Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. august 2015 sosialurin 92 6 persónssøga Eg hevði eina uppgávu, og hana vildi eg loysa. Tí tók eg mær als ikki av, hvat í fólk hildu. Eg trúði upp á meg sjálva. Eg eri ikki bangin fyri at taka harðar avgerðir og at gera tað, ið gerast skal fyri at koma á mál, sigur Ingeborg Vinther, sum upplivdi nógvan mótgang og fordómar, tá ið hon sum einasta kvinna gjørdist leiðari í størsta fakfelagnum í Føroyum, Føroya Arbeiðarafelag Eg klári alt sum mannfólk klára Ann Kristina S. Simonsen T að var eitt sindur torført at byrja við, men eg tók tað sum eina avbjóðing og ivaðist onga løtu í, at eg fór at klára meg líka so væl sum nakað mannfólk, sigur Ingeborg um fyrstu tíðin sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Tá ið Ingeborg gjørdist nevnd­ar­ limur í Føroya Arbeiðarafelag í 1977, vóru tær tvær kvinnur í nevndini. Bert trý ár eftir hetta gjørdist hon fyrsti og einasti kvinnuligur leiðari. Tá ið hon tann 25. mars í 2011 legði frá sær sum forkvinna, hevur hon røkt formanssessin í størsta fakfelagn í landinum í meir enn 30 ár. Tað er tað longsta, ið nakar hevur sitið í hesum starvi. Tá ið Ingeborg hyggur aftur á tí fyrsti tíðina sum forkvinna, minnist hon hana sum eina sera torføra og avbjóðandi tíð. – Tá var tað torført og avbjóðandi at verða einasta kvinna í einum tílíkum starvi, tí tá vóru Føroyar eitt sermerkt mansdominerað samfelag. Hugburðurin var, at kvinnur skuldu vera heima og ikki blanda seg upp í fakfeløg og politikk, sigur Ingeborg Vinther. Hon greiður frá, at hon merkti sera væl, at nógv høvdu tann fordómin, at ein kvinna ikki kundi standa á odda fyri størsta fakfelagnum í landinum, men tað tók hon sær als ikki av. Hóast fólk hildu, at hetta starv var ein ov stór avbjóðing fyri eina kvinnu, so var hesin fordómur skjótt gjørdur til skammar, eftir at Ingeborg Vinther gjørdist forkvinna. Tá sóu fólk skjótt, at hon bæði hevði ein vilja og styrki til at standa á odda. Stuðulin heimanífrá altavgerandi Tá ið Ingeborg Vinther gjørdi av at gerast forkvinna fyri Føroya Arbeiðarafelag, var hon so heppin, at hon hevði dyggan stuðul heimanífrá. Familjan stuðlaði henni og gjørdi tillagingar soleiðis, at tað var gjørligt hjá henni at hava eitt krevjandi leiðarastarv í Havn, meðan familjan var í Vági. – Tú merkti, tað at nógv tóku synd í manninum og børnunum, tí eg var nógv burtur og nógv frammi og hevði eitt krevjandi starv, men fyri okkum virkaði tað væl, sigur Ingeborg Vinther, ið leggur dent á, at hóast hon bæði hevði vilja og evni at røkja starvið til fulnar, so hevði hetta als ikki latið seg gera uttan góðan stuðul heimanífrá. Hon gleðist um, at samfelagið nú er broytt soleiðis, so at kvinnur kunnu koma fram bæði í politikki og fakfeløgum og aðrastaðni, uttan at fordómar forða, og hóast tær hava familju. Um tú ynskir at standa á odda, so skalt tú als ikki leggja í, hvat hini siga, so leingi sum tað riggar fyri teg og tína familju. Eg angri einki Hóast tað mangan hevur verið sera krevjandi og avbjóðandi at verða so nógv frammi og undir so stórum trýsti, sum Ingeborg hevur verið sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, so hava tey endaligu úrslitini verið alt stríðið vert. – Eg angri einki. Tað var spenn­ andi, tí tað vóru nógv viðurskifti, sum tú vildi hava broytt, og tað var tað, tú arbeiddi fyri. Sjálvandi var tað strævið og tungt av og á, men tað var stríðið vert. Tað sum eg brendi mest fyri tá ið eg byrjaði í arbeiðsmannafelagnum var at fáa javnstøðu í lønarviðurskiftini millum menn og kvinnur, og tað føldist ótrúliga gott at fáa tað málið ígjøgnum, sigur Ingeborg. Hon greiðir frá, at tað vóru nógvir menn, ið hildu, at tað ikki fór at verða gjørligt at kvinnur kundu fáa ta somu lønina, sum menn, tá ið tær ikki klára tungt arbeiði á sama hátt. Men so skjótt sum hetta var komið í gildi, so bar væl til, og tað vóru als eingir trupulleikar. Broytingarnar hava kravt nógvar harðar bardagar – Um tú skal hava eitt starv, har tú gongur á odda fyri einum stórum felag sum Føroya Arbeiðarafelag, so skalt tú brúka nógva tíð og orku upp á at røkja starvi. Tú mást ofta verða sera hørð og avgjørd fyri at fáa nakað ígjøgnum. Tá ið bardagin gjørdist serliga harður, so fekk tað eisini teg at hugsa, um arbeiðið var alt stríðið vert, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað hevur víst seg í hesum samfelagnum, at hvørja ferð, vit vil bøta um korini hjá arbeiðarunum, so hevur tað verið eitt øgiligt stríð og hevur kostað nógv og drúgvt stríð. Hetta hevur eisini havt við sær, at hon inn ímillum hevur ivast í, um hon skuldi blíva við at halda á, men tað hevur verið alt stríðið vert, og broytingarnar eru komnar so við og við. – Eitt nú minnist eg serliga til stríðið um at fáa starvsløn inn í sáttmálarnar, ið var í 2001. Bardagin Eg angri einki. Tað var spenn­ andi, tí tað vóru nógv viðurskifti, sum tú vildi hava broytt, og tað var tað, tú arbeiddi fyri« Ingeborg Vinther Ingeborg Vinther í práti við Hans Joensen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, og Monrad Kjælnes, sum hevur verið skrivari í Havnar Arbeiðsmannafelag í eitt mannaminni