið stóðu heilt frammi við pallin, eftir at Enekk hevði spælt seinasta eyka­ lagið til konsertina á ársins G! Festivali, har sipað varð til sjálvan sang­in hjá bólkinum, men sum samstundis var ein áheitan, at tey gjarna vildu hoyra meira av serstaka tónleikinum frá Enekki, ið hevur trøllarbundið og bergtikið mangt mannabarn her í Føroyum síðani 1991, tá fyrsta lagið: “Eru vit til?” var at hoyra á skering 11 á út­ gávuni hjá Amnesty Tónum, sum kom út tað árið. Bólk­ urin hevur higartil útgivið íalt fýra útgávur: “Andlit hins tigandi” í 1993, “Ver sterk mín sál”, 1994, “Fýra nætur fyri jól”, 1997 og “Meðan vit nærkast jørðini” í 2004. Í einum hvítum húsum í Hálsagøtu – við markið mill­ um Saltangará og Runavík – situr forsangarin í Enekk, Kári Sverrisson, og ansar eftir kettuni hjá mostrini, meðan hon er og ferðast uttanlands. Við vaskið er ketilin nærum liðugur at kóka vatnið, og skjótt eru kopparnir fyltir við pulvur­ kaffi, so prátið um tónleik og onnur lívsins viðurskiftir kann fara ígongd. Bólkurin, Enekk, ið á frem­mandum indiánaramáli í Suðuramerika merkir “tey fremmandu”, hevur verið rættiliga virkin seinasta árið. Seinast var bólkurin at hoyra á ársins Summar Festivali, tá teir spældu í stóra tjaldinum leygarkvøldið. Men tað var nú eitt sind­ ur av tilvild, at bólkurin varð samlaður og byrjaði at framføra aftur. – Vit byrjaðu at spæla í fjør til eitt tiltak hjá Sirkus, eftirsum tað vóru 100 ár síðani, at yrkingarsavnið hjá Janusi Djurhuus kom út – fyrsta yrkingarsavnið á føroyskum – sum vit hava gjørt løg til í útgávuni “Ver sterk mín sál”, sigur Kári Sverrisson. Tilverustevna Síðani hetta tiltakið í fjør, hevur Enekk havt nakrar aðrar framførslur eisini, har m.a. nýtt tilfar hevur verið at hoyrt frá bólkinum. Har er t.d. ein sangur um ein mann, ið roynir at selja eitt blað, og so er eisini ein sangur um dóttrina, tá hon fór til gongu. Hesin sangur hevur, sum fleiri aðrir sangir hjá Enekki; ikki beinleiðis ein heilt ávís­ an týdning. Sangurin er um sjálva støðuna, at dótturin fer til gongu, men sangurin handlar eins nógv um lívs­ ins viðurskiftir – hvar fara vit øll? Hvussu fer tað at verða? Kári dámar væl sjálv­ ur, at tað kann bera til at gruna yvir eitt ella annað evni, men at tað er ikki neyðugt, at áhoyrarin fær alt serverað á einum silvurfati við tekstunum. Heldur letur hann upp fyri, at áhoyrarin ger sínar egnu tulkingar. Tekstirnir hjá Enekk vísa ofta á eina tilverustevnu, har ljós verður varpað á grundkor og umstøðurnar undir tilveru menniskjunnar á foldum. Høganes Enekk var partur av tónleika­ umhvørvinum, ið búleikaðist umborð á Høganesi fyrst og mitt í nítiárunum, tá aldar­ gamla sluppin var stað­ið í Eysturoynni, har eitt nú tónleikarar kundu koma at framføra, venja og uppliva tær mongu ymisku fram­ førslurnar, ið vóru har. Har vóru m.a. fólkatón­leika­fram­ førslur av ymiskum slag, vísuløg, spælimanstónleikur, indiána- og sáma skjaldur, sjómansvísur, djass-tón­leik­ ur, bæði modernaður og siðbundin, rokkur, poppur, tungmálmur – har eitt nú Wolfgang vandi umborð og so eisini klassiskur tónleikur. Tað serliga við Høganesi var kanska tað, at tað var ein serligur akkustikkur umborð í lastarúminum, har tón­ leikurin hjá Enekk kanska veruliga kom til sín rætt. Vit práta eitt sindur um synd­ arligu lagnuna hjá aldar­ gomlu sluppini, men tað skal ikki komast nærri inn á her. Heldur verður litið aftureftir, tá ríkt mentanarlív var umborð á Høganesi. - Ja, hatta var ein serstøk tíð her um leiðir. Fólk vóru forvitin, og tímdu væl at lurta eftir t.d. djassi og fólkatónleiki. Tað var sera fjølbroytt tá, og eg ivist stórliga í, um tað yvirhøvur hevði verið møguligt at skipa fyri tílíkum tiltøkum í dag, sigur Kári hugleiðandi. Tað má vera ektað Og júst fjølbroytni innan tón­leik hevur altíð upp­tikið Kára, síðani hann sum drongur í barndóms­heimi­ num úti á Toftum hoyrdi upptøkur av sekkjapípum. Hetta hevur kanska verið viðvirkandi til, at áhugin fyri uppruna tónleiki og heims­ tónleiki yvirhøvur birtist. Og á ferð í Bulgaria og Fraklandi í 1995, upplivdi Kári nógvan uppruna tónleik, har tankin um at gera eina sending tók skap. Sjálvur helt Kári, at úrvalið av tónleiki í útvarpi­ num var dekan ov smalt, og Kári Sverrisson, ið er partur av tónleikabólkinum Enekk, sum er ein tann mest sermerkti og spennandi bólkurin gjøgnum tíðirnar, dámar væl, tá normarnir í tónleiki verða útfordraðar. Tá er hann mest ektaður, heldur tónleikaúrmælingurin. Dámar væl tá normarnir verða brotnir – Nú syngja øll næstan líka. Í gomlum døgum undir Kingosangi, fóru øll í hvør sína ætt, tá tey sungu og tað legði eingin merki til Kári Sverrisson meldurin