hósdagur 13. august 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. august 2015
sosialurin 92
7
snúði seg um, at vit vildu hava tað
broytt soleiðis, at tú fekk betri løn,
um tú hevði verið í einum starvi
ella innan eitt starvsøki í mong ár,
so at tað var munur á, um tú hevði
arbeiðsroyndir ella júst kom inn av
gøtuni. Hetta førdi til eitt verkfall, ið
vardi í meir enn fýra vikur, og tað var
heilt ótrúliga hart at fáa ígjøgnum,
men tað gekk tíbetur, sigur Ingeborg.
Torført at verða heimanífrá
Tað einasta, ið Ingeborg Vinther sá
sum serliga trupult við at hava eitt
so avbjóðandi og tíðarkrevjandi starv
var, at tað kundi verða rættiliga hart
og torført verða nógv heimanífrá, tá
ið hon saknaði børnini. Hon sigur, at
tú mást síggja í eyguni, at tað kostar
nakað at hava eitt tílíkt arbeiði, og
hjá henni hevur tað serliga verið, tá
verkføll vóru og onnur tíðarkrevjandi
stríð, ið gjørdu, at hon av og á mátti
vera burtur frá børnunum í vikur í
senn, Tað var als ikki å stuttligt ella
lætt.
– Tú misti nakað av tí, ið hendi
heima, og av tíðini, tú hevði saman
við børnunum, ið serliga er hart tá ið
børnini eru smá. Tú merkti væl, at tað
var stórur saknur, bæði hjá teimum
og hjá mær, men børnini skiltu tað
væl og bakkaðu altíð mammu sína
upp, sigur Ingeborg Vinther, ið hevði
eina dóttur, ið var 5 ár, og ein son
ið var 11 ár, tá ið hon tók við sum
forkvinna í 1980.
Nógvar góðar kvinnuligar
fyrimyndir í Føroyum
Ígjøgnum árini hevur Ingeborg ofta
staðið sum einsamøll kvinna millum
nógvar menn, tá ið tað snýr seg um
at standa á odda í leiðandi størvum.
Tað var serliga tey fyrstu árini, at
tað var mestsum óhoyrt, at ein kvinna
tók sær av einari tílíkari uppgávu.
Hóast hetta, so sigur hon, at tað altíð
hava verið nógvar sterkar kvinnur í
Føroyum, ið hava tora at staðið fram,
og gjørt tað, ið neyðugt var fyri at fáa
broytingar í samfelagnum.
– Tað vóru nógvar kvinnur, ið
tóku stig til at stovna lokal fakfeløg,
tá ið eg vaks upp. Eitt nú hevði eg
eina fastur, ið var við til at stovna
arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður,
har hon gjørdist forkvinna sum
bert 17 ára gomul. Hon var ein stór
fyrimynd fyri meg. Hesar kvinnur
hava allar verið sterkar og havt gott
mót. Tí tað var ein øgilig mótstøða, tá
ið lokalfeløgini vóru stovnað í sínari
tíð, sigur Ingeborg Vinther.
Sjálv heldur hon, at tað heldst
hevur verið hennara sterki vilji, ið
hevur gjørt, at hon tordi at standa
á odda fyri størsta fakfelagnum í
Føroyum. Eisini er hon voksin upp
ímillum fakfólk, og hevur tí havt
stóran áhuga í hesum – heilt frá
ungum árum av.
– Eg havi eisini altíð trúð upp á
meg sjálva og ikki ivast eina løtu í, at
eg kann klára alt tað, sum mannfólk
klára, so hetta er bara nakað eg havi
havt í mær, sigur Ingeborg at enda.
Ingeborg Vinther er 70 ár. Hon
varð vald í stjórnina í Føroya
Arbeiðarafelag í 1977. Hon var
forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
frá 1980 til 2011, tá hon ikki
stillaði uppaftur. Hon sat á tingi
fyri Verkamannafylkingina
í 1994 til 1998