týsdagur 11. august 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. august 2015 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sum síðani ringdi til TB og
bjóðaði seg fram at gera
ungdómsarbeiði fyri felagið.
Tað gekk væl. Hann gjørd
ist meistari við dreingjunum
trý ár á rað, og síðani hevur
hann eisini havt sera góð
úrslit sum ungdómsvenjari
í B36 og kanska serliga HB,
har hann júst hevur verið við
HB-dreingjum í Dana Cup,
har teir gjørdust nummar
tvey av 80 liðum.
Fekk møguleikan
Hóast Milan hevur havt góð
úrslit í ungdómsdeildunum,
so hevur hann ikki havt eitt
brennandi ynski um at venja
tey bestu vaksnu liðini. Men
um tað skal vera, so vil hann
helst uttanlands.
– Eg havi hugsað um tað,
men eg vil helst uttanlands.
Kanska í Ungarn, har fyrr
verandi liðfelagar, sum nú
sita í nevndum, hava sett
seg í samband við meg, sigur
Milan.
Hann viðgongur, at tað
ikki var ætlanin at verða
venjari í Effodeildini, men
leygarkvøldið stóð honum
brádliga í boði at gerast
venjari í HB.
– Teir spurdu, um eg
var áhugaður at taka yvir,
tí teir vildu hava ein sum
kennir leikararnar og liðið.
Eg hugsaði um tað eina løtu,
men eg valdi at hjálpa, nú
teir hava tørv á hjálp. Eg eri
loyalur, sigur Milan, sum
harvið er uppstigaður frá at
vera høvuðsungdómsvenjari
til at vera venjari hjá Effo
liðnum.
Einki trýst
Milan Cimburovic verður 14.
venjari hjá HB í 14 ár. Hann
tekur hesi tølini kaldliga, tá
ið tey verða løgd fram fyri
honum.
– Tað havi eg als ikki
hugsað um, men eg føli meg
ikki trýstan. Tað er bara eg,
sum leggi trýst á meg sjálvan
at gera tað gott, sigur Milan.
Hann hevur eina greiða
fótbóltsfilosofi, men hann
metir tað ikki vera lætt at
fáa hana innspælda á liðið
so seint í kappingarárinum.
- Eg havi nøkur útgangs
støði, sum eg plagi at byggja
lið upp um, men eg má siga,
at tað er trupult nú. Eg
havi ikki bygt liðið upp, so
eg má arbeiða við teimum
fortreytum
sum
eru
og
royna at gera tað betri, sigur
Milan og heldur fram:
– Mín filosofi er at spæla
við hægri ferð. Mær dámar
væl høga leikferð í dystum.
Tað fari eg at royna at fáa í
HB-liðið nú, sigur Milan.
Ger ikki mun
Í
Sosialinum
mánadagin
segði Finnbogi Arge, formað
ur í HB, at 4. plássið hjá HB
og evropeisk luttøka næsta
ár er umráðandi fyri at fíggj
arætlanin skal halda. Vit
spurdu Milan, um hann
ætlar sær at geva ungum
leikarum møguleikan, ella
um hann fer beinhart eftir 4.
plássinum, sum formaður
hansara
og
fíggjarætlan
felagsins heldur enn gjarna
vilja hava.
– Eg geri ikki mun á
ungum og eldri leikarum.
Eg geri bara mun á góðsku.
Tað snýr seg um teir, sum
taka av, og so teir, sum ikki
taka av. Mær dámar væl
at geva ungum leikarum
møguleikan, men teir skulu
eisini hava tað uppiborið.
Tað vera teir bestu, sum fara
út á vøllin, staðfestir Milan.
So 4. plássið er málið?
– Eg kann ikki seta nakað
langtíðarmál, tí eg hugsavni
meg bara um næsta dyst og
at gera tað betri. HB hevur
havt ein dugnaligan venjara
og tað er ein stór avbjóðing
fyri meg at avloysa Heðin
og at betra nakað, sum
hann ikki kundi. Men eg eri
bjartskygdur, og tað, sum vit
skylda áskoðarunum, er at
vísa vilja, heldur Milan og
leggur afturat:
– Leikarar hava ikki spælt
á tí støðinum, sum teir hava í
sær. Ein stórur partur av
øllum verður at geva leikar
unum sjálvsálit.
Skulu vinna
Fyrsti dystur hjá HB undir
Milan Cimburovic verður í
Gundadali sunnudagin, tá
ið grannarnir úr AB koma á
vitjan. Milan heldur, at hetta
er løtan at fáa fyrsta sigurin
eftir
summarsteðgin,
og
hann er ikki smæðin at siga
hvat krevst.
– Ímóti AB skulu vit
síggja, at okkara leikarar
eru betri enn teir. Teir í HB,
sum ikki klára at vinna ein
dyst - ein ímóti einum - ímóti
einum í AB, er á skeivum
stað. Alla virðing fyri AB,
sum hevur vunnið sær moral
seinastu dysturnar og spældi
væl ímóti Víkingi, men HB
eigur at vera sterkari enn AB
ein ímóti einum, sigur Milan.
Hann sigur, at hann hevur
fylgt sera væl við í føroysk
um fótbólti, og at hann tískil
kennir væl til leikararnar,
sum hann annars vandi fyri
fyrstu ferð mánakvøldið.
– Eg kenni teir betur,
enn teir halda, sigur Milan
Cimburovic at enda.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir
ítróttur