týsdagur 11. august 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lærisveinarnir og onnur fóru
út við boðskapinum. Nøkur
tóku við boðskapinum, með
an onnur vrakaðu hann. Og,
vit síggja eisini seinni, at
mótstøða bleiv og blivu tey,
ið boðaðu evangeliið mangan
atsøkt og enntá dripin.
At boðskapurin enn í
dag hevur ymiska ávirkan
á menniskju, eigur tí ikki at
undra nakran okkara!
Evangeliið og ótti
Paulus var fangi í Kesarea og
var hann leiddur fram fyri
Felix, landshøvdinga, har
hann
kunngjørdi
honum
evangeliið um Jesus og lesa
vit tá hetta: “Men táið hann
talaði um rættferð, fráhald
og hin komandi dóm, fall
ræðsla á Feliks, og hann
segði: „Far nú hesa ferð! Táið
eg havi góðar stundir, skal eg
aftur lata teg kalla til mín.“
(Áp. 24:25).
Her síggja vit, at boð
skapurin elvdi til ræðslu hjá
landshøvdinganum,
tí
tá
evangeliið verður talað, inni
ber tað eisini, at vit sum
menniskju verða sett andlit
til andlit við tann veruleika,
at dómur liggur fyri fram
man, um vit ikki taka við
frelsu Guds.
Men, tá menniskjan tekur
við frelsu Guds, má óttin
víkja. Tá fær hon frið við Gud
og frið í sálina, sum Jesus
sigur í Jóhannes 14:27: “Frið
lati Eg tykkum eftir, frið Mín
gevi Eg tykkum; ikki sum
heimurin gevur, gevi Eg tykk
um. Hjarta tykkara óttist ikki
og missi ikki mótið!”
Hvussu tosa vit við
børn í Zarepta
Tað er av stórum týdningi,
tá vit kunngera børnum
orð Guds, at vit gera tað við
skynsemi og ikki nýta orð,
ið bert hava til endamáls at
ræða tey. Hetta leggja vit
okkum eftir í Zarepta.
Sum eisini var nevnt í
morgunsendingini í útvarpi
num, so er tað uttan iva so, at
leiðarar og onnur onkuntíð
hava verið óvís, tá tey hava
tosað við børn um hesi
viðurskifti. Hetta er nakað, ið
vit harmast um, og sum vit
alla tíðina gera nakað við.
Vegleiðing verður lisin
við leiðarunum hvønn fyrsta
legudag, og inniheldur hon
m.a. hetta:
Farið varisliga við við
kvomu barnasálunum, sum
tykkum eru litnar í hendur.
– Kensluliga eru børn løtt at
ávirka og at ræða.
Verið umhugsin, hvussu
tit tosa við barnið um frels
una. Tað er umráðandi, at tit
á ein einfaldan hátt greiða
frá øllum tí grundleggjandi
frelsuni viðvíkjandi, soleiðis,
at barnið sjálvt skilir, at tí
tørvar at verða frelst.
Leggið áherðslu á kær
leika Kristusar og tað him
malska soleiðis, at tey fara at
leingast eftir at kenna Krist
us sum frelsara sín.
Vit eiga ikki at krógva
burtur, at tað er eitt stað,
sum vit mugu verða frelst
frá. – Tó mugu vit ikki trýsta
barnið, hvørki við ógvisligum
orðum um fortapilsið ella við
ræðandi frásøgnum.
“Indoktrinering”
Í morgunsendingini í Út
varpinum var nevnt, at vit
møguliga “indoktrinera” í
Zarepta.
Vit kunnu altíð diskutera,
hvat ið er indoktrinering.
Í veruleikanum kunnu vit
siga, at alt, ið verður lært
í samkomum, í kirkjum, á
skúlum og heima er indok
trinering.
Tí er tað sera álvarsamt,
hvat ið vit læra okkara
børn og ungu. Og, serliga
álvarsamt er tað, ið foreldur
og avvarandi leggja niður í
børn síni.
At vera einum barni til
ástoyt, er ómetaliga álvar
samt, sum Jesus eisini leggur
áherðslu á, tá Hann sigur:
“Tað var honum betri, at
mylnusteinur varð hongdur
um háls hansara, og hann
varð kastaður í havið, enn at
hann skuldi vera einum av
hesum smáu til ástoyt.” (Lk.
17:2).
Ja, tað er ómetaliga álvar
samt at vera teimum smáu
til ástoyt og at forða teimum
at koma til Jesus, so tey
kunnu verða frelst!
Sálarlig “krenking”!
Tað er ongantíð rætt at
hótta nakran fyri at fáa tey
at venda við til Harran, so
tey kunnu verða frelst. Sum
Føroyingasøga sigur okkum,
so var tað slíka framferð, ið
Sigmundur Brestison nýtti
ímóti Tróndi í Gøtu.
Men, tá talan er um frelsu,
so er tó ein vandi til staðar, ið
menniskjan má verða frelst frá.
Og, munur er á at ávara
ímóti einum vanda og at
hótta. Jú, væl kunnu menn
iskju gerast óttafull, tá ið tey
síggja ein vanda, ið tey eru í.
– Men, kann ein slíkur ótti
ikki eisini vera sunnur, og
leiða okkum til at søkja
bjarging frá vandanum, ið vit
eru í?!
Síðan, at kalla hetta fyri
sálarliga “krenking”, kann
ikki vera rætt, tí her er talan
um at hjálpa einum, ið er
staddur í vanda.
Í
Zarepta
leggja
vit
okkum eftir at kunngera
kærleika Guds í Kristusi fyri
børnunum og ynskja vit ikki
at trýsta nakran til nakað.
At verða boðum
Jesusar lýðin!
Jesus gav lærisveinum Sín
um boð um at fara út at
kunngera evangeliið, og er
hetta tað, ið vit ynskja at
halda fram við – eisini í
Zarepta.
Samstundis vita vit, at tað
eru tey, ið ikki eru glað fyri,
at vit gera hetta. Soleiðis
hevur tað altíð verið! Men,
vit ynskja heldur at verða
boðum Jesusar lýðin, enn at
akta tey, ið eru ímóti boðum
Jesusar.
Í Ápostlasøguni 4:18-19
lesa vit um jødisku leiðar
arnar, ið vildu forða læru
sveinunum at boða evange
liið. Tá segði Pætur: “Dømið
sjálvir, um tað er rætt fyri
Gudi at lýða tykkum meir
enn Gud!”
Ein góður boðskapur!
Kenda ørindið, Jóhannes 3:16,
“Tí so elskaði Gud heimin,
at Hann gav Son Sín, hin
einborna, fyri at hvør tann,
ið trýr á Hann, skal ikki
fortapast, men hava ævigt
lív”, er ein so vøkur lýsing av
kærleika Guds og frelsuverki
hansara, har vit greitt síggja,
at tað er nakað, ið okkum
tørvar at verða frelst frá
og at tað er ein persónlig
støðutakan til Jesus, ið má
til, fyri at vit kunnu verða
frelst.
So er bert spurningurin,
hvat ið hin einstaki ger við
góða boðskapin. Jesus segði
týðiliga: “Sanniliga, sanniliga,
sigi Eg tykkum: Tann, sum
hoyrir orð Mítt og trýr
Honum, ið sendi Meg, hevur
ævigt lív og kemur ikki til
dóm, men er farin yvirum frá
deyða til lív.” (Joh. 5:24).
Gud vil øllum
alt tað besta!
Gud er ein kærleiksfullur
Gud, sum vil okkum alt tað
besta, og vil eg at enda geva
landsmonnum mínum hesi
orð frá Esaiasi profeti: “So
sigur HARRIN, frelsari tín,
hin heilagi í Ísrael: Eg eri
HARRIN Gud tín, sum lærir
teg at gera tað, ið er tær til
gagn, sum leiðir teg vegin,
ið tú skalt ganga. - Hevði tú
viljað givið boðum Mínum
gætur! Tá skuldi friður tín
verðið sum áin, og rættvísi
tín sum havsbylgjurnar.” (Es.
48:17-18)
John í Skemmuni