týsdagur 11. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LØGTINGSVAL 2015 Valgreinar
Høgni Reistrup
Framsókn
Ímynda
tær,
at
tú fert nøkur ár
uttanlands at ar
beiða. Ella at tú
fert út í heim at
eftirútbúgva
teg.
Hetta er ikki óhugsandi, tí vit
flyta okkum millum lond meira
enn nakrantíð áður. Og tí lesa og
arbeiða fleiri túsund føroyingar
uttanlands.
Men bara ein lítil partur av hes
um dýrabara tilfeingi hevur at
kvøðurætt.
Í einum altjóðagjørdum heimi
má ein tjóð hugsa víða. Skulu
vit náa málinum um einar sjálv
berandi Føroyar, hevur tað stóran
týdning, at okkara hugburður til
umheimin er opin.
Vit kenna øll fólk, sum búgva,
arbeiða og lesa úti í heimi. Vit hava
øll familju, vinir og kenningar, sum
eru í øðrum londum. Tey nema
sær viðkomandi vitan, fáa altjóða
førleikar, uppliva aðrar mentanir
og skapa sær eitt størri netverk.
Føroyska samfelagið kann fáa
meira burtur úr hesum veruleika.
Allir útisetar hava
atkvøðurætt
Vit mugu geva øllum føroyingum
uttanlands atkvøðurætt til mill
um annað løgtingsvalið í eitt
áramál eftir, at teir eru fluttir av
landinum.
Framburður
í
Føroyum
er
komin og fer at koma, tá ið vit
samskifta, handla og samstarva
við onnur. Fáa allir føroyingar
uttanlands atkvøðurætt fáa vit
eina betri fatan av, hvat gongur
fyri seg uttan fyri føroyska
samfelagið, og samstundis fáa vit
meira altjóða útsýni. Tá bjóða vit
av og lyfta okkum upp. Tá menna
vit okkum sum eitt framkomið
fólk.
Tí vit eru í kapping við onnur
lond um tað virkisfúsa og skapandi
fólkið - bæði tey, sum longu búgva
og virka í Føroyum, og útisetar og
onnur, sum kunnu koma higar at
ríka okkara samfelag.
Í verandi støðu hava les
andi føroyingar í útlondum at
kvøðurætt. Tað er gott, hóast
mannagongdin er bureaukratisk.
Men tá ið útbúgvingin er av, steðg
ar hesin rættur. Í fyrsta lagi haldi
eg ikki, at hesin rættur bara skal
verða avmarkaður til tíðarskeiðið,
føroyingar lesa uttan fyri Føroyar.
Í øðrum lagi haldi eg, at rætturin
skal verða víðkaður til at fata um
allar føroyingar, sum fara út í
onnur lond. Ikki bara lesandi før
oyingar.
Tí nógv fara eisini út at arbeiða,
at vinna sær spennandi og við
komandi førleikar ella bara liva
og royna lívið í øðrum landi. Hví
skulu vit ikki fáa gagn av hesum í
framtíðini?
Eitt tíðarhóskandi
samfelag
Vit kunnu økja sannlíkindini fyri
einum tættari tilknýti til føroyska
samfelagið, geva vit øllum før
oyingum í útlondum møguleika at
greiða atkvøðu, tá ið løgtingsval,
kommunuval og fólkaatkvøður
eru á skrá.
Hetta skal sjálvandi ikki verða
ein óavmarkaður rættur. Hesin
rættur skal verða galdandi í eitt
avmarkað tíðarskeið eftir, at fólk
eru flutt úr Føroyum. Soleiðis gera
tey eisini í øðrum londum.
Í Onglandi er rætturin hjá fólki
at atkvøða galdandi fyri fólk, sum
hava búð uttan fyri Ongland upp
í 15 ár. Eg vildi hildið, at tað hevði
verið hóskandi, høvdu føroyingar
uttanlands hendan rættin í 10 ár.
Hetta hevði eisini havt ávirk
an á atburðin hjá teimum, sum
sita við valdið í Føroyum. Tí før
oyingar uttanlands umboða ofta
tað framtakshugaða. Nógv hava
upplivað og sæð heimin við nýggj
um eygum, sum bara kann gagna
føroyska samfelagnum.
Verður hetta veruleiki, fær
Føroyar eitt tættari tilknýti til
útisetarnar
–
og
samstundis
skundar tað undir, at vit nærkast
umheiminum meira, fáa altjóða
útsýni og gera samfelagið tíðar
hóskandi.
Føroyingar uttanlands og altjóða útsýni
Ingrid S. Henriksen
valevni hjá Javnaðarflokkinum
Pensjónistar
hava ikki fing
ið lut í økta
ríkidøminum
í landinum
Hagtøl
vísa,
at seinnu árini eru samlaðu
inntøkurnar í landinum nógv
vaksnar. At samlaðu inntøkurnar
eru vaksnar hava pensjónistar,
sum einans ella nærum einans
hava
fólkapensjón,
oljuviðbót
og samhaldsfasta at liva av, onki
merkt til hvørki sum hækkan av
pensjónum ella sum hækkan av
útgjaldinum frá Samhaldsfasta.
Grundupphæddin
í
fólka
pensjónini er ikki hækkað sein
astu 16 árini (síðan 1999) og varð
við løgtingslóg nr. 158 frá 16.
des. 2011 samtykt, at viðbótin
og onnur almannagjøld árliga
verða javnað við 0%. Hetta merk
ir, at við lóg er nú ásett, at hvørki
grundupphæddin í fókapensjón
ini, pensjónsviðbótin ella oljuvið
bótin verða reguleraðar árliga,
soleiðis sum verður gjørt í øðrum
norðurlondum, sum vit vanliga
ynskja at sammeta okkum við.
Pensjónistar, sum einans ella
nærum einans hava fólkapensjón,
oljuviðbót og samhaldsfasta at liva
av, eru bólkur sum ár undan ári
livir í fátækraváða ella í beinleiðis
fátækradømi. Ársinntøkan hjá
hesum pensjónistum lá í 2013
eftir skatt heilar 13.492 kr. undir
føroyska
fátækramarkinum.
Fólkapensjón, oljuviðbót og Sam
haldsfasti mugu tí metast at vera
ein fátækraveiting, ið tey eldru í
samfelagnum fáa at liva av.
Pensjónistar hava
ikki fingið lut í flat
skattalættanum
Pensjónistarnir
hava
heldur
ikki fingið nakran peningaligan
fyrimun av flatskattinum hjá borg
arligu samgonguni. Flatskatturin
gav í heilt stóran mun teimum
við høgum inntøkum sera stóran
peningaligan lætta (skattalætta),
meðan flatskatturin hinvegin ikki
gav lágløntum pensjónistum ella
øðrum við láginntøkum nakran
peningaligan lætta ella fyrimun
yvirhøvur.
Pensjónistar eiga ikki at
liva í fátækradømi í okkara
vælferðarsamfelag
Hagtøl hjá Hagstovu Føroya vísa,
at í 2013 livdu 716 fólkapensjónistar
í beinleiðis fátækradømi og at
fátækradømi millum pensjónistar
er vaksið seinnu árini. Henda
støða kann ikki góðtakast. Vit
eiga sum ríkt vælferðarsamfelag
at syrgja fyri at býta ágóðarnar
í landinum soleiðis, at hvørki
pensjónistar ella onnur láglønt ár
undan ári noyðast at liva í nívandi
og órættvísum fátækradømi.
Okkara eldru hava uppbygt
okkara vælferðasamfelag
Tey eldru í okkara samfelag hava
arbeitt og strevast alt lívið og eru
tað tey, ið hava uppbygt hetta
land til tað vælferðarsamfelag,
vit kenna í dag. Nú, tá tey eru
vorðin pensjónistar og hava rætt
til aldurstengda pensjón frá tí al
menna, sum er til at liva av, má
teirra tørn verða komið at fáa
hægri upphædd at liva eitt rímu
ligt og sømuligt lív. – Politikkur
snýr seg grundleggjandi um býti
av samfelagságóðum – og nú
má tørnið verða komið til pen
sjónistarnar, soleiðis at teir um
síðir kunnu fáa teirra rættvísa part
av samfelagslagkøkuni.
Inntøkan hjá pensjónistum
eigur at hækka við í minsta
lagi 1.000 kr. um mánaðin
Onki er meira rímuligt enn at
útgjaldið úr Samhaldsfasta verður
hækkað, so tey eldru, ið einans
hava fólkapensjón, oljuviðbót og
Samhaldsfasta at liva av, verða lyft
úr fátækrastøðu. Pensjónistarnir
mugu fáa í minsta lagi 1.000 kr.
afturat um mánaðin eftir skatt,
so teir kunnu verða lyftir upp úr
fátækrastøðu. – Pensjónistarnir
mugu – uttan meiri drál – fáa
teirra rættvísa part av samlaða
ríkidøminum í landinum.
Pensjónistarnir mugu fáa teirra
rættvísa part av samfelagslagkøkuni
Allir føroyingar skulu hava atkvøðurætt til løgtingsvalið í eitt áramál eftir, at
teir eru fluttir av landinum. Vit skulu geva føroyingum uttanlands størri ans.
Fólkating og
Løgting –
annað í senn
Viðvíkjandi míni
uppstilling til
løgtingsvalið
Sjúrður Skaale
Javnaðarflokkurin
segði undan fólka
tingsvalinum,
at
tann,
sum
bleiv
valdur, skuldi røkja
starvið fulla tíð.
Hetta er í samsvari við tær leið
reglur um fólkatingssessin, sum
leiðsla floksins hevur samtykt.
Har stendur m.a.: "Til tess at fáa
sum mest burturúr teimum møgu
leikum, sum fólkatingssessurin
gevur, loyvir Javnaðarflokkurin
ikki tí persóni, sum situr á Fólka
tingi, samstundis at sita á Løgtingi.
Verður sami persónur valdur í
bæði tingini, tekur næstvaldi sætið
á fólkatingi, tá fyrstvaldi er á Løg
tingi."
Ein flokkur er ikki einstaklingar,
men júst ... ein flokkur. Og flokkurin
ger av, hvussu tey einstøku fólkini
verða brúkt best, til tess at røkka
floksins málum.
Tí segði eg undan fólkatingsval
inum, at eg for at stilla upp til
Løgtingið, um flokkurin ynskti tað.
Tað hevur flokkurin nú heitt á meg
um at gera – og tí geri eg tað.
Men lyftið sum varð givið und
an fólkatingsvalinum skal kortini
haldast. Verði eg valdur á Løgting,
fari eg tí at taka farloyvi úr Fólka
tinginum tá eg eri á Løgtingi. Tá
fer so ein annar persónur at vera á
Fólkatingi – fulla tíð. Hetta er, sum
eg skilji, sama skipan sum hin flokk
urin, ið vann ein fólkatingssess í
juni, fer at nýta.
Eg rokni við at skula brúka mína
mestu tíð á Fólkatingi – men heldur
ikki tað geri eg av púra einsamallur.
Tað er sum sagt leiðslan sum ræður
fyri, hvussu hon brúkar síni fólk
best - tað verið seg á Løgtingi, í
Landsstýri ella á Fólkatingi. Eg
kann tí ikki - líka so lítið sum nakar
annar - siga júst hvussu og hvar
Javnaðarflokkurin
brúkar
tey
fólk, sum verða vald 1. september.
Tað veldst eisini í stóran mun um,
hvussu úrslitið verður á valinum,
og hvør skipar samgongu eftir
valið. Tá dustið eftir val-orrustuna
hevur lagt seg verður gjørt av, hvør
fer at røkja tey vónandi mongu
størvini, sum fella flokkinum í lut.