týsdagur 11. august 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
Sosialurin
Sosialurin
at tað varð gjørt ov lítið at
fara út til tey ytstu mørkini.
Tí spurdi hann seg fyri hjá
útvarpinum – at sleppa gera
nakrar sendingar við tilfari,
ið hann helt manglaði til
føroyska sendinetið, og tað
varð honum játtað. Heims
kvæðið, ið varð sent um
veturin, handlaði um tónleik
úr øllum heimsins hornum
og krókum. Tað serliga við
hesi sending var, at lurtarin
hvørja ferð fekk søguna um
hendan tónleikin við – hvør
spælir ella hevði spælt hann,
hví hesin tónleikur verður
spældur og hvussu hann
varð til. Um summarið hevði
Kári sending, ið hann kallaði
Gjallarhornið,
har
nógv
ymisk sløg av tónleiki var við
– eisini uppruna tónleiki,
men har talan var um bæði
gamlan og nútímans tónleik,
har eisini uppruna tónleikur
var
við.
Eisini
nevndur
heimstónleikur. Talan var
um sending einaferð um
vikuna, har eitt ávíst tema
ella land var í miðdepilinum.
Hóast tað heldur var meira
møði enn føði at gera send
ingarnar, so vóru tær at
hoyra í útvarpinum í til
samans seks ár.
– Tað handlaði um at
finna tónleik, ið var so au
tentiskur
sum
møguligt.
Tað skuldi heilt aftur til
upprunan. Mær hóvar ikki,
um tónleikur verður ov
niðurbundin. Tað skal vera
pláss fyri at improvisera,
sum vit kenna tað frá djassi
num, har eg, sum lurtari,
verðið yvirraskaður! Eg var
t.d. fyri nøkrum árum síðani
til konsert hjá Neil Young,
ið hevði eina gittarsolo, sum
vardi í einar 15 minuttir. Mær
dámar væl, tá normarnir
verða brotnir. Tað er meira
ektað, sigur Kári.
Áhugin fyri tí siðbundna
og uppruna føroyska tón
leikinum fekk Kári sum 20-
ára gamal. Og hevur hann
tey seinnu árini eisini verið
við til at taka upp og arbeiða
fyri, at eitt nú skjaldur og
kingosangur verður skjal
ført. Eisini hevur hann verið
við til at givið tónleikaút
gávur út við skjaldrum, har
hópin av tilfari er samlað
saman frá mongum ymisk
um plássum í Føroyum, og
sjálvur heldur Kári Sverris
son, at tað er sera áhugavert
at hoyra, hvussu ymiskt tað
varð sungið fyrr í mun til nú.
- Nú syngja øll næstan
líka. Í gomlum døgum undir
Kingosangi, fóru øll í hvør
sína ætt, tá tey sungu og tað
legði eingin merki til. Soleiðis
var tað bara tá. Eg sakni eitt
sindur, at vit fáa rúmd fyri
hesum í almenna rúminum
onkursvegna, har vit kunnu
leggja alt tað siðbundna
tilfarið út á netið, so øll
kunnu fáa ágóðan av tí. Tað
er ikki so neyðugt, at tað er
so polerað, heldur Kári.
Sum
dømi
um
hetta,
nevnir Kári amerikumannin,
Alan Lomax, ið samlaði tús
undavís av tónleikatilfari
o.a., bæði í USA og aðrastaðni
í heiminum, sum liggur frítt
hjá øllum at lurta eftir á
netinum í dag – eisini tær
upptøkur, ið bert eru hálvar
ella kiksaðar eru tøkar at fáa
fatur á.
Hóast Kingosangur og
skjaldur er við at doyggja
út her í Føroyum, so roynir
Kári
Sverrisson
at
gera
sítt til, at tað onkursvegna
verður sparkað lív aftur í
hesa mentan, ið føroyingar
í langa tíðir hava hildið við
líka, meðan tað doyði út
aðrastaðnis kring okkum.
Fyri kortum var eitt nú
skjaldur tikið fram, tá Lista
leypurin, ið er ein mentanar
lig verkætlan, sum Norður
landahúsið, Mentamálaráðið,
Kommunufelagið og Lista
samband Føroya skipa fyri,
har fólkaskúlanæmingar og
forskúlanæmingar fáa høvi
at uppliva góða yrkislist, har
Kári, saman við øðrum limi í
Enekk, Agnar Lamhauge, ið
tók stig til skjaldraverk
ætlanina, og saman við Rúna
Mouritsen, vitjaðu skúlar.
Har skjaldur varð tikið fram
og sett í nýggjan og áhuga
verdan samanhang, ið lat
upp fyri møguleikanum hjá
børnunum at skapa nýggjar
tónleikaheimar burtur úr tí
gamla.
Men aftur til byrjanina í
greinini, ið ljóðaði soleiðis: -
Men her má vera meir! Ja, er
tað meir í væntu frá Kára og
Enekki? Uttan at fara heilt
uppfrá
heimspekiliga,
so
velji eg heldur at grunda yvir
– meðan vit nærkast jørðini
– hvat vit kunnu vænta
okkum av Enekk í framtíðini.
Vit vita, at teir hava spælt
einar fimm nýggjar sangir
til nakrar av konsertunum
higartil, so kanska er okkurt í
væntu. Spyrt tú Kára sjálvan
sama spurning, so avsannar
hann heldur ikki, at kanska
verður okkurt givið út við
Enekk um rúma tíð, men
sum tónleikaúrmælingurin
sjálvur sigur:
– So má smíðast, meðan
jarnið enn er heitt!
Mær dámar væl, tá normarnir verða brotnir.
Tað er meira ektað, sigur Kári Sverrisson
meldurin