hósdagur 13. august 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. august 2015
sosialurin 92
9
Hon segði ikki JA
men SJÁLVANDI!
Leygardagin giftist svimjihetjan Pál Joensen Maluni Vitalis Bærendsen í nýggju
Pálshøll í Vági. Pál setti Hanus G. Johansen á, áðrenn hann fríggjaði. Hetta var í
2013. Men nógv er á skránni alla tíðina, so brúdleypið verður ikki fyrr enn nú
Dagfinn Olsen
M
alan Vitalis Bærendsen
og Pál Joensen eru
bæði suðuroyingar.
Hon av Tvøroyri, hann
úr Vági. Bæði hava tey íðkað svimjing
sum ítrótt, og tað var eisini soleiðis
tey hittust.
Leygardagin giftast tey bæði.
Vígslan skuldi ætlandi verða í
Saltsiloini á Drelnesi, men har er
talan enn um eitt byggipláss, so
hetta ber ikki til. Men Pálshøll í Vági
er nú komin so mikið langt, at vatn
fyrsta dagin verður latið í langhylin,
so tað var so hóskandi at hava
vígsluna í høllini, ið ber navn eftir
brúðgomminum.
Á knæ
Talan verður um borgarliga vígslu.
Jógvan Zachariassen, ið er í familjuni
hjá brúðrini, fer at gifta parið.
Malan og Pál hava verið par í
meira enn átta ár, men tey hava kenst
longi.
– Vit hava svomið saman, síðani
vit vóru óvitar. Men vit byrjaðu at
venja saman í 2006, og komu soleiðis
rættiliga at kennast og at koma
saman, greiðir Pál frá.
Tað er longu langt síðani, at Pál fall
á knæ og bar fram bønarorð.
– Tað var í Glasgow eftir eina
svimjikapping. Eg setti Hanus G.
Johansen frá, og fall á knæ og spurdi.
Hon segði ikki ja, men sjálvandi!, sigur
Pál.
Hetta hendi í 2013, men nógv
er á skránni alla tíðina hjá lesandi
svimjihetjuni, so tey fóru undir at
finna útav, nær brúdleypið kundi
standa, og tað gjørdist so til 15. aug. 2015.
Stórt
Fyri stutum var Pál í kapping, har
ikki gekk, sum hann – og nógv við
honum, høvdu vónað. Men hetta var
sambært honum ikki orsakað av, at
hann hugsaði um brúdleyp, heldur
enn svimjikapping.
– Nei, onnur hava avlastað væl
viðvíkjandi brúdleypinum, so tað
var ikki tað, ið gjørdi tað. Eg rakti
bara ikki dagin. So um eg hevði fingið
møguleikan enn einaferð, so hevði
verið øðrvísi, sigur Pál Joensen.
Tað verða eini 200 fólk í brúdleypi.
Vígslan og reseptión verða í Pálshøll
í Vági, og veitslan verður í skúlanum
í Trongisvági á kvøldi.
Men hvussu er tað at hava eina høll,
Føroya fyrsta langhyl, uppkallaðan
eftir sær?
– Hetta er so stórt, at eg havi ilt við
at seta meg inn í hetta av álvara. Hetta
er ein sera stór verkætlan, og hjá mær
er talan um stórar kenslur. Hetta er
ein stórur heiður. SALT var ikki klárt,
men so kundu vit velja Pálshøll, og
tað angra vit ikki. Tað er sera stuttligt,
sigur Pál Joensen.
Brúðarferð og sangur
Pál og Malan fara á brúðarferð.
– Vit feðast nógv saman í
samband við svimjingina, men vit
fara á brúðarferð. Leiðin gongur til
Santorini í Grikkalandi, har vit verða
í eina viku, sigur Pál Joensen.
Mikudagin hildu vinfólk polter
abend fyri Pál Joensen. Fyrsti steðgur
var hjá Eyðun Nolsøe í Froðba, har
sangur skuldi takast upp. Kanska er
tað so, at Pál ikki hevði verið fólkaogn
í sama mun sum hann er tað sum
svimjari, um hann valdi sær leið sum
sangari.
– Eg sang »I Wanna Know What
Love Is«. Lat meg siga, at eg eri ikki
stoltur av avrikinum, sigur Pál
Joensen, sum í hesum døgum stákast
óført til brúdleypið leygardagin.
Malan og Pál. Selfie tikin fyri stuttum í Russlandi.
FAKTA
Pál Joensen úr Vági
Lesur vinnubúskap
og projektleiðslu í
Keypmannahavn.
24 ár
Malan Vitalis
Bærendsen av
Tvøroyri
Lesur til lækna
24 ár
Tey bæði búgva í
Kastrup, Danmark
Giftast 15. august
2015
Útsøluendabrestur!
Útsølan endar leygardagin, skunda tær.