Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kristiligar barna- og ungdómslegur í 50 ár Júst í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðan undirritaði fyri fyrstu ferð var á kristiligari barnalegu – við Áir í august mánaði í 1965, og var tað tá, at eg sum ein 11 ára gamal drongur tók ímóti Jesusi sum frelsara mínum. John í Skemmuni Undangongufólk Tað vóru Brynleif Hansen og onnur, sum byrjaðu hesar legur, sum hava hildið fram til dagin í dag. Legurnar vóru 2 ár við Áir, í 1965 og 1966. Í 1967 var leguhús bygt í Vatnsoyrum, sum fekk navnið Zarepta. Leguarbeiðið hevur síðan tá hildið fram uttan slit og hevur verið støðugt víðkað at umfata fleiri aldurs- og málbólkar. Eisini eru nógvar útbyggingar framdar hesi árini, og verður framvegis útbygt fyri at betra um um­ støðurnar, bæði hjá legu­lut­ takarum og starvsfólki. Kærleiki Guds Tá eg kom til Áir í 1965, hevði eg sjálvandi frammanundan hoyrt um kærleika Guds í sunnudagsskúla og á møti. Men, á leguni hoyrdi eg dreingir á mínum aldri siga frá, at teir vóru frelstir. Hetta fekk meg at hugsa meir um hesi viðurskifti, og fór eg tí saman við øðrum dreingjum at tosa við ein leiðara, sum á ein vakran og einfaldan hátt greiddi okkum frá frelsu Guds. Hann greiddi okkum frá, at vit, eins og øll menniskju, eru syndarar og tí skild frá Gudi, men at Gud elskaði okkum, og hevði gjørt tað møguligt fyri okkum at fáa fyrigeving fyri syndirnar. Hesa fyrigeving útvegaði Gud okkum, tá elskaði Sonur Hansara leið og doyði fyri okkum á Golgata. Frelsan er ein gáva! Eg minnist, at greitt var frá tí, sum stendur í Efesus­ brævinum 2:8-9, at frelsan er ein gáva, sum vit taka ímóti við trúgv. Tá eg hoyrdi um kærleika Guds, og at frelsan var ein gáva, ið eg kundi taka ímóti og takka fyri, boygdi eg knø míni saman við leiðaranum og fleiri dreingjum. Har játtaði eg mína støðu fyri Gudi og takkaði Jesusi fyri, at Hann var deyður fyri meg. Soleiðis tók eg ímóti Jesusi sum frelsara mínum. Hetta, sum fór fram tá, takki eg Gudi fyri, og hevur tað havt stóran týdning fyri lív mítt. Og, eg veit eisini, at hetta leguarbeiði hevur verið til frelsu og signing fyri mong í landi okkara. Leguinnihaldið Tá vit hugsa um legurnar í Zarepta, so man tað ikki vera nakað ivamál fyri nakran føroying, hvat ið er enda­ málið við teimum, sum vit eisini síggja á heimasíðuni hjá Zarepta: Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. Dentur verður eisini lagd­ ur á at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmegin­ reglur, sum at vera ásettum reglum lýðin, at fremja siði­ liga atferð og at virða nát­ túru-, mentanar- og tjóð­ skap­arvirði. Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman í einum tryggum umhvørvi við spæli og fjørbroyttum frítíðarítrivi. Evangeliið ymiska ávirkan! Áðrenn Jesus eftir upp­ reisn­ina fór til Himmals, gav Hann lærisveinunum boð um at fara út at kunngera evangeliið fyri øllum fólka­ sløgum, og eru tað hesi gleðiboð, ið vit saman við so mongum kunngera børn­ um og vaksnum – eisini í Zarepta. Tá evangeliið verður kunn­ gjørt, er tað so ymiskt, ið menniskju verða ávirkaði. Summi taka við orðinum og verða frelst, meðan onnur vraka boðskapin og kunnu sostatt ikki verða frelst. Vit síggja í evangeliunum, at tað vóru ikki øll, ið vóru so glað fyri Jesus og boðskap Hansara. Sama síggja vit, tá