týsdagur 11. august 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Hann ivaðist, um hann yvir
høvur
skuldi
koma
til
Føroya, men nú hevur hann
verið her í 18 ár. 47 ára gamli
Milan Cimburovic kom til
Føroya at spæla fótbólt við
Royn í 1997, og givin sum
fótbóltsleikari legði hann seg
á venjaraleiðina. Hann hevur
fyri tað mesta verið venjari í
ungdómsdeildum í ymiskum
feløgum, men nú hevur hann
fingið helst mest gløðandi
venjarasessin í føroyskum
fótbólti; nevniliga venjara
sessin á besta liðnum hjá HB.
Til Føroya
Milan
Cimburovic
hevur
verið fulltíðar fótbóltsleikari
í heimlandinum Serbia og í
Ungarn, men í 1997 legði
hann leiðina til Føroya. Tað
var fyrrverandi KÍ- og B36-
legendan, Tomislav Sivic,
sum ringdi til hansara og
bjóðaði honum hendan veg
in. Teir báðir kendust væl
eftir at teir høvdu spælt
saman í tveimum ymiskum
feløgum.
Felagið hjá Milan hevði
júst mist flestu stuðlarnar
eftir at formaðurin varð
settur í geglið fyri umfatandi
skattasvik, og allir leikarar
nir vórðu loystir úr sátt
málanum. Tað var tískil
møguligt hjá Milan at koma
til Føroya alt fyri eitt.
– Eg ivaðist nógv, um eg
skuldi koma til Føroya, men
nú havi eg so verið her í 18
ár, flennur Milan, sum hevur
spælt við Royn, eitt stutt
skifti í NSÍ og at enda í TB,
har hann gavst á hægsta stigi
í 2002.
Ungdómsvenjari
Tað er avmarkað hvussu
nógvar royndir Milan Cim
burovic hevur sum venjari í
bestu deildini. Í 1999 og 2000
var hann venjari hjá Sumba,
og tá kláraði hann at halda
felagið í bestu deildini. Eitt
stutt skifti í 2009 var hann
eisini við í venjaratoyminum
hjá B36, men annars hevur
hann halgað seg til at venja
yngri leikarar.
– Eg fekk eina inspiratión
at arbeiða við ungdómi tá ið
eg fór á vitjan hjá Feyenoord
í Rotterdam. Eg møtti Jon
Dahl Tomasson, og hann
hjálpti mær vit at sleppa inn
í ungdómsdeildina har. Eg
fekk eina fantastiska viðferð
frá teimum og var har í
tríggjar vikur. Eg bleiv púra
sjúkur og broytti hugsan
um fótbólt, sigur Milan,
Tað verður 47 ára gamli Milan Cimburovic úr Serbia, sum skal
royna at bjarga æruni hjá HB hetta kappingarárið. Hóast hann
higartil bara hevur verið ungdómsvenjari í felagnum, so heldur
hann, at hann kennir væl til besta liðið, sum hann nú skal venja.
- Eg kenni teir betur, enn teir halda, sigur Milan, sum valdi at
taka av starvinum, tí hann metti at HB hevur tørv á hjálp.
Eg kenni teir
betur, enn
teir halda
ítróttur
Milan Cimburovic: