týsdagur 11. august 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilhelm Hendrik í Skálanum
valevni Miðfloksins.
Tað var ikki sørt
ófrættakent
at
lesa tær ákærur,
ið
Sonja
hevur
blakað eftir Mið
flokkinum.
Men
onki er Miðflokkurin dumpaður á
nøkrum øki, og hann hevur onki at
skammast við.
At Sonja metur samkynd standa
fyri skotum er burturvið. Mið
flokkurin stendur einans á bý
múrunum og verjir borg og er ikki
áloypandi
parturin.
Áloypandi
parturin
eru
konsonantarnir
(LGBT) og viðhaldsfólk teirra. Tað
er onki minni enn óerligt at leggja
eftir teimum, ið verja borg, við
tilsipanum til, at lopið verður á.
Tá kann Sonja jú átaka sær offur
rolluna samstundis, og tað er óiva
eisini ætlanin við tí heila. Tað mest
fantastiska er, at hon samstundis
metir seg vera tolsama, hóast hon
ikki orkar tankan um, at sera mong
ikki taka undir við henni.
Sonja vil vera við, at sjónar
miðini hjá Miðflokkinum eru
miðaldarlig,
og
at
flokkurin
rennur
undan
veruleikanum.
Hvat summi menniskju ynskja
at gera, er fyri tey ein veruleiki,
men tað gerist ikki veruleikin
hjá øllum. Harafturat er hettar at
kalla sera nógvar føroyingar fyri
miðaldarligar, og har er skjótt at
takað munnin ov fullan.
Tað er ikki, og verður ongantíð,
miðaldarligt at byggja á tryggan
grundvøll og ásanna at best er at
byggja land á Orð Guds.
Uppáhald
At "fleiri fólk seinastu 4 árini, eru
vorðin fátækari, at heilsuverkið er
í andaleypi, at barnafátækradømi
gerst verri, at munurin á fólki veks
ur, og at peningur verður stolin frá
framtíðar ættarliðum", eru sterk
orð, men eru einans tað. Hetta er
persónlig meining, og eigur ikki
at vera sett fram sum eitt slag av
staðfesting frá Sonju.
Ongantíð áður hevur staðið so
væl til á flestu økjum, sum júst nú.
Men vit viðurkenna, at komið er
ikki á mál enn.
Miðflokkurin hevur harafturat
verið við til at stýrt við hepnari
hond.
Høgrapolitikkur og vinstrapoli
tikkur finst innan Miðflokkin.
Tí er talan um ein "Mið"flokk, og
Miðflokkurin førir ein politikk, ið
er í samsvar við tað, ið vit siga okk
um umboða.
Har ið allir innan flokkin eru
samdir, er talan um bleyt virðir
(hjúnabandið, fosturtøku, Ísrael,
børn, Kristna siðvenju, misnýtslu
av rúsevnum og rúsdrekka o.s.fr.)
Miðflokkurin er við til at skapa
einar tryggar Føroyar, og ynskir
at verja hjúnalagið, ið er ein av
størstu hornasteinunum undir
okkara vælferðarsamfelag.
Endurtøka
Sonja sigur:
"Samkynd
og
fosturtøkur
skulu nú á dagsskránna, so vit
kunnu gloyma, at fleiri fólk eru
vorðin fátækari, at vit hava eitt
heilsuverk, sum ekur á knøunum,
at skattalætti varð latin til tey,
sum frammanundan høvdu nóg
mikið, at munurin millum rík og
fátøk veksur, og at Miðflokkurin
hevur gingið á odda við at ræna
pening frá framtíðar ættarliðum
við pensjónsuppskotinum, sum
Miðflokkurin var við til at atkvøða
ígjøgnum."
Her verður sami retorikkur
nýttur, so at lesarin kann fáa tað
fatan, at talan er um eina stað
festing at hesum.
Til ber at geva ein javnan skatta
lætta í %, til allar virknar hendur,
Sonja. Ein javnur skattalætti í
krónum og oyrum letur seg ein
faldliga ikki gera. Tey há og miðal
løntu í Føroyum gjalda enn stóran
part, og bera tunga byrðu eins og
áður - bæði við at gjalda av eini
størri upphædd, men eisini við pro
gressivitetinum í "flat"skattaskip
anini. Men Miðflokkurin hevur
sum hjartamál, at ongin skal líða
nakra neyð í Føroyum, og vit hugsa
altíð um tey veiku í fantastiska
samfelagið okkara. Hygg inn á
www.midflokkurin.fo
<http://
www.midflokkurin.fo> , og sí tey
lógaruppskot, ið Miðflokkurin hev
ur lagt fram seinastu mongu árini.
Og nei, Miðflokkurin rennur
ikki undan nakrari ábyrgd. Talan
er um 4 ára politiskt dugnasemi, ið
vísast kann á.
Offurrollan/LGBT
Sonja heldur á við hesum:
"hvat er tí hentari enn at skjóta
eftir samkyndum og LGBT Før
oyum, og fyri at seta fulla skrúðu
á verður fosturtøka eisini drigin
fram sum valagn."
Sum nummar eitt, draga vit ikki
LGBT framm. LGBT promoverar
seg sjálvt. Vit verja einans borg,
tá lopið verður á. Hettar er lyftið
okkara til veljaran. Sostætt eru tit
ikki nøkur skotskiva hjá Miðflokk
inum. Tit leggja harafturímóti eftir
Miðflokkinum
og
veljaraskara
flokksins.
Sum nummar tvey, hava vit ikki
júst drigið málið um fosturtøku
fram. Tað hevur verið permanent
frammi í flokki okkara, síðani
flokkurin var stovnaður, og verður
tað eisini í framtíðini, so leingi
tørvur er á tí.
Harafturat er ikki talan um val
agn, men áhaldandi politikk Mið
floksins.
Eg kundi hugsa mær at vita
hvørji brotin lyfti og hvat politiskt
ódugnasemi, Sonja sipar til. Tí um
talan er um svaduna í erva, so er
ikki nokk at hava eina meining um
at so er - okkurt ítøkiligt má hon
hava. Og tað má eisini kunna vísa
seg at vera Miðflokkurin eittans, ið
so hevur svikið, tí lesarabrævið er
bert adresserað til okkum, og ikki
til nakran annan samgonguflokk.
Kann Sonja vísa á nakað slíkt
dømi?
Fosturtøka
Sonja sigur:
"Heldur enn at flyta fokus á
fosturtøkur, skuldi Miðflokkurin
roynt at tikið sær av teimum
mongu livandi fátøku børnunum
í Føroyum."
Tú mást skilja hettar, Sonja
- tey ið vera dripin í móðurlívið,
ERU livandi áðrenn tey fara undir
læknahond. Hetta eru tey fátæk
astu livandi, ið land okkara eigur.
Hettar, at hugsa einans um
føddu smábørnini, er sum at
standa yvir kjøtgrýtunum í galluni,
meðan fleiri av teimum ið skulu
mettast liggja uttanborða og eru
um at drukna.
Ein skal ikki gloyma fátøk,
Sonja, men ein verður fyrst noydd
ur til at leypa út á dekkið, fyri at
fiska tey neyðstøddu upp úr sjó
num. Ein raðfestur ikki at servera
mat fyri teimum umborð, fyrrenn
ein hevur fingið bjarga teimum, ið
lógu uttanborða. Hettar eigur at
vera einfalt at skilja.
At berjast fyri at hitt ófødda
skal fáa rættin til lívið, er at royna
at bjarga einum mannalívið....ja,
enntá fleiri ættarliðum, um ein
hugsar eitt sindur fram. Hetta má
vera raðfest fyrst.
At bøta um vælferðina hjá
teimum, ið longu fingu rættin til
lívið, má eisini raðfestast, men ikki
fyrst. Rætturin til lívið er sjálvandi
fyrstur.
Minst til at onki er so arvaligt,
sum hetta. Um foreldur tíni ikki
fáa sær børn, so fær tú ongi børn
sjálv. Tað er veruliga so einfalt.
Djúptøknar avleiðingar fyri eitt
barn, sum livir í fátækradømi, er
sanniliga nakað, ið Miðflokkurin
leggur í. Men størsta fátækradømi
er tað at lívið sjálvt verður tikið,
áðrenn føðing.
Les m.a. hesa grein: http://www.
midflokkurin.fo/2013/04/16/vit-
faa-ikki-frid-i-heiminum-fyrrenn-
vit-faa-frid-i-modurlivinum/
<http://www.midflokkurin.
fo/2013/04/16/vit-faa-ikki-frid-i-
heiminum-fyrrenn-vit-faa-frid-i-
modurlivinum/>
Frástøða
Afturat hesum vónar tú, at allir
andstøðuflokkar fara at taka frá
støðu frá politikki Miðfloksins.
Hettar endurtók tú eisini við út
søgn tíni, nú tú alment boðaði
frá uppstilling. Tú sigur at tú ikki
ætlar tær í samgongu við Mið
flokkin.
Hetta er vorðið sum útsøgn og
stevnuskrá. Ein slíkur hugburður
byggir múrar longu áðrenn ting
ingar.
Miðflokkurin er opin fyri ting
ingum eftir valið, og fer ikki at
boykotta nakran flokk framman
undan, eins og Sonja ger.
Kontra til orðini, um at takað
frástøðu, vil eg inniliga heita á øll
um at velja Miðflokkin til hettar
valið. Hettar er valið, har ið LGBT
og viðhaldsfólk teirra fara at royna
at trumfa lógarbroytingar ígjøg
num. Hettar er lagnuvalið undan
komandi debatt um ættleiðing.
Veljið ein sterkan Miðflokk inn
á ting, og hvíl í tí, at tað m.a. verður
arbeitt ímóti lógarbroytingum til
hjúnabandslógina.
Sera neiligt
Tað má viðmerkjast at orð tíni
mótvegis Miðflokkinum eru sera
neilig. Tú vil geva okkum skyldina
fyri alt, og ynskir óiva at lasta okk
um fyri enn meir. Einans 2 ting
limir millum 33 hava ífylgi tær
skyldina í nærum øllum. Kanska
illveðrið í vár, stríðið í Sýrialandi,
tekning/projektering av Karla
magnusarbreyt og hungursneyðin
í Bangladesh verður tilskrivað okk
um seinni?
Tú endar við at siga, at tað bara
er ein spurningur um tíð, til tað
eisini fer at bera til hjá tykkum at
giftast borgarliga. Skal ein hyggja
at grannalondum, so sæst at ein
tílíkur endi er møguligur. Men
hann verður ikki uttan ávaring og
mótstøðu. At máða støðið undan
hjúnalagnum, er ein ræðulig søk at
brenna fyri. At berjast fyri at týna
hinum ófødda er tað við.
Miðflokkurin fer í staðin at
stríða hitt góða stríðið, har hitt
ófødda skal verjast best møguligt,
og har hjúnabandslógin fær frið.
Jú gamaní, ein gerist tá líka
væl avhildin sum fleskasteikin í
Sýnagoguni, men longur menn
iskju eru gingin frá sannleikanum,
jú meir vera vit hataði ið enn tala
hann.
Sera jaligt
Ver vælkomin á mína politisku
Facebook síðu, via hesa leinkju:
h ttp s : / /w w w. fa c e b o o k . c o m / p a g e s /
Vilhelm-H-%C3%AD-Sk%C3%A1lanum-
Mi%C3%B0flokkurin-st%C3%B8rri-%C3
%A1virkan/957739810959704?ref=bookm
arks
<https://www.facebook.com/pages/
Vilhelm-H-%C3%AD-Sk%C3%A1lanum-
Mi%C3%B0flokkurin-st%C3%B8rri-%C3%A1
virkan/957739810959704?ref=bookmarks>
Ófrættakent
LØGTINGSVAL 2015 Valgreinar
Føroyskt mál
og mentan
eru okkara
grundsúlur
Annita á Fríðriksmørk
Familja okkara úr
Hebridunum, hevur
verið her á vitjan
nakrar ferðir.
Tey undrast stór
liga, tá ið tey hoyra
um styrkina í føroyska málinum.
Og eru so bergtikin av tí samskifti,
sum tey hoyra, at eisini okkara
ungu hava sínamillum. Ikki nóg
mikið við tí, - men so hava vit eisini
radio og sjónvarp og tíðindabløð
á okkara egna máli. Og hópin av
mentanarstovum, sum siga frá okk
ara mentan og siðsøgu.
Málsøga teirra er í stuttum, at
keltiskt varð tosað og verður fram
vegis tosað millum tey, sum eru
javngomul við meg og eldri. Men
børnini har og tey ungu duga illa
keltiskt. Tey tosa øll enskt sína
ímillum. Meðan keltiskt sum tað
talaða málið er á veg út úr daglig
degnum.
Hetta dømi kundi eisini verið úr
Hebridunum ella Orknoyggjum.
Men ikki Føroyum! Tó má støða
okkara ikki gerast ein koddi, sum
vit leggja okkum afturá, og halda
at her stendur so sera væl til.
Skal mál og mentan yvirliva
í einum samfelag við lutfalsliga
fáum íbúgvum, skal tað styrkjast
javnt og samt.
Fjølmiðlar og skúli hava sum er
høvuðsábyrgdina av málrøktini og
stóra ávirkan á málsligu gongdina í
samfelagnum. Tað er tí neyðugt at
tey, sum manna hesar stovnar fáa
tað neyðugu útbúgving og eftir
útbúgving sum tryggjar tey fakliga
og málsliga.
Eisini eiga vit at tryggja okkum,
at teir mentanarstovnar sum Nám
og Søvn Landsins og Listasavnið
sum gera eitt miðvíst arbeiði hava
tey kor og karmar, sum er neyðugt
fyri at geva málinum og mentanini
neyðugu styrkina.
Miðvísa arbeiði hjá bókasavns-,
skjalasavns- og musealum virksemi
sæst aftur í vitanini og tilvitanini
hjá okkum føroyingum. Hetta end
urspeglar okkara vitan um, hvar vit
eru sum tjóð og hvaðan rótin rann.
Hetta styrkir okkara mótstøðuføri
og móttøkuføri í tí alheimsgerð,
sum vit ynskja og skulu verða part
ur av.
Tí eiga vit at menna og styrkja
hesar stovnar og skúlar og harvið
okkum sum tjóð.
Hesum eigur ein komandi sam
gonga at leggja seg miðvíst eftir.